manningina á Haraldi og vóru sostatt skipsfelagar hjá Karsteni: Jóannes á Váli, skipari, Rasmus har Heimi, bestimaður, og Tummas á Rókini, kokkur. Fjórði maðurin var Hans Godtfred Matras, sonur Jóannes á Heygnum [...] Daniel Danielsen. Streymoyggin breyt motorin á veg yvir á Eysturlandið og varð sleipað aftur til lands seint á sumri í 1946. Eg havi hoyrt, at meðan teir lógu á Havnini og riggaðu til til henda túrin, vórðu [...] Tummasar, hevur í sjónvarpinum greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá skipið fórst. Kaj ? hann býr nú á Røktarheiminum í Klaksvík ? er tann einasti á lívi av teimum, sum vórðu bjargaðir hesa syndarligu
ferðaseðlaskipan er á veg. Hetta eru bert nøkur dømi um, hvat er hent á nýggju kósini. Ein sonevnd greining í Dimmalætting sigur tað øvuta, og tí er neyðugt at rættleiða Dimmu Atlantic Airways er á tryggari kós [...] ferðaavgjaldinum á hesum ferðaseðlum, sum sostatt gjørdist eitt slag av stuðli. Tí bar til at seta prísin niður á 695 krónur nøkur stutt tíðarskeið. Tað er harmiligt, at Dimmalætting ikki sær mun á nýggja Lá [...] annars at ganga ígjøgnum tekstin í Dimmu fyri at fáa hesi viðurskifti aftur á beint. Blaðið skrivaði undir yvirskriftini ”Atlantsflog á kós út í tóman heim”, at torført var at síggja nakað skilagott í nýggju
tað ofta av tilvild, at komið verður fram á áhugavert tilfar. Men tað hendi nú um dagarnar, tá ið eg í einum Tingakrossi fyri 1904 kom fram á eina grein um Jørgen á Nesi. Greinin var skrivað av Sverra Patursson [...] longri sjóferðum. Hevði fiskað um alt landið “Tygum hava farið víða um á fiskiveiði, havi eg frætt”. “Á jú. Eg havi verið bæði á Norðhavinum og Vesturhavinum, heimaleiðirnar rokni eg ikki uppí. Eg [...] Gauntlet fekk fatur á bátin og førdi Jørgen við mannskap inn til Víkar. Eina aðra ferð var hann við línu á Høkilinum og hevði júst blakað tað seinasta flotið út, tá hann knappliga brast á av norðri. Fýramannafarið
torvpressu, sum skuldi finnast á hesum leiðum. Hann ætlaði eisini at útvega setepli fyri at fáa gongd á eplavelting í Føroyum. Harafturat hevði hann í huga at fáa fatur á kúm og tarvum til at kunna bøta [...] hevði tríggjar føroyingar við á ferðini og skuldu teir vera við til at seta tær nýhugsanir í verk, sum teir funnu fram til í Hetlandi. Hesir vóru Poul Joensen, av Látrinum á Eiði, Poul Joensen úr Nólsoy [...] vardi í 24 tímar. Teir fóru út á morgni, og fóru so langt út, at teir sóu ikki land. Uttan kumpass og uttan at duga navigatión funnu teir leiðirnar, har línan varð sett á 100 favna dýpi. Línan hevur søkk
3 tímar. Síðani var tað sleipað upp á síðuna á einum tangabáti at taka olju. Nakrir mans mynstraðu umborð á "Willem Barendsz” sama dag. Vit skrivaðu okkara navn upp á bemandingslistan og fingu so eitt nummar [...] var jú stutt aftan á kríggið, og teir hugsaðu allir, at nú hevði Barjama siglt á eina minu. Tað bøtti ikki um óttan, at tað var bara ein leytari upp úr lastini. Men her var eingin vandi á ferð. Komið var [...] við hvalaveiðu á hesum leiðum fyrst í hini øldini saman við føroyskum íleggjarum. Vit hava fyrr havt frásøgnina um Thomas Jacobsen av Skipanesi. Hann fór í 1913 til Suður Georgia at arbeiða á eini hvalastøð
