varð gjørd sunnukvøldið, og starvsfólkini hjá Eysturlon vórðu kunnað um eigaraskiftið í gjár. Keypsprísurin verður ikki upplýstur. Nýggju eigararnir eru Fróði Sigvardsen, sum millum annað er kendur frá Handlinum [...] sína helvt av SR Invest. – Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera nakrar stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini og [...] víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar verkætlanir í gongd, sigur hann. Sjálvt virksemið heldur fram í verandi hølum á Hálsi. Jógvan Hans Østerø eigur bygningarnar gjøgnum eitt annað
teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt omaná og vunnu seg í fleiri góðar støður og eisini til málmøguleikar, tá ið teir á heimaliðnum ikki vóru neyvir [...] allar og í málið. Tá ið tap var í hendi, sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur sum lið, ið ikki eigur [...] á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt. Fríggjadagin
seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við. Merkti einki lív í búkinum Í 2015 var Johanna Lindenskov Joensen [...] eitt ára gomul, var hon ikki búgvin at fara í vøggustovu, og fekk eisini staðfest hjartafeil. Johanna var tí heima við dóttrini í eitt ár afturat. Katrina bleiv operera og hevur ikki longur hjartafeil. - [...] allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn. - Hon er eitt
aldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki setast í útgjald [...] pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin. Almannaverkið skal fyrst hava játtað pensjónina, og síðani skal TAKS vátta, at útgjaldið úr eftirlønarsamansparingini kann byrja. Ikki altíð ein [...] fyrimunur Tað verður upp til tann einstaka, um hann vil nýta møguleikan. Í viðmerkingunum verður gjørt vart við, at tað ikki fer at loysa seg hjá øllum at byrja útgjaldið fyrr. Privat eftirlønarútgjald
við mammu síni, sum eggjaði henni til at søkja. Mamman náddi ikki at uppliva, at dreymurin gjørdist veruleiki, men var kortini við Annu Røskvu í bakiteltið á ein serligan hátt. Upptøkurnar vóru langar, tíðin [...] verður eitt sindur av drama frá hennara síðu. Les samrøðuna og søguna um serligu troyggjuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum [...] Tá nýggja umfarið av Den store bagedyst verður sent í heyst, verður fyri fyrstu ferð ein føroyingur millum luttakararnar. Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard kom ígjøgnum fleiri upptøkuroyndir og varð
endurgjald í snyrilsmálinum. Fyrstu kvinnurnar hava nú fingið endurgjald frá danska statinum í umstrídda snyrilsmálinum í Grønlandi. Talan er um fýra kvinnur, sum allar hava fingið 300.000 krónur í part. Tað [...] eftir ágangin við sær í nógv ár, sigur Karen-Inger Bast, stjóri í Patienterstatningen. Hon vónar, at endurgjaldið kann hjálpa einstøku kvinnuni at seta punktum. 300.000 krónur í part Fólkatingið samtykti [...] hvørja kvinnu, sum lýkur treytirnar. Krøvini til skjalprógv eru linari enn í vanligum endurgjaldsmálum. Kvinnurnar noyðast eitt nú ikki at leggja gamla sjúkraskrá ella onnur skjøl frá tá fram. Tær skulu eftir
komandi árini. Tað ger tað uppaftur týdningarmiklari, at vit ikki bara seta inn, tá tørvurin á hjálp longu er vorðin stórur. Fysioterapi eigur tí ikki bara at verða sæð sum ein útreiðsla, tá fólk eru vorðin [...] vorðin sjúk ella hava mist førleika. Tað er eisini ein íløga í fyribyrging, heilsu, førleika og sjálvbjargni. Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð til at raðfesta fysioterapi. Vit eiga heldur at spyrja, [...] eutum fleiri staðni í samfelagnum, bæði til at fyribyrgja, viðgera og endurvenja – og til at hjálpa fólki at varðveita tað, tey enn megna. Annika Osvaldsdóttir Sørensen Forkvinna í Fysioterapeutfelag Føroya
ina saman við kommununum, sum í dag hava ábyrgdina av henni. – Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna uppgávuna at týna rottuna í Føroyum, skrivar Fía Selma Nielsen í viðmerkingunum til fyrispurningin [...] Fía Selma Nielsen hevur í dag sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, ein skrivligan fyrispurning um rottutýning í Føroyum. Hon spyr millum annað, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa [...] sær eitt nógv størri mál. – Fermetratalið í Føroyum er avmarkað. Tí átti at verið gjørligt, til dømis við felags innsatsi millum land og kommunur, at týnt rottuna í Føroyum, skrivar hon. Hon vil eisini hava
Føroya fluttu tvey fólk til Múla í juni. Tann 1. juli vóru tey skrásett at búgva í bygdini. Hetta er fyrstu ferð í góð tólv ár, at Landsfólkayvirlitið vísir fastbúgvandi fólk í Múla. Múli liggur norðast á [...] vegasamband í 1989, men hevur í nógv ár verið uttan fastar íbúgvar. Við teimum báðum nýggju íbúgvunum er Múli ikki longur millum føroysku bygdirnar við ongum fólki. Framvegis er eingin skrásettur at búgva í eitt [...] eitt nú Víkarbyrgi, Koltri og Nesvík. Tað samlaða fólkatalið í Hvannasunds kommunu minkaði tó við 12 fólkum seinasta árið. Minkingin stavar serliga frá Norðdepli, sum misti 20 íbúgvar. Kelda: Hagstova Føroya
Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi? Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt stað har reið- og gongufólk í friðsælu hava virkað í sátt og semju [...] Vesturvarða og Rossagøtuna. Borgarstjórin og býráðsmeirlutin í Tórshavnar Býráð virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri [...] fyri gongufólk, reiðfólk og súkkluíðkarar. Rossafólk í Havnardali hava í fleiri førum átala ætlanini, har tey eitt vísa til at súkklur og ross ikki passa saman. Tey óttast, at ross, serliga við børnum og