Eg fari altíð at minnast títt ljósa smíl, tín vilja, framdriftina, kreativitetin og musikalitetin. Tú ert fyrimynd og inspiratión í mínum lívi og virki. Ikki øll vita, at tú byrjaði at spæla [...] Her vart tú tann skemtingarsami, og til føðingardagar hjá okkum børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann uppá at upptraðka við. Um ikki eg hevði upplivað teg spæla klaver og tann serliga mátan [...] mátan, fingrar tínir leikandi raktu tangentarnar, so hevði eg verið ein heilt onnur, enn tann eg eri í dag. Mangan havi eg sitið á møti í Salinum og bíðað spent eftir, at tú skuldi fara upp og
Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó [...] fjórðingi av vøkstrinum. Hagstovan vísir tó á, at býtið millum hesar báðar bólkarnar skiftir yvir tíð. Størsti vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har
Tí skrivaði eg til býráðsskrivaran tann 1. august og kravdi málið um staðsetingina av súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki [...] ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015. Tað var sum liður í fyrireikingunum [...] neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin var í sínari tíð savnað í Havnardali fyri at fáa rossini burtur frá býarmeldrinum. Kommunan hevur brúkt nógvar pengar
samstundis, og tí er tað avgerandi, at vit ikki arbeiða hvør sær, men fáa hjálpina at hanga saman um tann einstaka, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum. - Sálarligar avbjóðingar [...] verða tikin við inn í nýggja tilboðið. Tilhaldsstaðið skal bæði kunna veita tak yvir høvdið í styttri tíð, dagligt virksemi, samrøður og stuðul og virka út frá staðnum við uppleitandi arbeiði. Tilhaldsstaðið
Hetta var tann dagin eg fylti 35 ár. Guðrun Gripsheygg hevði præeklampsi, vanliga kallað fosturvatnseitran. - Eg spurdi hvussu leingi eg skuldi vera innløgd, men tað vistu tey ikki. Av tíð at eg var komin [...] maðurin Jónhard fór við, og eg lá eftir. Dóttirin skuldi beinanvegin hava viðgerðir, og tí gekk nakað av tíð áðrenn Guðrun sá barnið hon hevði fingið. - Í fyrstani tordi eg ikki at taka hana, tey bóðu meg leggja [...] Tað vísti seg, at eingin føðsla fór ígjøgnum nalvastreingin, og soleiðis hevði nokk verið í eina tíð. Johanna fekk boð um at fara heim at pakka, tí hon skuldi við flúgvaranum um kvøldið. Soleiðis bleiv
niðan úr Fuglafirði, so vóru tað bara hesir knassar, sum bardust fyri 4. plássinum. Tann yngsti í kappingini, og tann elsti í kappingini. Nú vóru bert fáir kilometrar eftir. Brekkan niðan úr Fuglafirði [...] Kostas hevur í vikuni barst við at sleppa av við krímið, sum hevur argað síðan 1. etapu. Vinnur hann tann dystin, so er ikki óhugsandi, at samlaða støðan kann broytast. Súkkling er ikki bara at traðka og [...] heilt niðan úr grótbrotinum, hevði eg umleið 25 sekund aftur til Bergtór og Kostas. Løtu seinni tók eg tíð tá vit vendu við smoltstøðina. Taktikkurin í dag var at fáa eitt hol aftur til teir, og síðan at halda
stendur innilokaður, áðrenn veturin kemur. - Vit brúka lítla og onga orku í hinum 10 kømrunum, tí tann parturin er bjálvaður á sama hátt, sum øll byggingin hesaferð verður bjálvað við 30 sentimetrum av [...] eru tølini yvir gistingar og tey, sum eta á matstovuni, nokso lík. - Útlendingar eru ofta í góðari tíð við at leiga kømur, meðan føroyingar kanska eru meira spontanir. Hetta ger, at kømrini ofta eru upptikin
høvuðsstaðnum Ottawa at greiða frá svarinum hjá Canada. Tíðindafundurin verður klokkan 16 føroyska tíð. Sambært stjórnini snýr tað seg um nýggj tiltøk, sum skulu verja og stuðla kanadiskum løntakarum og [...] kallaði vánaliga, boðaði kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, frá revsitolli á amerikanskar vørur. Tann tollurin kemur í gildi 8. september. Tollurin verður serliga vendur móti amerikanska stál- og mjó
viðmerkjast, at Tvøroyrar kommuna er væl greið yvir, at hon hevur fingið klagur í posa og sekk í drúgva tíð og hetta kann prógvast á einum dokumenteraðum grundarlagi. Støðan á Tvøroyri í sambandi við skipalarmin [...] eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men tað er bara Landsstýrið, sum kann gera nakað við tað. Um Landsstýrið
eru greið, antin geva vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg. Hetta er ein álvarslig tíð fyri føroysku fakfelagsrørsluna, ið viknar hvørja ferð enn eitt fakfelag letur seg tøla av politiskum [...] , hvat verður so tað næsta? Frælsar samráðingar krevja javnbjóðis styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á