kunna vera tikin í álvara av okkara grannum? Í NATO? Í norðurlandasamstarvinum? Í ES og Amerika? Pínlig viðgerð og viðferð Eg haldi, tað er harmiligt og beinleiðis skaðiligt, at trygdarstøðan í Føroyum verður [...] staðfest í nýggja føroyska tjóðartrygdarpolitikkinum, sum var einmælt samtyktur í Løgtinginum í fjør. Hesin politikkur er síðani endurgivin og staðfestur í verjusemjuni um Arktis og Norðuratlantshav í januar [...] Tað eru stórar rembingar í heiminum í skrivandi stund. Putin og Xi Jinping taka lógvatak í Kina og hava kunngjørt ætlanir um eina nýggja heimsskipan. Samstundis er Trump, í eini roynd at sýnast sum tann
bygdum í Kunar og yvirhøvur í fjallaøkjum, sum enn ikki hava fingið hjálp. Talið av deyðum fer væntandi at vaksa, so hvørt sum bjargingarlið koma, sigur Ehsanullah Ehsan, leiðari á vanlukkudeildini í Kunar [...] Talið av deyðum er komið upp á 1.124 eftir jarðskjálvtan, sum rakti Kunar-landslutin í útsynningspartinum av Afghanistan í gjár. Tað upplýsir hjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni. Umframt tey deyðu fingu 3 [...] íbúgvarnar í raktu økjunum. - Okkara átøk eru at fremja hesi átøk skjótast gjørligt og at byrja at býta neyðhjálp út til tær raktu familjurnar, segði Ehsanullah Ehsan. Humanitera samskiparin hjá ST í Afganistan
bygdaleiðum? Í svarinum til fyrsta spurningin sigur landsstýrismaðurin, at verandi prísskipan á Bygdaleiðum bleiv tillagað í 2012-13 í sambandi við, at nýggj ferðaseðlatøkni bleiv sett í bussarnar. Farið [...] partin við í samlaðu endurskoðanina við tí endamáli at áseta ein so rættvísan prís sum gjørligt fyri øll øki í Føroyum. Samanborið við hini norðurlondini eru prísirnir á almennari ferðslu í Føroyum lágir [...] við í 2027, sigur hann. Í svarinum til spurinng 2 sigur landsstýrismaðurin, at tað ikki er so einfalt at meta um ávirkanina av einum ávísum prísi á nýtslumynstrið. – Strandferðslan ætlar tí bæði í og aftaná
áður kallað støðuna í Sudan fyri heimsins størstu kreppu mált í mun til talið av flýddum fólki. Í august greiddi Læknar uttan landamørk eisini frá ringasta koleraútbrotinum í landinum í áravís. Útbrot av [...] Yvir 1.000 fólk í Sudan eru deyð í einum skriðulopi, sum hendi í vestara parti av landinum sunnudagin. Tað upplýsir uppreistrarrørslan The Sudan Liberation Movement/Army, sum ræður yvir økinum, skrivar [...] skrivar tíðindastovan Reuters í nátt okkara tíð. Sambært rørsluni hevur skriðulopið havt við sær, at ein bygd nærhendis Marrafjøllunum, sum liggja í vestara parti av Sudan, er løgd í oyði. Tað er eftir øllum
Talsmaðurin hjá innanríkisráðnum í Afghanistan upplýsir, at 622 fólk hava latið lív í herviligum jarðskjálvta, sum rakti landið í gjárkvøldið. Áður hava ymiskir miðlar kunngjørt ymisk tøl, eitt nú hava [...] sagt, at 250 fólk hava latið lív. Men, nú sigur so talsfólkið fyri innanríkisráðið, at talið av deyðum í øllum førum er meira enn tvífalt so stórt. Amerikanski jarðskjálvtastovurin, USGS, veit at siga, at [...] ilin var 27 kilometrar uttanfyri býin, Jalalabad. Hetta er nærindis markinum til Pakistan. Styrkin í jarðskjálvtanum var 6,0, og dýpið var umleið átta kilometrar. Lagt verður aftrat, at jarðskjálvtar,
borgarstjóranum í Tvøroyrar kommunu væl, tá Sámal Matras Kristiansen væntar, at tænastuparturin í framtíðini fer at liggja í Hvalbiar kommunu, meðan ídnaðurin hugsandi verður á Tvøroyri og í Vági. - Vit hava [...] verður høvuðsstaðurin í nýggju Suðuroynni. - Tað er ikki vist, at samfelagsfrøðingurin fer so skeivur, tá hann sigur so, og vit í Tvøroyrar kommunu ynskja sjálvsagt norðara økinum í Suðuroynni alt tað besta [...] firðir í landinum, og vit kenna okkum nærri bretska meginlandinum og teimum stóru marknaðum, sum har eru, enn miðstaðarøkið í Føroyum. So, spádómur hjá samfelagsfrøðinginum um, hvar ídnaðurin í Suðuroynni
“sentrum” í oynni. Verður spolað hálva aðru øld fram til 1950, var vent í holuni. Nú búðu umleið 1.700 fólk í Vági og umleið 2.100 fólk kring Trongisvágsfjørð, men einans 656 í Hvalba og 166 í niðursetubygdini [...] Í siðbundna samfelagnum í 1801 var Hvalba størsta bygd uttan fyri Havnina og sostatt eisini størsta bygd í Suðuroy. Næststørsta bygd í Suðuroynni var Sumba, og Porkeri var javnstór við Vág. Bygdirnar kring [...] Fortíðarinnar samfelagsfatan livir framvegis sterkt í nógvum føroyingar, kanska serliga í suðuroyingum og sandoyingum, ið hava lyndi til at hanga í eini fortíðar samfelagsfatan. Hetta avspeglast eisini
Glenn Close, eitt summar á eini lítlari óbygdari í oyggj í finska skergarðinum. ”Summarbókin” er eitt kamarspæl, sum í skugganum av at mamman nýliga er deyð, lýsir trý ættarlið: barnið Sophia (Emily Matthews) [...] finska Zaida Bergroth lýsti Tove Jansson sjálva. Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Tann biografurin er í dag hin einasti í landinum. Filmsfelagið virkar fyri at seta listaliga áhugaverdan film [...] fyrisitingina í Tórshavnar kommunu, at framtíðartryggja biografin sum upplivingarrúm at vísa og síggja film, nú bara ein biografur er eftir í landinum. Partarnir eru samdir um innihaldið í hesi avbjóðing
Trý eru deyð, teirra millum ein, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmaðurin, og 20 eru særd í einum skottilburði í Minneapolis í dag í eini katólskari kirkju, sum eisini rekur ein skúla. Tað sigur [...] tíð. Fyrr mikudagin varð løgreglan boðsend til skottilburð í eini kirkju í býnum Minneapolis. Tað sigur guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, í eini dagføring á sosiala miðlinum X. - Eg biði fyri okkara [...] forsetin, Donald Trump, hevur fingið kunning um tað, sum hann kallar ein ”syrgiligan skottilburð” í Minneapolis. - FBI svaraði skjótt og er á staðnum. Hvítu Húsini fara framhaldandi at fylgja við hesi
aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag. Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, avbyrgdir og skerdir í møguleikum at [...] luttaka javnbjóðis við aðrar føroyingar í øllum virksemi og tænastum, sum annars eru atkomulig í hesum landi. Støðulýsing og trupulleikar: Túratalið er minkað úr 18 niður í 14 dupult túrar um vikuna. Siglingartíðin [...] Tvøroyrar kommuna hevur í skrivi gjørt vart við sína ónøgd, nú Smyril, sum vanligt annaðhvørt ár, er í dokk, og avloysaraskip røkir faleiðina. Loysnin við Galaxy er ikki nøktandi, metir Tvøroyrar kommuna