60 ár

Fríggjadagin 1. december fylti Sjúrður Ferjá, lærari í Hvalvík, 60 ár

 

Sjúrður er gjáarmaður. Sonur Kristinu Sofíu - Dinnufíu - og Jógvan Sofus Ferjá, sum bæði eru frá Gógv. Sjúrður er giftur við Marjun, f. Kollslíð, av Eiði, og tey eiga trý vaksin børn. Synirnar Jógvan og Hans Jákup, uppkallaðir eftir hvør sínum abba, og dóttrina Kristinu Mariu, sum er uppkallað eftir báðum ommunum.

Sjúrður Ferjá tók lærarprógv á Føroya Læraraskúla í 1962 og var lærari í Fuglafirði fyrstu fýra árini.

Í 1966 tók hann við sum fyrstilærari í Hvalvík, har hann enn er í starvi. Tá Sjúrður kom til Hvalvíkar, vóru tey bara tveir lærarar í Hvalvík. Í dag eru tey fimm.

Frá 1977 til 1984 sat Sjúrður í bygdarráðnum í Hvalvík/ Streymnesi. Tey fyrstu fýra árini sum formaður. Eisini hevur Sjúrður Ferjá týtt barnabókina Víki víkingur eftir Runar Jonsson. Bókin kom út í 1998.

Sjúrða dámar sera væl føroyskan dans. Hann dansar regluliga saman við eiðisfólki á Látrinum, og hevur gjørt nógv við barnadans í Hvalvík, sum onkur kanska eisini hevur sæð í Sjónvarpinum.

Annars plagar hann at takast við vanligt føroyskt bygdararbeiði norðuri við Gjógv. Hoyggjar, gongur á fjall og flettir umframt slíkt, sum hevur við seyð at gera. Og eisini er hann onkuntíð á floti við pápanum, sum enn av og á flýtur, tá hann fær onkran við sær, hóast hann nú hevur nátt elliárum.

Eisini hevur Sjúrður soleiðis av og á verið onkran túr til skips í summarfrítíðini.