leiðsla, fyrisiting og venjaramenning at styrkjast, og betri møguleikar eiga at vera hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Harumframt verður mælt til at styrkja gransking og vitanardeiling [...] professara emeritus á Birkbeck, University of London. Teir staðfesta, at sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og evnini at laga seg hava havt stóran týdning fyri føroysku úrslitini. Men føroyska [...] hevur fleiri ítøkilig tilmæli. Millum annað verður mælt til at tryggja úrvalsítróttinum størri og meira støðuga fígging yvir fleiri ár og at stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og s
sagt, at ætlanin eitt nú er at hava nakrar íbúðir, sum dreymurin er at leiga út til ferðafólk, sum vilja koma heim til Føroya at vitja - eisini um veturin, tá illveður kann leika í. Hugskotið er, at fólk [...] kømrini, sum fara at venda eystureftir, fara at hava gott útsýni eystur í hav, og hini kømrini fara at hava útsýni niðan í bygdina í Skálavík, sigur Martin Karl Olsen. Vit kunnu leggja aftrat, at hesi 14 kømrini [...] okkum, og tey eru so at siga liðug og klár at seta upp, men kortini er langur vegur á mál. Hann ásannar, at tá elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera. - Eins og í
fríggjadagin frá, at hon kannar áhugan millum fólk fyri at byggja sær sethús ella frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út [...] grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini verða, hvat tey fara at kosta, nær tey kunnu verða klár ella hvørjar [...] Fyri 30 árum síðani búðu oman fyri 50 fólk í bygdini. Nú er fólkatalið komið niður á 17. Tað verður tí áhugavert at síggja, um nýggja kommunala útstykkingin kann fáa fleiri fólk at seta búgv í Hesti – ella
Og kommunan veit, at larmurin er ólógligur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda markið. Kommunan hevur givið Blábar boð um at steðga harða tónleikinum [...] býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at. Tí spyrja vit borg [...] tónleikinum um náttina. Kortini hendir onki. Ólógliga virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum
ætlanini koyra bæði privatbilar og lastbilar ov skjótt oman brekkuna og seta ofta ikki ferðina niður, fyrr enn komið er oman á slætt. Støðan verður mett at vera serliga óheppin, tí eingin gongubreyt er á vega [...] fram, at bilar næstan dagliga yvirhála nærindis vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála [...] Ferðmátingar vísa, at nógvir bilførarar koyra munandi skjótari enn loyvt við innkoyringina til Sands. Á einum mátingarstaði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, vísti mátingin, at 85 prosent av bilunum
sum løgreglan hevur skrásett. Ferðslutrygdarætlanin vísir á, at minni óhapp ikki altíð verða fráboðað løgregluni. Tí kann veruliga talið vera hægri. Harumframt hava borgarar greitt frá fleiri nærumóhappum [...] vegir kunnu gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal millum annað gera leiðina millum Sands [...] Sands skúla og frítíðarskúlan tryggari. Tvørgøta verður eisini skotin upp at verða einvegis oman móti Heimasandsvegi. Borgarar hava greitt frá fleiri óhappum og nærumóhappum við Tvørgøtu, har sýnið er
havhestur farin at halda til í Brúnni, hamrinum oman fyri Villingardalsvegin. – Hetta er eitt av teimum einastu støðunum í Havn, har náttúran fær frið. Eg vil hava, at tað framhaldandi skal vera soleiðis, skrivar [...] segði leigusáttmálan upp, eftir at kommunalt virksemi, rossafjós og vindmyllur høvdu minkað um plássið at virka á. – Eg síggi onga orsøk til at koma yvir í Húsahaga at taka lendi til eina súkklubreyt, [...] súkklubreyt við Vesturvarða og Rossagøtuna eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting. Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí