okkum, at útviklingurin aðrastaðni hendir eisini hjá okkum men bara nógv nógv ár seinni. Spurningurin vit vilja seta í dag er hesin: hvat við at broyta hetta mynstur, soleiðis at vit - ístaðin fyri at vera [...] við til at skunda undir royndirnar at troyta nýggjar og varandi orkukeldur. Her kundu vit kanska verið frammanfyri aðrar. Og kundi tað verið gjørt t.d. við at sett í treytirnar fyri framleiðslu, at so og [...] nakað, sum vit áttu at umrøtt saman við teimum feløgum, sum ynskja at leita eftir olju her. TALAN er tó ikki um at rætta ávísum ekstremum umhvørvisfelagsskapum lítlafingur, soleiðis at teir kunnu taka alla
deildarleiðari. Ørindini vóru at vitja sjúkrahúsini í Føroyum og m.a. eisini at tosa við landslæknan um ymisk viðurskifti í sambandi við at føroyska heilsuverkið hevur fingið loyvi at nýta P-talið, og um veitingar [...] hann um, at tað er neyðugt at hava trý sjúkrahús í Føroyum, hóast Einar Krag ikki heldur tað verða nakra lætta uppgávu, hjá so lítlum landi sum okkara. -Tað er kortini umráðandi at leggja dent á, at Heilsustýrið [...] umráðandi sambært áltinum at tillaga tey smáu sjúkrahúsini, og geva teimum møguleika at virka saman við teimum stóru. Samstarv millum sjúkrahúsini - Í Danmark tosa vit eisini um at varðveita tey smáu sjúkrahúsini
Fiskavirking hevur roynt at billa okkum inn, at virkið í Vági skuldi latast uppaftur. Men onki hendir. Og nú ætla teir so at taka maskinur av virkinum. Vit mugu minnast, at vágbingar eisini gjalda gildið [...] Jacobsen sigur, at vágbingar væl eru greiðir yvir, at tað teir gera er ólógligt. Men bygdarfólkið stendur saman: Ongin maskina skal út av virkinum. Byrjaðu mikudagin Kári Jacobsen sigur, at tey fingu frænir [...] fyri virkið, at flyta tað burtur. Men hesum varð ikki eftirlíkað. Telefonketu Formaðurin í Framtíðini sigur, at vágbingar nú eru hildnir fyri gjøldur nóg leingi. Og bygdarfólkið er ikki at vika. Leiðslan
tað leikaði harðast á, lá í luftini, at tað hevði verið kærkomið at fingið frískar kreftir at hjálpa til, og fleiri vórðu sendir at hita upp. Tó var tað óvæntað, at Magni Jarnskor skuldi koma inn og enda [...] í landinum, rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein spurningur, hvar stigini fóru at enda, men heldur hvussu nógv málmunurin hjá okkum fór at gerast betri. Út frá tí [...] og so fegin vildi vísa, at tað var rætt av venjaranum at taka hann framum John Petersen. Svarta løtan Og so var tað, at alt tað, sum var borðreitt við í 1. hálvleiki, var um at fara fyri einki. Jan Dam
sigur, at sjálvsagt átti eisini Løgtingið at viðtikið eina lóg, sum forbjóðar foreldrum at uppala síni børn við at sláa tey. Tey, sum mugu sláa fyri at uppala síni børn, eru ikki vaksin at uppala nakran [...] Sjálvandi eigur tað at vera skeivt at brúka fysiskt vald fyri at fáa síni sjónarmið ígjøgnum, sigur landsstýrismaðurin, sum kortini heldur, at vit skulu vera varin, tí ilt kann vera at finna markið. Summi [...] landsstýrið um, at nýggj lóg er viðtikin. So hevur landsstýrið møguleika at leggja lógina fyri tingið, sum kann seta hana í gildi í Føroyum. Kristian Magnussen heldur, at løgtingið átti at sent tann boðskapin
Árni Dam veit eisini at siga frá eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag. Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan [...] Føroyar at umvælasta, meðan annað skip kom úr Murmansk við manning, eftir manning og eftir veiðini. Men seinni eru viðurskiftini so nógv broytt, og skipasmiðjur aðrastaðni eru farnar at kappast um at fáa russarar [...] Eirikur Lindenskov Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum. Í 50?unum vóru nógv russisk
við tvey mála leiðsluna, og at vit skuldu gera alt fyri at varðveita hana. Vit skuldu spæla fyri at halda tætt, og tað mátti ikki koma fyri, at teir skjótt skoraðu eitt mál, og so vita vit, hvat hendi inni [...] serliga um, at hann eftir øllum at døma verður leikbannaður fleiri dystir í heyst. Tað er ein stórur missur. Men samstundis gleðist eg um, at hinir stríddust so nógv. Tað var sjón fyri søgn, at nógvir vóru [...] ikki so væl. Eg valdi at geva Henningi Jarnskor og Allani Mørkøre møguleikan at samanspæla í høgru og Øssuri Hansen og Jens Kristiani Hansen at samanspæla í vinstru, og eg haldi, at teir stóðu seg væl.
fyri Skála. LÍF kláraði ikki at halda Mest óvæntaða úrslitið hetta umfarið var á Eiði, har EB gjørdi ein veruligan vørr, eftir at tað leingi sá út til, at tær skuldu fara at tapa dystin. Margretha Heinesen [...] seinna hálvleiki við 10 spælarum, eftir at Eyðvør úr Dímun var útvíst eftir tvey gul kort, kláraði oddaliðið at økja um leiðsluna í dystinum móti Sumba, og vann at enda 3-0. Birita Ellefsen legði HB á odda [...] javnaði Maria Niclasen. Javnleikurin førdi við sær, at LÍF misti eitt fet í oddinum, og hetta var aðru ferð á rað at lorvíkskvinnur ikki megnaðu at vinna. Tær eru tó framvegis á 2. pláss í kappingini,
seg ikki hava stundir at viðgera skrivi frá NSÍ í síðstu viku. Men framvegis vóna feløgini, sum hava 1. og 3. deild, at tað fer at bera til, at fáa kappingina í »rættlag« aftur við at lata 3. deild hava frí [...] skriv, har teir bóðu um, at sjeynda umfar ikki var spæld fyrr enn komandi vikuskiftið, so 3. deildarliðini framhaldandi kundu fylgjast við 1. deildarliðunum. Tað hevur verið vanligt, at tey feløgini, sum bæði [...] Vágarnar, tóku øll á bóli, við at vinna á SÍ, sum kom niður úr 2. deild í fjør. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Schønning Hentze í seinna hálvleiki. Sandingar kláraðu at halda tørn, hóast heimaliðið
ikki í toppformi nú, men tað ætli eg mær at vera, tá eg fari til kappingin í Hollandi, sigur Regin Vágadal. Stóra ítróttarrásin Eurosport hevur keypt rættindini til at taka upp og senda kappingina í Hollandi [...] Tvey øvilsi, sum Regin ongantíð áður hevur roynt, vóru í kappingini, og annað gekk sera væl. Tað var at halda afturpartinum av einum Ford-bili uppi frá so leingi sum gjørligt, og í hesum var Regin nógv bestur