tilbúgving í Føroyum. Ein stórur innsatsur liggur eftir aftaná dagin í dag. Eg vil inniliga takka øllum, sum hava tikið eitt tak í ódnini. Somuleiðis vil eg takka øllum, sum hava verið til arbeiðis í dag, hóast [...] skaðar hava verið, men tíbetur hevur ongantíð staðið um lív. Tað er gott, at fólk taka náttúrumáttin í álvara og halda seg til boð frá tilbúgvingini. Takk fyri stóra innsatsin Tá ið ódnin brast á, stóðu
vikuskiftið í mai. Føroyingar hava havt bridgesamstarv við Ísland í meira enn 50 ár og hava luttikið í Kjørdæma-kappingini seinastu 15 árini. Tvær ferðir hevur kappingin verið hildin í Føroyum, har umleið [...] vitjað í Havn. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt, at trý landslið skulu luttaka í EM í summar. Umframt opið lið, fara eisini kvinnulandsliðið og eitt veteranlandslið at luttaka. EM í bridge verður í Herning [...] Føroyskir bridgespælarar fara fyrst i mai at spæla við í stórari íslendskari bridgekapping - Kjørdæmismótinum. Kappingin er millum lið úr øllum íslendsku valdømunum – Kjørdæmunum – og Føroyar eru við sum
sum byrjanarstøði, júst sum hini londini í “ríkisfelagsskapinum,” sigur hann við Sermitsiaq. Hann vísir á, at í Fólkatinginum í Danmark og í Løgtinginum í Føroyum verður bert tosað ávíkavist danskt og føroyskt [...] Formaðurin í grøndlendska flokkinum, Naleraq, skjýtur nú upp, at danskt mál ikki longur skal brúkast í grønlendska landstinginum. Hann skjýtur tí upp, at tingskipanin verður broytt, soleiðis at lógaruppskot [...] Hann er kortini sinnaður til at loyva undantøkum í teimum førum, har røðarin bert dugir danskt. Men, sigur hann, “so skal eisini leggjast fram á grønlendskum í somu atløgu”.
Hann verður nevndur dansibandskongur í Føroyum og spælir javnan til stóru dansitiltøkini í landinum. Nú kemur Hans Jacob Hjelm á Summar Festivalin at spæla fyri fyrstu ferð. Hans Jacob og vinmenn, sum [...] Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen, fara at hava konsert í Tjaldinum. Hans Jacob fer at spæla sínar kendu sangir, og bólkurin fer eisini at tríva í onkran av kendu sangunum hjá Dagfinni Olsen. Hetta eru [...] Lagt er upp til hugnaliga konsert við góðum og kendum sangum, har fólk saktans kunnu taka ein svingom í Tjaldinum. Konsertin verður leygarkvøldið klokkan 19.
og 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 989 hPa. við Føroyar fer spakuliga norðureftir. Eitt annað lágtrýst, 997 hPa. vestan fyri Írland fer móti Írlandi. Í dag: Lágtrýstið í landnyrðing úr Føroyum stendur mestsum [...] Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið mánadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri [...] mestsum í stað og dýpist. Tað gevur nógvan vind á okkara leiðum sunnudagin.
Seinast tey vóru í Suðuroynni var í fjør í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, har tey saman við brøðrunum Brandi og Tróndi Enni, og Steintór Rasmussen skaptu eitt rørandi og intimt kvøld í sera hugnaligum umhvørvi [...] Seinastu árini hevur Lena, við sínari framúrskarandi rødd, bergtikið fólk í Føroyum, Norðurlondum eins væl og í Onglandi og Kanada og aðrastaðni við. Við hvør sínum gittara hava tey ferðast frá einari [...] ð fáa suðringar aftur møguleikan at hoyra og uppliva Lenu og Niclas, hesaferð í líka hugnaligum umhvørvi Stóra Pakkhúsi í Vági. Húsið er opið frá kl. 20.00 - 04.00
pallinum í Norðurlandahúsinum í gjár hevði Bent Fabricius-Bjerre De Græd Trio, sum hann hevur spælt saman við í átta ár. Somuleiðis sang songkvinnan, Trine Gadeberg, við í fleiri songum. Í Sosialinum í morgin [...] København rungaðu í Norðurlandahúsinum seinnapartin í gjár. Kendi maðurin handan løgini tann ungi og vælhýrdi Bent Fabricius-Bjerre stóð í gjár fyri fyrstu ferð nakrantíð á palli í Føroyum. Hóast Bent Fa [...] stendur hann ikki í stað, men leitar áhaldandi eftir nýggjum avbjóðingum. Eitt nú er hann nýtrúlovaður við 38 ára gomlu Camillu Arndt. So hóast høgan aldur stendur hann heldur ikki í stað á hesum økinum
stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1023 hPa. yvir Skotlandi fer spakuliga í útsynning. Eitt lágtrýst, 1006 hPa. vestan fyri Ísland fer eystureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum týsnáttina. Í dag: [...] Veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av suðri, seinnapartin veksur hann vindin upp í ein strúk. Kanska sirm fyrrapartin annars turt og sólglottar, tó mjørkaflókar. Hitin millum 14 og 17 stig. Veðrið [...] Lágtrýstið norðan fyri Ísland fer í landnyrðing og brúgvalagið eystan fyri Føroyar fer eystureftir.
12 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1031 hPa. vestan fyri Írland stendur mestsum í stað og ein hátrýstryggur til Íslands verður yvir Føroyum mikunáttina. Eitt lágtrýst, 1002 hPa. við Hvarvið fer í landnyrðing [...] fríggjadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi [...] landnyrðing. Í dag: Lágtrýstið yvir Íslandi fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið til havið vestan fyri Føroyar fer eystureftir.
finalurnar og hópin av øðrum stórum tiltøkum í Føroyum. Vit eru sera spent, hvat Egil fer at finna uppá!. Ljósið hjá Egil er altíð ein listarlig uppliving í sær sjálvum, siga fyrireikararnir á ame.fo. [...] Tað er longu frammanundan greitt, at tónleikurin á Atlantic Music Event verður í heimsflokki, tá Jonas Molinder, Angu, Sic, 200, AVE, Gestir, Marius, Ampop, Eivør, Deja Vu, Høgni Lisberg, Grand Island [...] fara á pall komandi vikuskiftið. Men nú kunnu vit avdúka, at konsertirnar eisini fara at síggja út í heimsflokki. Føroya fremsti ljóssnillingur Egil B. Hansen kemur heim úr Danmark, har hann búleikast