sekund. Tvey ross vóru jøvn á triðja plássi: Fúsi við Zachariasi R. Jacobsen á baki, og Lokkur við Hans Alberti Hansen á baki. Teir høvdu tíðina 19,6 sekund. Av tí at triðja pláss skuldi finnast, noyddust [...] umaftur. Ta kappingina vann Fúsi við Zachariasi R. Jacobsen á baki. Tvíspor 2. flokkur Jøkul við Høgna Joensen á baki vann kappingina í tvíspori í 2. flokki. Stjarni við Boga Norðfoss á baki gjørdist nummar tvey
Dagny Joensen SvF hevur ikki merkt stórvegis afturgond í Gekkaspælinum. Hóast besta summarverður er, sita fólk kortini í hópatali framman fyri skíggjan hvørt fríggjakvøld. Gekkaspælarar hava verið ónøgdir [...] millum fólk. Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF sigur, at tað als ikki ber til at svika við spælinum. Hann heldur, satt at siga, at tað hevði verið løgið um SvF,tá tað endiliga fekk loyvi at skipa fyri bingo
samráðingarleiðararnir verið fyrst Atli Dam og síðani Marita Petersen úr javnaðarflokkinum og nú Edmund Joensen úr sambandsflokkinum. Tey fyrstu samráðingarumførini vóru ikki avtalað frammanundan. Boð komu nær [...] fingu møguleika at brynja seg til hesar samráðingar við nágreinligum fyrireikingum. Síðani Edmund Joensen tók yvir sum samráðingarleiðari hevur støðan verið øðrvísi. Nú hava danir boðað frá samráðingunum [...] av landsstýrinum og samgonguni. Men eg veit hvat javnaðarflokkurin vildi gjørt í hesi støðuni, um hann hevði ta politisku leiðsluna, og tí stóð á odda fyri føroysku samráðingarnevndini í komandi samráðingunum
ikki í venjingarstøðuni, hann var í, tá hann taldist millum bestu spælararnar í landinum, men hann er framvegis snúðin og hevur rætta tevið. Tá støðan framvegis var 0-0 var hann um at gerast leysur, men [...] sjálvur, so valdi hann at spæla tvørturum, og so spurdist einki burturúr. Korter fyri leiklok noyddist gamli landsliðsmaðurin, sum aftur hesa ferð mannaði álopið saman við Jonhardi Joensen, at fara av vøllinum [...] langt rangstaddur, tá hann minuttin aftaná økti til 3-0. Eftir 55 minuttir skoraði Rúni Nolsøe aftur hesa ferð við góðum langskoti, eftir 67 minuttir var tað innskifti Jóhannes Joensen, sum gjørdi sær dælt
frá vánaliga avrikinum í steypadystinum ímóti NSÍ, fekk málverjin fatur á stútaranum frá Sámali Joensen, sum saman við Paula Jarnskor mannaði aftaru miðvallarplássini, meðan navnarnir Magni Jarnskor og [...] minuttir seinni, ella rættari sagt so var tað Símun Petur Justinussen, aftasti maður í GÍ verjuni til hann í 2. hálvleiki noyddist út við skaða, sum fyri aðru ferð í ár á heimavølli beindi innleggi frá mó [...] sjálvsagt nógv at siga fyri endaliga úrslitið. Í 24. minutti helt dómarin, at Jan Andreasen rendi Sámal Joensen um koll fáar metrar úr baklinjuni, og fýra minuttir seinni gjørdi Gunnar á Steig eitt óneyðugt brotsspark
teimum ikki at gera nakað mál hesi trý korterini. Hinvegin tóku Eiðiskvinnurnar kjansin, tá tær fingu hann. Og tað fingu tær stutt fyri hálvleiki, tá Lydia Vesturtún skoraði sítt næsta mál í ár. Í seinna hálvleiki [...] við. Hjá B36 er støðan betri, og hóast føroyameistaranir máttu spæla uttan toppskjúttan Rakul N. Joensen í meginpartinum av dystinum, eftir at hon fekk reytt kort fyri at sláa bóltin við hondini, var eingin [...] størri enn á Skála-liðnum, og tá toppskjúttin reyk út, vóru tað aðrar sum tóku sær av málunum. Sólva Joensen og Arnbjørg Danielsen skoraðu tvær ferðir og verjuspælarin Sólgerð Viderø setti punktumið við máli
Herluf Joensen spyr í bløðunum tveir spurningar í sambandi við Gekkin. Í fyrru atløgu vil hann hava at vita, hví hann slapp í gjøgnum til Gekkin uttan at verða setur í sambandi við studio, og í aðru atløgu
vit selja hann fyri, alt ov lítið. So einfalt er tað, sigur Johan Páll Joensen. Men hetta eru trupulleikar, øll hava, sum fáast við fisk í Føroyum, leggur hann afturat Johan Páll Joensen sigur, at eitt [...] koma, veit hann ikki. Vit hava raksturin, sum einki gevur, avskrivingarnar, sum ikki røkka langt og so eginognina Hvaðani teir annars skulu útvega pengar, veit hann ikki. Men hann sigur, at hann hevur í [...] Klaksvík í heilt fáum orðum. Johan Páll Joensen, stjóri á Kósavirkinum, sigur, at tað hevur gingið upp og niður síðani síðani tey keyptu Kósavirkið seint í 1993. Hann sigur, at bæði í 1993 og 1995 gav Kósavirkið
fyritreytirnar eru ikki av teimum bestu. Allan Mørkøre og Allan Joensen eru leikbannaðir. Tveir nýggir miðvallarar skulu finnast at hjálpa Jan Joensen. Millum møguleikarnar eru Rógvi Jacobsen og Jan Andreasen [...] hevur ikki fingð vant. Hann skuldi royna í gjárkvøldið. Hjá NSÍ hevur eingin leikbann, og eingin er skaddur. Abraham Hansen hevur verið burtur í arbeiðsørindum alla vikuna, men hann verður í hvussu so er
Seinast manglaði B71 póllendska málverjan Valdemar Nowisci, tí hann var skaddur, men hann er komin so væl fyri seg nú, at tað er púra vist, at hann stendur millum B71-stengurnar í morgin. Nógv fólk halda [...] Piotr Krakowski. Hann hevur allar sínar mans tøkar uttan Mikkjal Danielsen, sum fekk reytt kort seinasta vikuskiftið, og tí er leikbannaður. Torkil Nielsen, sum saman við Jonhardi Joensen hevur mannað álopið [...] upplivilsi at fara til Sands at spæla. Piotr Krakowski var í nógv ár spælari og venjari á Sandi, áðrenn hann í fjør flutti til FS Vágar. Hetta er fyrsta ferðin, at Piotr nú skal spæla á Sandi ímóti B71. Tað