Indianska sjóverjan stríðist framvegis við at fáa tamarhald á eldinum á skipinum Maersk Frankfurt.
Tí vórðu ymisk skip send út seinnapartin leygardagin at hjálpa til við at sløkkja eldin á bingjuskipinum hjá Mærsk.
Hetta skrivar indiska sjóverjan á sosiala miðlinum X.
Millum annað flogfar, tyrla og trý skip luttaka í sløkkiarbeiðinum.
Eldurin kyknaði fríggjakvøldið okkara tíð umleið 100 sjómíl - 185 kilometrar - frá indiska statinum Goa í Arabiska havinum.
Í góðan hálvan dag hevur indiska sjóverjan stríðst móti eldunum.
Í uppslagnum eru eisini fleiri myndir og video frá átakinum deildar.
Her sæst millum annað eitt minni skip sproyta vatn á stóra bingjuskipið við vatnkanón.
Úr luftini hevur eitt flogfar áhaldandi stuðlað við yvirliti og metingum av støðuni.
- Neyðugr er ikki enn at flyta manningina av skipinum.
Sambært Maritime Danmark var skipið á veg úr Mundra í India til Colombo í Sri Lanka, tá eldur kom í tað av ókendum orsøkum í illveðri.
Talan er um eitt leigað skip, sum er skrásett í Panama og er úr Japan. Tað er bygt í 2024, skriva miðlarnir.
Mærsk upplýsti fríggjakvøldið, sambært Maritime Danmark, at trygdin hjá manningini er teirra hægst raðfesting, og at tey hava áhaldandi samband við skipseigaran og rakstrarfelagið.
/ritzau/











