eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og uttanrík [...] Johannesen, og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða [...] at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin og tryggja, at øll norðurlond hava eina sterka og javnbjóðis rødd, sigur Beinir
- Nú verður hildið fram við at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Soleiðis siga tey [...] at gera fyrstu gongubreytina í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður [...] um fýra ár. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv. - Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar. Harafturat
árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Kina, Danmark, Bretland, Niðurlond og Russland. Útflutningurin til Kina vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, [...] Hagstovan skrivar, at útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað. Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum [...] prosentum. Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, "Asia annars", "Afrika annars" og til Miðeysturs. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 432 milliónum
selur Alt Events øl og poppkorn. Á middegi vitjar Bassi á Ljósafløtti og bjóðar børnunum bomm og sunkist. Sølutorg letur upp á middegi, og klokkan 13 letur matsøla og listaframsýning upp í Virkinum. Á menu'ini [...] Jensen og Kristian Højsted at hugleiða um ymiskt. Klokkan 15 fara brandmenn at sýna fram brandbilin uttanfyri Virkið, og klokkan 16 verður barnaundirhald við Angelu og Hannibal í tjaldinum, og hetta verður [...] klokkan 17, og her verður opið til klokkan 22. Klokkan 10 leygarmorgunin bjóðar Sands kommuna øllum til ókeypis morgunmat á Bókasavninum, og her verður høvi at sita og fáa sær ein bita og skifta orð til
reyð og loðin, og kroppurin fer út í eitt, tí bleiv eg ógvuliga glað, tá eg sá at hon hevði kjálkar. Johanna og Katrina vóru innlagdar á Ríkissjúkrahúsinum í seks vikur. Dóttirin bleiv kannað, og fekk [...] viðgerðir, og tí gekk nakað av tíð áðrenn Guðrun sá barnið hon hevði fingið. - Í fyrstani tordi eg ikki at taka hana, tey bóðu meg leggja meg í songina, og eg fekk hana til mín. Hon var evarska lítil, og húðin [...] , tí tú fart einki gjørt. Har vóru leidningar, slangur og pipparí, allatíðina. Ofta steðgaði dóttirin at anda, tá fóru alarmar frá, og læknar og sjúkrasystrar komu rennandi. - Tú noyðist at rista í børnini
størri og meira støðuga fígging yvir fleiri ár og at stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og stuðulstænastum. Eisini eigur leiðsla, fyrisiting og venjaramenning at styrkjast, og betri [...] stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025. Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professara [...] sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Harumframt verður mælt til at styrkja gransking og vitanardeiling, samstarva meira strategiskt við onnur Norðurlond og halda fram við arbeiðinum at kanna møguleikarnar
Føroyar og Scrabster. Føroyar hava ein stóran útflutning av feskum fiskavørum umvegis Bretland til útheimin, og við at seta skip í sigling í millum Føroyar og Scrabster fáa vit eitt sera effektivt og álítandi [...] skjótan og tryggan flutning fyri bæði feskan fisk, og vørur sum skulu heim til Føroya. Símun Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost ”Hjá okkum er tað avgerandi, at feski laksurin kemur skjótt og trygt fram til [...] umvegis Suðuroynna til Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta
ph.d. og greiningar- og granskingarleiðari hjá IDAN; Signar Hilmarsson, úrvalssamskipari hjá ÍSF. ÍSF takkar høvundunum og øllum ítróttafólkum, venjarum og leiðarum, sum hava luttikið í samrøðum og á annan [...] hækka og tryggja fígging til úrvalsítrótt í fleiri ár at stovna føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og stuðulstænastum at styrkja leiðslu, fyrisiting og venjaramenning at minka um fráfallið og raðfesta [...] styrkirnar í føroysku úrvalsskipanini og tey øki, sum eiga at mennast. Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðari hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professari emeritus á Birkbeck, University of London
Betri samtakið heldur fram sum týðandi stuðul hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028. Hetta skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi. Við avtaluni [...] , talentmenning og onnur átøk, sum skulu styrkja føroyska filmsumhvørvið komandi árini. Nýggja avtalan byggir víðari á samstarvið, sum byrjaði í 2023, um menning av føroyskum filmum og filmsverkætlanum [...] føroysk filmsfólk og fingið fleiri filmsverkætlanir úr hugskoti til veruleika. Stuðulin verður latin til størri føroyskar filmsverkætlanir, menning av nýggjum verkætlanum, stuttfilmar og talentmenning. Endamálið
leikloki avloysti Dávid Reynheim liðformannin, og fram ímóti dystarenda var tað um reppið, at Dávid Reynheim eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg og við høvdinum sendi bóltin í handara stólpan. [...] hann rakti ikki bóltin, og so var tann møguleikin burtur. Í seinna hálvleiki legði KÍ fyri við betri fótbóltsspæli enn undan steðginum, og í høgru hjá Jóannesi K. Danielsen og Árna Frederiksberg var onkra [...] verður altjóða fótbóltur skúgvaður til viks. Nú ræður tað um hjá spælarunum og teimum kring KÍ liðið at savna seg um næstu stóru og avgerandi uppgávuna í heimligu kappingini. Tað verður sunnudagin klokkan