ítøkilig verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini verða, hvat tey fara at kosta, nær tey kunnu verða klár ella hvørjar treytirnar verða. Kommunan vil fyrst vita, um grundarlag [...] Í Hesti eru í dag bara 17 fastbúgvandi. Samstundis vísir ein uppteljing hjá in.fo á almenna kortinum hjá Føroyakort, at 38 bygningar í bygdini eru skrásettir sum býli. Tað svarar til meira enn tvey býli [...] kannar áhugan millum fólk fyri at byggja sær sethús ella frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki
Hetta snýr seg ikki um at fylgja við vanligum borgarum. Tað snýr seg um, at tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini eru vekk, áðrenn brotsverkið varð [...] Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at my [...] IP-adressu á einum ávísum tíðspunkti. Ein IP-adressa kann samanberast við eitt telefonnummar. Telefonnummarið ger, at eitt uppkall kemur til rætta telefon, meðan IP-adressan ger, at upplýsingar á netinum
fyri Víking Reykjavík er leiktur. Á útivølli tapti Víkingur Reykjavík eisini 1-3 fyri bosniska liðnum, Borac Banja Luka. Víkingur, ið tapti 1-3 á heimavølli legði seg á odda við einum sjálvmáli í 17. minutti [...] greiðan 6-2 sigur á Víkingi Reykjavík. Aftur í kvøld hevði Víkingur líka nógvar royndir innanfyri málrammurnar, men bosniska liðið var aftur í kvøld neyvari enn íslendsku meistararnir. Nú bíða tey í Vejle spent
leiðari í Filmshúsinum. Tilmeldingin letur upp mánadagin 24. august. Nærri kunning fæst á heimasíðuni filmsfimi.fo og á sosialu miðlunum. [...] er eitt toymi av fimm kreativum fólkum, sum saman hava ment Filmsfimi frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Barbara Lervig, Anton Petersen, Marjun Niclasen, Eir í Ólavsstovu og Karen Kristianna Hildardóttir [...] r Gram, sum er stigtakari. Við ymiskum royndum og førleikum og einum felags áhuga fyri filmi hava tey lagt lunnar undir eitt tilboð, har børn og ung fáa møguleika at royna seg innan filmsgerð og menna
talan um veðrið ein einstakan dag. Talan er um, at miðalhitin á allari jørðini hækkar trý stig. Á landi, í stórbýum og meðan hitabylgjur leika á kann hækkingin vera nógv størri. Paríssáttmálin setti sum mál [...] meira, sum árini líða. Og fólkini, sum ikki longur kunnu liva, har tey hava livað, hvørva ikki. Tey loysa seg ikki upp í hitanum. Tey verða noydd at flyta. Vit síggja longu, hvussu stórt politiskt og sosialt [...] ein sauna - og tú finnur ikki hurðina út. Frásøgnin gjørdi stórt inntrykk á meg. Tá ið kvinnur, sum skulu eiga, noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni
størri dentur verður lagdur á málkunnleika, arbeiðstilknýti og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at [...] tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina javnvág millum tørvin á arbeiðsmegi og ynskið um góða integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í
at mótmælisfólk enntá eru hongd á opnari gøtu í Iran. - Tey vórðu hongd í einum krana á einum torgi, verður lagt aftrat. Meira um slíkar avrættingar í Iran kann lesast á hesi leinkju - https://www.nrk. [...] Talið av avrættingum í Iran er økt eftir mótmælistiltøkini í vetur, og nógvar av ákærunum byggja á veikt grundarlag, sigur Amnesty International. Felagsskapurin veit eisini at siga, at Iran hevur brúkt
knina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Tað [...] Landsverki. Landsverk er myndugleiki fyri ISPS -havnunum í Føroyum og samskipaði vitjanina við havnirnar. Tey trý umboðini fyri U.S. Coast Guard og Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var í
ferkilometrar – ella nærum níggju ferðir samlaða víddina av Føroyum. Serliga stór brunnin øki vóru á Iberisku hálvoynni, í sunnara parti av Fraklandi, Italia, Grikkalandi, Balkanlondunum, Ukraina og Algeria [...] Kortið hjá Copernicus fevnir um eldar, sum hava rakt øki størri enn 30 hektarar. Stóru sirklarnir vísa tey størstu brunnu økini, meðan smærri øki eru merkt við appilsingulum. Tilsamans vóru 19 eldar, sum hvør [...] enn 10.000 hektarar. Tað svarar til í minsta lagi 100 ferkilometrar fyri hvønn eld. Uppgerðin byggir á upplýsingar frá European Forest Fire Information System, EFFIS, sum er partur av tilbúgvingartænastuni
til uppskúling á Heilsuskúla Føroya. Hendan avtalan “ løn undir uppskúling”, varð undirskrivað í januar 2001, og gjørdi avtalan tað, at tey, ið fóru til uppskúling fingu 80% av fullari løn á fyrsta lønarstigi [...] lønarstigi meðan tey tóku útbúgvingina. Hetta gjørdi, at tey starvsfólk, ið høvdu arbeitt innan røkt og umsorgan seinastu 5 árini, í ávíst tímatal um vikuna, nú kundu fara í skúla tí tey fingu løn. Í mai 2001 [...] stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum. Hildigarð var ein av teimum, ið var við til at byggja land og leggja rygg til har á stóð. Eftir hana standa varðar