málið við lógaruppskotinum, er at tryggja øllum fólkum kring landið atgongd til støðugt fleiri tilboð um heilsutænastur í nærumhvørvinum, at tryggja fólki somu tilboð um heilsutænastur í øllum landinum [...] og mennast í heilsufakligum umhvørvum kring landið Talan er í grundini um eina nýggja kommunulæknalóg, sum kemur í staðin fyri galdandi lóg um kommunulæknaskipan frá 1999. Ítøkiliga skal kommunulæknaskipanin [...] landið, og fyri borgaran fer hetta at merkja, at viðgerðir í størri mun kunnu fara fram í nærumhvørvinum, og harvið fær borgarin lættari atgongd til tilboð um heilsutænastur. Hetta fer serliga at vera til fyrimuns
bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott [...] kemur fyri, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Neyðugt er tí, at hvør einstakur syrgir fyri at hava nóg stóra frástøðu til keiina. Umráðandi er, í heila tikið, at vera umhugsin [...] til at bólkabýta úrslitið. //Kunningarfundur um trygd, atgongumerki og svimjihetta// Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verður kunning. Talmerkt hetta og atgongumerki, ið gevur atgongd til kappróðrarøkið
fyri “fólkinum”, og hetta er høvuðsorsøkin til at “populisma” trívist í hesum flokkinum. Gamla establishmentið í “GOP” er í dag bert ein skuggi av sær sjálvum. Fólkahugsjón (populisma) er ikki tað sama sum [...] parti. (...) Intet - intet - er vigtigere end at redde vores demokrati (...) Jeg har besluttet, at den bedste vej frem er ved at give stafetten videre til en ny generation. Det er den bedste måde at forene [...] to make our institutions function.” (p.213) Hetta er eitt áhugavert ískoyti til tey politisku vísindi, ið leggja størri dend á áljóðandi stýrisskipan enn á institutionell viðurskifti: “When French thinker
lønarlyftinum einar 5.000 krónur meira um mánaðin í hesum tíðarskeiðinum, so tað ger veruliga mun, sigur hann. Løgmaður er eisini serliga fegin um, at privati arbeiðsmarknaðurin eisini hevur [...] meira pengar um hendi, sigur løgmaður. Allir føroyingar rætt til náttúruna Løgmaður nevnir eisini málið um gongd í haga, sum hevur verið til nógva umrøðu seianstu árini. Tað er málið um burðardygga ferðavinnu [...] – Avbjóðingin har er, sum eisini hevur verið nógv frammi, at tað er øgiliga dýrt at byggja, og tí verður leigan alt ov høg, og hægri enn tey flestu klára at rinda, og tað er so uppgávan hjá Bústøðum
avspeglar dagsins talumál. Men er hetta so? Tað, sum er púra burturvið í hesum uppskotinum, er vanvirðingin av orðinum og tí meir enn túsund ára gamla embætinum, ”løgmaður”, har latið verður upp fyri [...] við grundgevingum um, at hetta mátti kannast nógv nærri. Men eitt tað fyrsta, sum núsitandi formansskapur legði fram, var júst uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya [...] verður róptur presidium. Men í eitt nú Danmark halda tey rættiliga fast við mansheitini sum formaður, sjálvt um talan er um kvinnur. – Men tað stuttliga, sum eg havi upplivað er, at tá eg nú fái inn
her vestri og skerdur er friðardúgvunnar vongur” (Er krígshjálpin til fólksins besta?, februar 2023) Hetta er ørindi úr yrking hjá mær í februar í fjør, og framvegis – meira enn eitt ár seinni – halda [...] áfram við ótálmaðari megi. Hetta er heldur ikki í lagi. Tí sum stendur í yrkingini “44 avgerðarrøddir”: “44 røddir kunnu gera friðarmun hóast kríggj er vorðið gerandiskostur enn hoyrast tó bara bumbudun [...] Týdningarmikið er at fylgja upp á friðargonguna. Næsta stig er tí, at senda eitt bræv til aðalskrivararnar í ST og NATO, ávíkavist António Guterres og Jens Stoltenberg, har kunnað verður um friðargonguna
forsætisráðharran um at finna semju um vápnahvíld í Gazageiranum, gera tað lættari at fáa neyðhjálp inn í økið og verja sivil mannalív. Tað upplýsa Hvítu Húsini í tíðindaskrivi. Hetta er fyrstu ferð, at [...] í gjárkvøldið. Hon segði við Netanyahu, at hon er "sera ørkymlað" um kríggið í Gazageiranum og ofrunum. Hon heitti eisini á ísraelska forsætisráðharran um at fáa eina friðaravtalu í lag. Í dag skal Netanyahu [...] flokkinum, og tók í staðin undir við varaforsetanum, Kamala Harris, sum valevni. - Vit hava nógv at tosa um, segði Biden, tá hann bjóðaði Netanyahu vælkomin í ovalu skrivstovuna. Talsmaðurin fyri tjóðartrygd
við í ólavsøkukabarettini seinastu trý árini. - Tá man hevur gjørt hetta nakrar ferðir, so er tað tí at man ordiliga gjarna vil tað. Tað er nakað serligt at undirhalda fyri ólavsøkugestum. Fólk eru glað, [...] onkuntíð vera trupult at vita um skemtið riggar, ella um tað bara eru tey sjálvi sum halda tað vera stuttligt. Dávur Birgisson heldur at fyrsta treyt fyri tí sum kemur í kabarettina, er at leikararnir flenna [...] og so minkar láturin so líðandi. Um vit hava haft pausu í einar tvær dagar, so flenna vit aftur. At finna uppá okkurt stuttligt er sum ein virðisløn í sær sjálvum, tað er næstan nóg mikið at man sjálvur
føroyska ferðalagnum er gott, tí 2-0 tap er at liva við á útivølli ímóti felagnum, sum síðsta kappingarár endaði á triðja plássi í Kroatia, og sum av álvara hevur dubbað seg, tí ætlanin er í nýggja kappingarárinum [...] hann var noyddur at spíla seg út og vísa, hvussu góður hann er. Í seinna hálvleiki var heimaliðið, sum ikki er í dystarvenjing, minni ágangandi, enn tað fyrstu løtuna hevði verið, og tá var trýstið á HB málið [...] Setningurin hjá HB á heimavølli um eina viku verður at venda gongdini, og úrslitið í kvøld sigur, at tann møguleikin eigur ikki at verða avskrivaður. Útgangsstøðan fyri dystinum um eina viku kundi verið uppaftur
1977 ein av stovnarunum av Fleyr, sum burturav er eitt flogbóltsfelag. Soleiðis var ikki tá, og stutt eftir kom Mjølnir og restin er søga, kunnu vit siga. Hetta var bara eitt av mongum avgerandi stigum, sum [...] kenna vit Herman sum Fleyr'ara. Har var eingin ivi um tað. Hjarta bankaði fyri Fleyr, sum hann líka til tað síðsta stuðlaði fult og heilt. Hóast Fleyr'ari um ein háls, var Herman víðskygdur sum fáur, og øll [...] minnast Herman Lindberg, sum nú hevur lagt hendur saman fyri seinastu ferð og er farin í annað ljós. Vit lýsa frið yvir minnið um Herman Lindberg. /Flogbóltssamband Føroya