um Oslo í gjár. - Ukrainski forsetin kunnaði okkum í gjár um, at roynt hevði verið at leypa á flogfarið hjá honum við einari dronu, men eg kann ikki fara í smálutir við hesum. Soleiðis sigur norski fí [...] hittust eisini í morgun. - Hetta er eitt talandi dømi um ein mann, ið leiðir eitt land, sum er í kríggi - ein maður, sum áhaldandi er fyri hóttanum, sigur Jens Stoltenberg. Undir jarðarferðini í dag gekk Volodymyr [...] Stoltenberg, við norska Tv2. Volodymyr Zelenskyj kom til Oslo í gjár saman við konu síni at vera við til jarðarferðina hjá norska Haraldi, kongi, og í gjárkvøldið skuldi hann eisini hitta umboð fyri norsku stjórnina
veður og seinkaðar flogferðir í dag og í gjár, eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup í kvøld. Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20.00 í kvøld. Dysturin millum Kiel [...] Kiel og H71 verður tíverri ikki spældur í kvøld. Orsøkin er, at ferðalagið hjá Kiel ikki nær at lenda til dystin í kvøld. Vit harmast um støðuna og tær avleiðingar, hon hevur fyri áskoðarar, leikarar og onnur [...] Umstøðurnar eru uttan fyri okkara ávirkan, og arbeitt verður við at tillaga skránna. Vit vóna, at dystirnir í morgin kunnu verða spældir sum ætlað. Nærri kunning um skránna fyri morgindagin verður send út, so skjótt
urningur. Enn er tað ikki staðfest, at FC Suðuroy, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, í 2027 aftur verður partur av bestu deildini. Men tað gongur av álvara tann vegin. Í dag vann FC Suðuroy 4-0 [...] Eftir onkur ikki so sannførandi avrik, ið fyrr í summar bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsl [...] einastu, ið hava møguleika at taka uppflytingarplássið, og í FC Suðuroy vóna teir, at spurningurin um uppflyting verður avgreiddur, áðrenn ÍF í 27. og síðsta umfari fær vitjan av FC Suðuroy. NSÍ hevur 22
Forkvinnan í Sjálfstæðisflokkinum, Guðrún Hafsteinsdóttir, segði í sjónvarpssendingini Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum. Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini [...] framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar [...] seta seg í ávísar básar ella villleiða seg um, hvat fólkaatkvøðan í veruleikanum snýr seg um. Virðir eitt nei Fólkaatkvøðan snýr seg um, hvørt Ísland skal halda fram við samráðingunum um limaskap í Evropeiska
Constitutionnel, hevur í dag ógildað bannið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 15 árum. Lógin varð endaliga samtykt í franska tjóðartinginum og senatinum 21. juli og skuldi koma í gildi 1. september. Men [...] framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini. Franski forsetin, Emmanuel Macron [...] aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, uttan tó at seta tal á aldurin. Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark fyri sosialar
umborð á bátin til Føroyar, spælir Queen Machine í Tivoli Friheden í Århus, og eftir framførsluna við Tjarnir, eru bæði Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning á skránni. Hvør einasta konsert er eitt [...] back konsert, men hevur ikki verið á palli síðan. Bólkurin gav tvær fløgur út, sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera [...] omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið. Árið í ár byrjaði við at bólkurin varð boðin at
aftur seint í dystinum, men nærri kom ÍBV ikki at tryggja sær eitt stig. ÍBV er nummar fýra í deildini við 24 stigum fyri 16 dystir. Breiðablik er fremst í deildini við 36 stigum. Leygardagin 29. august spælir [...] liðfelagarnir í ÍBV tók móti Þrótti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Þróttur vann dystin 2-1. Tá 28 minuttir vóru leiktir var Þróttur á odda 2-0. Milena Mihaela Patru fekk spenning í uppgerðina aftur [...] spælir ÍBV dyst á útivølli í Kópavogi móti júst Breiðablik.
Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV framdu eina veruliga sensasjón í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ígjár. ÍBV spældi dyst á útivølli í Kópavogi móti verandi meistarunum, Breiðablik. Breiðablik [...] Allison Lowrey legði ÍBV á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Tá 84 minuttir vóru leiktir økti Fridrikka til 2-0. Verandi meistararnir megnaðu at minka um munin, men komi ikki nærri einum javnleiki, og so [...] so kundu tær hjá ÍBV fegnast um ein rimmar sigur. ÍBV er triðfremst í deildini við 27 stigum. Breiðablik er fremst við 36 stigum. Komandi leygardag hevur ÍBV dyst á heimavølli móti Fram.
MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar frá í morgin 8. september til 23. september 2026. Strandferðslan boðar frá, at í hesum tíðarskeiðnum verður ferðafólkatalið á Smyrli avmarkað, so at hann bert hevur [...] 11.30 ikki sigldir. Ein MES-støð (Marine Evacuation System) er eitt savningar- og rýmingarstað umborð á einum skipi, sum verður nýtt til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning trygt av skipinum í einari [...] einari neyðstøðu. Støðin er samansett av einari uppblásiligari skakt, sum leiðir beinleiðis niður í stórar bjargingarflakar, sum liggja á sjónum.
sum vann gull í 400 metrar renning til U20 EM í Jerusalem í 2023. Hann er Føroyingur, men rennur í einari danskari rennitroyggju. Heiðursmerkið eigur Danmark. Einasti møguleiki vit hava í løtuni, er at [...] Men dag byrjar stóra evropameistarakappingin í frælsum ítrótti. Og hóast Føroyar eru á tremur við dugnaligum rennarum, kastarum og loyparum, so kunnu vit ikki vera við. Fortreytin er, eins og við olympisku [...] skjótt fer at kalla flokkarnar saman aftur um hetta málið. Vónandi fer landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ikki at arbeiða móti tí sum allir flokkar uttan hansara alment hava sagt seg tikið undir við.