30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálvum. Annars er dagurin eisini ein av pálsmessunum.
18. juli. Arnolphus, deyður ár 641. Hann var biskupur í Metz. Eftir deyða hansara henda mong undurverk við grøv hansara, og hann varð skírdur halgimenni.
7. desember. Agaton, deyður ár 250. Rómverskur hermaður, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá ið Decius var keisari. Grikska navnið merkir góður.
Leygardagin 17. oktober fyllir Jógvan Hansen á Bakkanum í Vestmanna 100 ár. Dagurin verður hildin við einum drekkamunni í Bygdarhúsinum frá kl. 15 til 18.
Festival Summarið Norski Animal Alpha er fyrsti tung málmsbólkurin á G! í ár. Hóast navnið ikki er kent í Føroyum, sigur maðurin aftan fyri festivalin
åRasmus Skorheim bleiv 60 ár 5. mars. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Eiði, »Úti á bø 86«, leygardagin 10. mars kl. 19.00.
Týsdagin 1. februar verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði, 75 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29. januar á Brekkuskáki 3 frá kl. 19.00.
27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906.
27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla; harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur.
4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum biskupur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan.