tvær vikurnar, teir eru saman á Súluskeri, tí søgurnar frá ferðunum, sum menn minnast afturá eru mangar og góðar. Teir hava altíð kokk og góðan mat við, so hóast nógv er at gera, so eru eisini løtur til prát [...] uppihald. Lýsingarnar í bókini av bygdarlívinum og av fólkunum í ymiskum umstøðum eru sera góðar og spennandi at lesa. Fólkini sum eru fødd har á leiðini tosa vanliga bæði ta gamla gæliska málið umframt enskt [...] hava teir eitt yvirlit yvir grásúluveiðina á hvørjum ári, tað eru bert onkur einstøk ár inn ímillum, at hagtølini av einihvørji orsøk eru vorðin svikalig. Teir vóru vanliga um 10 mans, onkuntíð meira og
í húsinum. So eru vit farnir til útróðrar ein dag. Tað var nógvur lágættarvindur. Vit høvdu kanska eini 30 stykkir av línu. Tað sá ikki væl út til at kunna vinna upp land tann dagin. Vit vóru farnir illa [...] veikur. Vit fara so at rógva til ein trolara at biðja teir sleipa okkum til lands. Vit ætla at fáa alt upp úr honum. Fór báturin, gjørdist ikki við, søgdu teir. Vit fara so at rógva, og tá ið vit hava róð [...] út, at tað gjørdist ov trongligt á vanligu leiðunum. So frætta vit, at bátarnir eru farnir at fiska eystur á havið. Tað var so óhøgligt. Vit fingu at vita, hvar teir royndu, og tað var Brúgvin og Barið,
hann komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt [...] hansara menn hava sýnt í vikuni. - Fyri okkum er dysturin sera týdningarmikil, og vinna vit dystin, eri eg vísur í, at vit verða hangandi í deildini, sigur ein sera spentur venjari. Javnt í tølum Í steypakappingin [...] Klokkan er tólv, tá ið vit veitra Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein koyrir varðliga móti Leynatunnlinum. Seinasta vetur knústi hann ein postbil har á leiðini. Hann festir sær í aftur. Nú eru bert tey fremstu húsini
Hvussu kunnu vit m.a. vita, hvørja avleiðing ein ávís orsøk hevur? Vit kunnu ikki røkka hesum gjøgnum skilbundnar sannroyndir; líkamikið hvussu stóran kunnleika vit hava um eina orsøk, so verða vit ikki før [...] Gaman í hava vit vissu í matematikkini, men hon hevur aftur fyri einki við veruleikan at skaffa, hennara dómar eru púra analytiskir. Allir pástandir um veruleikan eru grundaðir á royndir og eru treytaðir [...] lagi bara er nakað sum vit billa okkum inn. Øðrumegin er próvførslan hjá Hume so sannførandi, at vit eru noydd at taka við henni, men hinumegin tykist tað høpisleyst at hevda, at vit ongantíð kunnu tosa um
í Opinberingini. Vit, sum eru farin gott og væl um hálvan aldur, hava upplivað hesa tíðina. Vóru har, táið tað hendi. Í hvussu er periferiskt. Tey flestu, sum nevnd eru í bókini, eru okkara javnaldrar [...] istiskum leisti. Teir flestu eru framvegis á lívi og ganga ímillum okkum dag og dagliga sum miðal hampamenn á alfaravegi. “Tey sóu reytt”, er heitið á bókini. Nú vita vit ikki, um høvundurin hevur brúkt [...] eitt samankókað referat av teimum samrøðum, ið gjørdar eru. Tá kann ein vandi vera, at tær mest informativu keldurnar stjórna kósini í frásøgnini. Vit vita, at fleiri av teimum, sum vóru aktivistar á vin
felagið fylti 100. Vit gjørdu nógv burturúr. Eg og tveir aðrir úr nevndini fóru niður til Liverpool fyri at royna at fáa teir at koma hendavegin. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit gjørdu avtalu við sjálvan [...] at tey møttust, hóast versjónirnar eru eitt sindur argandi ymiskar. - Tað er framvegis stuttligt at fara í Gundadal. HB fyllir nógv hjá okkum báðum, og har eiga vit nógvar góðar løtur, sigur Birgir, sum [...] HB’arnir hava spælt saman. Sterk bond eru knýtt hesi árini, og umframt fótbóltin er fyrsta vikuskiftið í juni altíð sett av til felagstúr til Oyndarfjarðar. Nú er tíðin komin fyri Birgir at rigga av á liðnum
og einastu minnini um javnaðartíðina eru heitini á salunum, sum enn hanga á veggjunum. Lítla Vega er t. d. Stauningsal-urin og stóra Vega er Kongressalurin. Komin upp í barrina, sum eitur Karnapsalurin [...] n, vóru bíðirøðirnar longu gloymdar. Spenningurin og jaliga kenslan fyltu salin, sum eru eitt slag av inngongd til Kongressalin. Teitursa kvøld Á pallinum bjóðaði Teitur fyrsta gestinum Tobias Frøkær vælkomnum [...] næsta lagnum "To meet you" spældi Kresten Osgod trummir og bassurin kom við aftur. Teitur spurdi um vit høvdu hitt kendasta gestin hetta kvøldið: Jólamannin. Jólamaðurin arbeiddi í barrini eitt skifti og
ovuni til kaffi. Eisini havi eg havt onkra vitjan á deplinum. Umstøðurnar eru góðar, fólk eru serstakliga fitt og blíð, og vit fáa gott at eta. Eyðun Hansen fór blaðungur til skips í 1974 við línuskipinum [...] at sigla, men í 2006 hugsaði eg, at um eg ikki skuldi gerast hangandi á sjónum, var tíðin kanska komin til at royna okkurt annað. Eg hevði tá tikið koyrikoyrt til bæði buss og lastbil, og í 2006 legðist
barnagarð í býnum. Orsøkin er, at Fíggjarmálaráðið noktar kommununi at taka lán til endamálið. Tað eru fimm ár síðani, at Vágs Býráð fór miðvíst til verka í eini roynd at byggja nýggjan barnagarð. Men tað [...] Fíggjarmálaráðið, at serliga nú Vágs Kommuna eisini hevur sett seg í skuld fyri Ellis- og røktarheimið, eru útlit til, at næsta ár fer skuldin hjá kommunini at vera 40 milliónir og fíggjarliga er tað ikki ráðiligt [...] Vágs Býráð hevur lagt stóran dent á at betala skuldina niður og heldur tann gongdin fram, er skuldin komin niður á 35 milliónir í 2012. Fíggjarmálaráðið sigur, at undir røttu fortreytunum, kann tað koma upp
valdinum. - Løgtingið skal taka sær av at smíða lógir, sum eru greiðar fyri samfelagið og slík mál eiga at avgreiðast av dømandi valdinum og tí ætla vit ikki at blanda okkum upp í tað dømandi valdið Eisini Poul [...] treytaleyst vil tryggja, at hesir bileigararnir fáa pengarnar aftur. Politikarar úr øllum hinum flokkunum eru rættiliga ivingarsamir. Yvirhøvur vóru teir samdir um, at Løgtingið skal vara seg fyri at lóggeva á [...] Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum er hægsti fyrisitingarligur myndugleiki hjá TAKS og nevndin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum. Men hesum er TAKS ikki