halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði á heilsuøkinum. – Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so møguleiki er at taka [...] eisini á, at Føroyar nú hava sítt egna Heilsustýri, og at ein arbeiðsbólkur longu hevur víst á, hvussu yvirtøkan kann skipast. Sambært uppskotinum eigur eitt føroyskt landslæknaembæti millum annað at hava ábyrgd [...] um og viðgerðarstøðum, umframt at veita landsstýrinum, kommunum og øðrum myndugleikum heilsufakliga ráðgeving. Uppskotssetararnir halda, at hetta er ein fortreyt fyri at styrkja sjúklingatrygdina og geva
er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur. Portal.fo skrivar við tilvísing til skotskar miðlar, at talan helst verður [...] við sær, at kviki vongurin ikki verður við, tá Víkingur og KÍ spæla steypafinalu 5. september. Skotska flytingarvindeygað letur aftur 3. september, tveir dagar undan steypafinaluni. Ógreitt, hvussu nógv Hearts [...] tó alment váttað. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen. Hevur gjørt vart við seg Áhugin
fremstu autismugranskarar í heiminum, heldur, at tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað. Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon, at autismuspektrið í dag fevnir um fólk við sera [...] Hon ávarar um, at summi søkja diagnosuna, hóast trupulleikarnir kanska betur kundu verið lýstir við øðrum diagnosum, til dømis angist. – Um alt verður lagt undir autismu, verður diagnosan at enda meiningsleys [...] Samstundis er vandi fyri, at tey, sum hava størstan tørv á hjálp og stuðli, verða gloymd, sigur hon. Formaðurin í danska Autismufelagnum, Karina Bundgaard, er ósamd í metingini. Hon heldur, at tað hevði verið eitt
alivinna hava fyri føroyska búskapin og samfelagið. Hann segði, at málið er at skapa størst møguligt virði úr okkara sjófeingi og samstundis tryggja, at tilfeingið verður umsitið burðardygt. - Góðar politiskar [...] Institute of Fisheries Economics and Trade. Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum verður sagt, at hetta er fyrstu ferð, at IIFET-ráðstevnan verður hildin í Føroyum. - Umleið 250 granskarar, umboð fyri vinnu, m [...] um framtíðar umsiting av fiskivinnuni. Á fundinum viðgjørdu føroyskir og útlendskir serfrøðingar, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin
er at byggja bíligar eldravinarligar íbúðir. Tí verður mælt til at fara undir at byggja slíkar íbúðir. Ein týðandi táttur fyri at kunna vera heima og virkin sum longst, eru møguleikarnir fyri at røra [...] ynskiligt at fáa broytt. 29 ymisk viðurskifti blivu nevnd, sum ynskt var at kommunan gjørdi nakað við. ymiskt var, hvussu nógv fólk vóru møtt á teimum ymisku stovnunum, fekk ráðið allastaðni høvi at tosa við [...] skrivstovufólk at taka sær av hesum Skjótt skiftir seiðir Trupult er at fáa fólk at søkja størv innan (serliga) heimarøktina. Mælt verður til at HR deildin hjá kommununi fer í eitt samskifti við heimarøktina
um systur sína. Tað fekk hann at seta sínar egnu tankar og minnir á blað eina ferð med alla. Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa metingar hjá øðrum, sum í [...] fanst hvassliga at miðlunum og lovaði, at familjan hjá Dianu skuldi verja synir hennara, William og Harry. Nú, nærum 30 ár seinni, sigur hann, at nýggja bókin í ávísan mun hevur sama endamál: at tala fyri Dianu [...] Dianu. – Eg vóni, at bókin fer at hava áhuga hjá teimum mongu, sum framvegis minnast Dianu, meðan hon livdi, sigur Charles Spencer. Hann vónar eisini, at yngri fólk, sum ikki sjálvi minnast Dianu, eftir
dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sagt, at flokkurin fer ikki at taka undir við at rulla lógina [...] segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja gistinátt [...] um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haga,
Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a- [...] bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t, er tað púra natúrligt, at førarin lítur á tað. So kann úrslitið gerast, at koyrt verður 60 km/t kilometur eftir kilometur, hóast loyvt er at koyra 80. Ferðarmunur [...] Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra 80 km/t, eigur bæði førarin og bilurin at fáa greið boð
Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum kommunur heldur enn at leggja tær saman [...] eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur kunnu loysa nógvar avbjóðingar við at samstarva um uppgávur, uttan at tað krevur eina formliga [...] løgmaður við Sosialin. Hann vísti á, at fleiri kommunur leingi hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar, og at landsstýrið í fyrstu atløgu vil geva teimum møguleika at finna loysnir sjálvar. – Vit vilja
uppskot um at banna alarum at drepa kóp. Ein samd nevnd tók undir við banninum, men segði samstundis, at tað ikki skuldi forða fyri vanligari kópaveiðu. Nevndin helt, at føroyingar eiga at kunna veiða [...] lítið um, hvussu stórur stovnurin er, hvussu nógv hann etur, og hvørja ávirkan hann hevur á fiskastovnarnar. Tað eiga vit at fáa greiðu á, sigur Bjarni Hammer. Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er [...] havið. – Eg sigi ikki, at kópur er orsøkin til støðuna hjá toskinum. Men um hann etur nógv av toski og øðrum fiski, eiga vit at vita, hvussu stór ávirkanin er. Tað er ein partur av at umsita okkara tilfeingi