vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini, ið eru burðarsúlan í grønu framleiðsluni [...] tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við [...] væl, at vindmyllulundir vekja kenslur – eisini í Klivaløkshaga, har umráðandi fuglaøki eru í grannalagnum. Náttúruatlit skulu takast í álvara, og treytirnar í umhvørvisgóðkenningunum skulu haldast og eftirkannast
reiðarí hava ymisk úrslit Munurin sæst eisini í føroyska flotanum. Umleið 80 prosent av virðinum í føroyskum fiskiskapi verður í dag skapt undir kvotuskipanum. Í teimum fiskiskapum, sum verða reguleraðir [...] setur. Hví skuldi tað verið øðrvísi í botnfiskiskapinum undir Føroyum? ##med2## Vit regulera arbeiðsinnsatsin í staðin fyri veiðuna Ein grundleggjandi meginregla í góðari regulering er, at regu [...] eins og í tax-free døminum. Men júst hetta verður ein trupulleiki í fiskidagaskipanini. Tá skipini gerast meira effektiv, hækkar veiðan fyri hvønn fiskidag. Hóast skipanin setur avmarkingar á
bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst [...] minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið [...] landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur "Fool" og kom út í mai mánaði. Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskifti. Bjarki syngur
minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har [...] fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk ljóðføri [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir
russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina. Í mai datt ein russisk [...] Eitt spanskt F-18-stríðsflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu [...] døma dotnar niður í einum óbygdum øki millum tvær bygdir. Enn er ikki upplýst, hvør sendi dronuna. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eitt ómannað flogfar verður skotið niður yvir Rumenia. Í juli vórðu tríggjar
kappingin í Póllandi, har tað búgva fleiri enn 37 milliónir, verður roknað millum tíggju tær bestu í Europa. Sera tepra tapið ber við sær, at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa [...] Tellechea í kroystari støðu tók skeiva avgerð. Lech Poznan álopsspælarin slapp púra leysur, og tá ið Mark F. Jensen skuldi leypa fram úr málinum til avgerandi tvídystin, var hann óheppin og gleið. Mark F. Jensen [...] Jensen var dagsins maður í kvøld. Hann bjargaði einar fýra ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í heilt góðari støðu, og tann eina bjargingin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann bjargaði fluktara úr stuttari
Heilsutrygd ætlar í september at søkja eftir kommunulækna til nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen [...] heilsuøki 3, sum eisini fevnir um Sørvágs, Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur umframt Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir í Tórshavnar kommunu. Í heilsuøki 3 eru í løtuni seks kommunulæknaviðtalur. Ein [...] kommunulæknum. Kvinnuligu kommunulæknarnir starvast á Norðskála og í Kollafirði. Borgarar í øllum heilsuøkinum kunnu velja millum kommunulæknarnar í økinum og hava sostatt eisini møguleika at velja ein kvinnuligan
Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru, skrivar vestmanna.fo. Vestmannadagarnir [...] sjálvsagt aftur í ár – millum annað felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til, skrivar vestmanna.fo.
reglurnar bara skulu galda í ávísum økjum, til dømis í miðbýum ella einstøkum bygdum. Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til [...] og Framsókn og hava lagt fram uppskot um eina nýggja lóg, sum skal geva kommununum heimild at seta mark fyri stutttíðarleigu av bústøðum. Við uppskotinum kunnu kommunur sjálvar áseta, hvussu nógvar dagar