Grønland kann yvirtaka loftferðsluøkið frá Danmark, um grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá [...] sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið eftir samráðingar við donsku stjórnina. Tað er tó Grønland sjálvt, sum skal taka stig til yvirtøkuna og áseta, nær hon skal fara fram. Signe Munk [...] 2005. Danska ráðfrúan boðar ikki frá nakrari ítøkiligari avtalu ella tíðarætlan fyri Grønland. Tað nýggja er, at hon beinleiðis vísir á føroysku stigvísu yvirtøkuna sum ein møguligan leist fyri Grønland
Hann er Føroyingur, men rennur í einari danskari rennitroyggju. Heiðursmerkið eigur Danmark. Einasti møguleiki vit hava í løtuni, er at føroyskir íðkarar luttaka undir dannebrog, og hóast tað er okkara [...] okkara einasti vegur upp á ítróttarligu tindarnar sum nú er, so ynskja allir føroyingar sjálvandi, at vit skulu umboða okkum sjálvar. Tí er tað avgerandi, um vit vilja menna føroyskan ítrótt í framtíðini, at [...] eru á tremur við dugnaligum rennarum, kastarum og loyparum, so kunnu vit ikki vera við. Fortreytin er, eins og við olympisku leikunum, at Føroyar mugu vera sjálvstøðugar, um vit skulu luttaka sjálvstøðugt
Tað er ikki nóg greitt, hvussu gjøld fyri læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu [...] kunnu tó vera ymisk alt eftir, hvar viðkomandi er búsitandi, og hvørjar reglur ella millumtjóðaavtalur viðkomandi er fevndur av. Sambært løgtingsmanninum kann tað tí vera trupult hjá einum útlendingi frammanundan [...] møguligar útreiðslur. Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað er hóskandi at fáa greiðu á, hvussu skipanin virkar í dag, og um tørvur er á at gera reglurnar og mannagongdirnar greiðari.
Póllandi. Tað skrivar týska tíðindastovan dpa. Standmyndin stendur í býnum Konotopie, umleið 190 kilometrar í útnyrðing úr Warszawa. Sjálv standmyndin er 40,6 metrar høg, meðan krúnulagaði sokkulin er 15 metrar [...] metrar høgur. Sostatt røkkur alt minnismerkið 55,6 metrar upp. Tað er 75 ára gamli vinnulívsmaðurin Roman Karkosik, sum telist millum ríkastu fólk í Póllandi, ið hevur goldið fyri standmyndina. Hann hevur [...] takksemi mótvegis Mariu«. Hetta er ikki fyrsta stóra átrúnaðarliga minnismerkið í Póllandi. Í býnum Świebodzin í vestara parti av landinum stendur ein risastór Jesus-standmynd, sum er gjørd við íblástri frá kendu
Tað skrivar Veðurstova Føroya: Á Viðareiði er nógv ljósari nú enn í morgun. Undirritaði tók myndina fyri 1½ tíma síðan. Munandi betri møguleiki at síggja nakað enn í Klaksvík. Men, men – alt hongur enn [...] enn í óvissuni, men tað verður umhugsað at flyta tiltak Veðurstaðarinnar til Viðareiðis, sum líkindini er nú. Vit fylgja við og gera møguleigar broytingar. Meir fæst at vita her á heimasíðunum hjá Veðurstøðuni
máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið. Hitabylgjan hevur havt stórar avleiðingar kring Miðevropa. Vandin fyri skógareldum er vaksin, og vatnstøðan í fleiri stórum áum er sera [...] Eysturríki vórðu 41,2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu tikið [...] brúkt sum kølivatn. Í Slovenia er framleiðslan á kjarnorkuverkinum Krsko eisini skerd niður í 80 prosent orsakað av lítlari vatnøgd í ánni Sava. Sambært veðurfrøðingum er Evropa heimsins skjótast hitnandi
plássið frá sandoyingum. Soleiðis verður tað ikki, og nú fyrireika tey í B71 seg stóru uppgávuna, sum tað í 2027 verður aftur at spæla í Meistaradeildini. Tað kann væl vera, at uppflytingin verður staðfest [...] Í dag vunnu sandoyingar 3-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú tað resta átta dystir av hesum kappingarárinum, eru 47 stig á kontuni. Tað eru 20 stig niður til ÍF, sum á pappírinum framvegis hevur møguleika [...] skrivaði B71 undir sáttmála við ein nýggjan danskan spælara. Hann er 25 ára gamal og eitur Nicholas Sejr. Tvær tær undanfarnu ferðirnar er hann skiftur inn. Í dag var hann fyrstu ferð millum teir fyrstu
alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] nú skuldi henda við mammu. Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi [...] kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig. Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil. Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og onga hjálp. Tá familjan er tr
einu ferðina kitlaði bólturin handara stólpan eftir innlegg úr høgru. Hjá AB er tað kærkomið, at málverjin Jesper C. Sørensen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri mánaðir hevur verið skaddur. Eftir steðgin [...] og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi. Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar at vera í egnum brotsteigi í vón um, at tað skuldi eydnast at vinna [...] Henriksen og Gunnar Reynslág, vóru í vár ofta millum teir fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir
senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi fríggjadagin 2. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð [...] Sinnisbati skrivar, at endamálið við virðislønini er at heiðra ein persón, átak ella felagsskap, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum [...] serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina. Oddvør fyri hennara góða og