siðvenju við at spæla í Evropa og at vinna í Svøríki. Hetta er sterk mótstøða og helst sterkari enn BK Häcken í fjør, men vit fara á vøllin við eini vón um, at fáa eitt gott úrslit, segði Páll A. Klettskarð [...] – táverandi meistarunum í Svøríki. Malmö FF er núverandi meistari og sjey stig fremt í landskappingini. Nógv bendir á, at Malmö FF er eitt sterkari lið enn BK Häcken. - Ja, tað kann mann gott siga. Teir [...] Páll A. Klettskarð verður helst einsamallur í álopinum. Stóra uppgávan er at halda lív í uppgerðini fram til returdystin í Klaksvík um eina viku.
offur fyri harðskapi. Hetta svarar til tvær milliónir kvinnur. Væntað verður tó, at veruliga lutfallið er munandi hægri orsakað av einum munandi tali í myrkri. Maggie Blyth, sum er varakonstabul í bretsku [...] tjóðarkreppa. Tá talan er um talið av gerningsmonnum, so metir frágreiðingin, at 1 av 20 vaksnum fremur harðskap móti kvinnum og gentum á hvørjum ári. Hetta svarar til 2,3 milliónir fólk. Aftur her verður [...] kvinnum og gentum, stendur í frágreiðingini. Frágreiðingin er umbiðin av landsfelagnum fyri yvirkonstablar, NPCC, og College of Policing, sum er ein stovnur fyri øll tey, sum arbeiða í løgregluni í Onglandi
Talan er um 828 sólpanel, ið tilsamans hava ein framleiðslumátt á 343 kW. Ársframleiðslan væntast at vera um 200.000 kWt, ið svarar til árligu streymnýtsluna hjá 40 føroyskum húsarhaldum. Á sumri í 2022 [...] grøna orkuskiftinum Í orku- og veðurlagspolitikkinum hjá landinum stendur, at stórur tørvur er á sólorku, um málið um 100% grøna elframleiðslu í 2030 skal røkkast, og tørvur verður á 60 MW av sólorkuverkum [...] og vitan um sólorkuframleiðslu í Føroyum, hava vit tilvitað valt at leggja sólpanelir og allar síður – eisini norðursíðuna”, sigur Sjúrður Ferjá. Sólorka og burðardygd At nýta sólorku er enn ein liður
Karmarnir um renningina eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til [...] altíð til ólavsøkurenningina, tí hetta er startskotið til ólavsøkuna. Tilmeldingin er latin upp og vóna, at tit sum fegin vilja luttaka, melda til í góðari tíð. Lættari er tá hjá okkum at skipa fyri. Gevið [...] Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við. Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur, og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj
»Mítt lív í ónáði« Hetta er heitið á einum fyrilestri, sum verður í samkomuhúsinum Lívdini 2. august. Tað er fyrrverandi Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal fortelja um sítt lív sum topp-rockari [...] ringt til Brian Sandberg og spurt hann eitt sindur nærri um hendan fyrilesturin, hann skal hava í Føroyum. – Eg fari at fortelja um mítt lív. Um hvussu ein ungur maður frá einum provinsbýi kann enda sum [...] eg at fortelja um, sigur Brian Sandberg við Sosialin. Skilir væl um fólk eru kritisk Men hví skal man lurta eftir einum manni sum Brian Sandberg? Einum manni, sum hevur verið alt annað enn eitt av Guds bestu
innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu. Tað er bara undirvísing eina ferð um vikuna. So talan er ikki um eina fulltíðar-skúla, men ein skúla við stórum fleksibiliteti. – Til ber [...] upplagdur fyri. Hetta kann vera eitt næsta stig, um tey halda tað vera stuttligt og feitt at gera film, sigur hann. Kann menna Føroyar sum filmsland Tankin hjá Gorm og Anton við filmsskúlanum er eisini, at [...] tíðliga, og tað er gott at royna at gera ymsar filmar, tí so man sær, hvar riggar fyri ein og ikki. Og tann besti mátin at blíva dugnaligari til at gera film, tað er við bara at gera tað. Tað er jú øgiliga
danskar krónur. Hetta er ein minking upp á 46 prosent í mun til fyrsta ársfjórðing 2023. Lækkaðu inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá lægri ferðaseðlaprísum, vísir Jacob Pedersen á, sum er leiðari fyri [...] "munandi" lægri enn í fjør summar. Tað skrivar Ryanair í sambandi við teirra roknskap fyri fyrsta ársfjórðing. Her kemur fram, at ein miðalflogferð í fyrsta ársfjórðingi í ár var 15 prosent bíligari enn í 2023 [...] flogførum og trupulleikar við eykalutum hava avmarkað ferðirnar í Evropa. Hetta hevur havt við sær, at væntanir áður hava verið í flogvinnuni um, at prísirnir fóru at hækka. Fyrsta ársfjórðing var avlopið hjá Ryanair
endurskoðanini av hagtølunum um A-skattaðu lønirnar er, at vinnugreinabýtið fylgir vinnugreinaflokkingini NACE Rev 2.0 hjá Eurostat. Nýggja vinnugreinabýti er nú meira útgreinað enn tað hevur verið og altjóða [...] barsilsgjald. Hagtølini um løn fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av arbeiðsgevara til starvsfólk um samtíðarskattaskipanina hjá TAKS. Lønarhagtølini fevna tískil um A-skattskyldugar lønir frá [...] kunnu síggjast í hagtalsgrunninum her . Um lønarhagtølini Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbe
Justinussen (43.) 1-2 Sjálvmál (82.) 2-2 Gregers Arndal-Lauritzen (92.) Enn er frísparksmálið hjá Adriani ikki tøkt, men tað fyrsta tað er tøkt fáa vit tað út á in.fo. [...] Føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældu seinnapartin í dag fyrstu dystirnar hetta kappingarárið. Mattias H. Lamhauge vardi málið hjá FC Fredericia sum vann ein góðan 3-1 sigur á útivølli [...] aftur og skoraði trý mál. Fredericia Dagblad letur illa at avrikinum í fyrra hálvleiki, men stórfegnast um avrikið og hugburðin Fredricia vísti í seinna hálvleiki. Sambært hagtølunum hevði Mattias fimm bjargingar
Neyðugr er ikki enn at flyta manningina av skipinum. Sambært Maritime Danmark var skipið á veg úr Mundra í India til Colombo í Sri Lanka, tá eldur kom í tað av ókendum orsøkum í illveðri. Talan er um eitt [...] eitt leigað skip, sum er skrásett í Panama og er úr Japan. Tað er bygt í 2024, skriva miðlarnir. Mærsk upplýsti fríggjakvøldið, sambært Maritime Danmark, at trygdin hjá manningini er teirra hægst raðfesting [...] skip send út seinnapartin leygardagin at hjálpa til við at sløkkja eldin á bingjuskipinum hjá Mærsk. Hetta skrivar indiska sjóverjan á sosiala miðlinum X. Millum annað flogfar, tyrla og trý skip luttaka í