endurgjald í snyrilsmálinum. Fyrstu kvinnurnar hava nú fingið endurgjald frá danska statinum í umstrídda snyrilsmálinum í Grønlandi. Talan er um fýra kvinnur, sum allar hava fingið 300.000 krónur í part. Tað [...] eftir ágangin við sær í nógv ár, sigur Karen-Inger Bast, stjóri í Patienterstatningen. Hon vónar, at endurgjaldið kann hjálpa einstøku kvinnuni at seta punktum. 300.000 krónur í part Fólkatingið samtykti [...] hvørja kvinnu, sum lýkur treytirnar. Krøvini til skjalprógv eru linari enn í vanligum endurgjaldsmálum. Kvinnurnar noyðast eitt nú ikki at leggja gamla sjúkraskrá ella onnur skjøl frá tá fram. Tær skulu eftir
ráðharra til endaliga avgerð. Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju og gassi verður mett at svara [...] væntaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum. Oljan verður ikki førd um Hetland, men gassið skal leiðast í rørleiðing til oljustøðina í Sullom Voe. Mótstøða frá veðurlagsfelagsskapum Arbeiðið við Rosebank [...] Equinor, sigur, at málið ikki verður avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina. Verður v
varð gjørd sunnukvøldið, og starvsfólkini hjá Eysturlon vórðu kunnað um eigaraskiftið í gjár. Keypsprísurin verður ikki upplýstur. Nýggju eigararnir eru Fróði Sigvardsen, sum millum annað er kendur frá Handlinum [...] sína helvt av SR Invest. – Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera nakrar stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini og [...] víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar verkætlanir í gongd, sigur hann. Sjálvt virksemið heldur fram í verandi hølum á Hálsi. Jógvan Hans Østerø eigur bygningarnar gjøgnum eitt annað
Tað skrivar hetlendska blaðið Shtelands News. Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sagt, at tað hevur stóran týdning [...] útlendsk oljufeløg at leita á føroyska landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum og hevur tí stóran [...] útlendskum orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki. – Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til at leita og bora eftir olju mennist
Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Øll, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldri [...] fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið skuldi hava mist 174 milliónir krónur við einari íløgu í eitt felag, sum ikki megnaði at vinna pening. Sambært somu umrøðu varð [...] og hava fulla skattskyldu í Føroyum, skulu sambært lóg spara saman til sína egnu eftirløn. Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar í ár 12 prosent av lønini. Pengarnir skulu gjaldast til ein góðkendan
byrjanin til eina langa bíðitíð flóttafólk bera lyklar í lummanum til hús sum kanska ikki eru til kortini varðveita tey eitt sindur av heiminum í einum fotografii einum barnaskógvi einari uppskrift við [...] náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan vegg mamman troystar barnið sigur at alt verður betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin [...] halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin teirra song og
niðurslitin, at tey ikki vóru lóglig. Bótin er 1.000 krónur fyri hvørt dekkið, og tí fær førarin eina bót upp á tilsamans 10.000 krónur. Tað er førarin, sum hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lógligum standi [...] Ferðslupatruljan var í Kollafirði frá klokkan 10 til 12.30 og steðgaði umleið 60 bilum. Serliga ein lastbilur fekk løgregluna at reagera. Lastbilurin hevði 12 hjól, og dekkini á tíggju teirra vóru so [...] standi. Eftirlitið gav eisini onnur mál. Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri ferð, og ein annar fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra ov skjótt. Harumframt høvdu tveir bilar lyktarfeil
milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin [...] nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða [...] fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu, arbeiðsgongdum, fremja ella keypa gransking og menning, menna eina nýskapan lidna sum tó ikki er tikin í brúk ella komin
politisk kós. Ternutún er feskasta dømið um fullkomnan ruðuleika. Tað er ikki bara í samgonguni at ósemja er alment komin út í pressuna, nú byrjar umsitingin eisini at fara út til almenningin ímóti hvørjum [...] samstarvinum. Hvør stýrir hvørjum og hvørjum skal mann lurta eftir - og eru tilmælini ikki avstemmaði og góðkend í samgonguni og umsitingini innanhýsis, og hvør er politiska kósin. Politiska kumpassin [...] norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið - kanska er tað skilagott, men hví avstemmar umsitingin ikki tilmælið, áðrenn býráðsfundin. Tilmælini skulu vera greið og eftirfarandi til politisku skipanina
snúði seg ikki beinleiðis um, hvørt Ísland skuldi gerast limur í ES. Spurningurin var, um íslendska stjórnin skuldi taka limaskaparsamráðingarnar við ES uppaftur eftir ein steðg, sum hevur vart í meira enn [...] fyri fólkið í einari nýggjari fólkaatkvøðu. Stjórnin virðir úrslitið Forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, sigur, at stjórnin virðir úrslitið og ikki fer at halda fram við ES-tilgongdini í hesum valskeiðinum [...] landafrøðiligan mun í Íslandi. Reykjavík var einasta valøkið, har meiriluti var fyri at taka samráðingarnar uppaftur. Í øllum hinum valøkjunum vann nei-síðan. Mótstøðan var serliga stór í økjum, har fiskivinna