enninar á hesi lagnutungu ferð. ”Kallur” hevði fingið heilt góða veiðu á línunum, íð drignar vóru tann morgunin, so báturin má hava verið tungur. Leitingin Av serligari orsøk fóru fólk heima á Syðradali [...] Hjalmar Joensen vóru við, fór á Leirvíksfjørð og funnu lutir av ”Kalli” á leið har, sum Líðarmunnin er: Tveir kíkar og tveir línuleypar. Petur Juul Jacobsen passaði telefonstøðina á Syðradali, sum vera man [...] verður hildið á Syðradali. Tað var soleiðis, at í seinna helmingi av nítiárunum varð nevnd sett at fyrireika minnisvarða til teirra, ið vóru farin av vanlukkuorsøkum gjøgnum tíðirnar. 30 nøvn eru á varðanum
skrástívarum í bæði borð, sum tað sæst á bílætinum. Á rekkverkið omaná var mangt navnið skorið av monnunum, sum høvdu tilhald á Vertshúsinum, og sum ”slerdu manga løtuna íhel” á træbrúnni. Dreivaðu aftur og fram [...] Manga løtuna minnist eg Djurhuus á Vertshúsinum, har hann plagdi at standa á trappuni og kika út á sjógv eftir onkrum fartoyi, ið hómaðist í havsbrúnni, ella hann lá fram á brúgvarekkverkið og tveitti molar [...] fram, aftur og fram eins og á skipsdekki ella við alboganum á rekkverkinum stóðu og stardu niður í ósan… Tað er so vælgerandi fyri tankarnar at stara niður í rennandi áarstreym, og óivað hevur mangur
gott, minnist Marjun afturá. Kálvalíð lá tá sum í dag langt burtur frá bygdini. Á morgni gekk Marjun í skúla, so heim á døgurða og aftur í skúla, og so kom hon aftur í myrki. Ikki var hon bangin at ganga [...] arbeiðir hon bara av og á sum freelance sosialráðgevi, tí hon er heima og ansar Djóna, men hetta forðar henni ikki í at fáast við ymiskt spennandi á sosialráðgevaraøkinum av og á. Skipar altjóða tiltak [...] son við breki. Royndur ferðaleiðari Hendan dagin Rákið er á vitjan, hevur Marjun longu verið á síni fyrstu uppgávu, langt áðrenn undirritaða kemur á gátt. Hon hevur vaskað í søguliga prestagarðinum í Jansagerði
jarðfrøðingar og djórafrøðingar. 26. januar fór Amundsen á land á Two Hummrocks oynni, og hann er ivaleyst tann fyrsti, sum hevur staðið á skíð á Suður-pólinum. Hann kundi havt nýtt hetta sum eitt fyrs [...] dagurin tá tann fyrsta sleðuferðin var gjørd á fastlandinum á Suðurpólinum. Luttakararnir vóru millum annað Gerlache, Amundsen og Cook. Teir fóru á land á tí nýfunnu Brabrant Oynni við sleðu og við mati [...] var tá, sjálvur sum skipari á einum av teirra skipum. Hetta førdi við sær, at hann var lítið heima. Tá Roald varð borin í heim, búðu tey í Sarpsburg, sunnalaga á eystara armi á Oslofjørðinum. Men meðan hann
hølum og á hotellum. Hennara aðaltema vóru " Sjálvboðið móðurskap" og " Javnrættindi millum kynini". Hon firnaðist ikki andglettin Eftir hesar fyrilestrar vóru ofta debatt-fundir, og tað gekk sjáldan [...] seg aftan fyri eina avís í tokunum, tí fólk úti á gongini peikaðu, gálvaðu, spýttu eftir og flentu at henni. Tað hendi eisini, at hon ikki fekk innivist á onkrum donskum provins-hotelli, tí fleiri gestir [...] Thit slapp at gista har. Thit kundi vera ógvuliga undirhaldandi á einum røðarapalli. Hon var skjót við hvøssum aftursvarum. Tað sigst, at hon á einum fundi møtti einum uppøstum mannligum áhoyrara, sum helt