Vit hava hitt tann 85 ára gamla Jákup Reinert, vanliga kallaður Jákup á Sundi. Hansara søga er áhugaverd. Lutvíst kann hann greiða okkum frá, hvussu tað var at vaksa upp á Sundi, har tað bert vóru [...] vóru Jens, Óli, Nordina, sum búði í Noreg, Andrea, fór til Danmarkar og doyði nokk so ung, Sanna, og Jana, sum var gift í Skopun. Pápi flutti fyrst til Havnar, har hann saman við beiggja sínum, Jens, hevði [...] bókunum. Hann kundi eisini siga á hvørji síðu í bókini, tað stóð, sum hann greiddi frá. Tað var vanligt, at kollfirðingar gingu til Havnar, og tá komu teir eisini framvið á Sundi, tá teir høvdu onkur