Tað er nú greitt, at Vágs Býráð noyðist at sleppa ætlanini at byggja nýggjan barnagarð í býnum.
Orsøkin er, at Fíggjarmálaráðið noktar kommununi at taka lán til endamálið.
Tað eru fimm ár síðani, at Vágs Býráð fór miðvíst til verka í eini roynd at byggja nýggjan barnagarð.
Men tað hevur verið neyðugt at taka lán til endamálið. Hinvegin er skuldin hjá kommununi so stór, at tað er neyðugt at fáa serligt loyvi frá fíggjarmálaráðnum til at hækka lánið.
Hetta er ein spurningur, sum tey hava tingast við Fíggjarmálaráðið um alla tíðina.
Ráðið hevur ikki verið serliga vælviljað, tí skuldin hjá kommununi er so stór. Men Vágs Býráð er altíð biðin um at venda aftur.
Tað hevur býráðið gjørt
Men beint nú er so endaligt svar komið.
Og tað var nei!
Um trý ella fýra ár
Í svarinum, sum varð viðgjørt á býráðsfundi í Vági mikukvøldið, sigur Fíggjarmálaráðið, at serliga nú Vágs Kommuna eisini hevur sett seg í skuld fyri Ellis- og røktarheimið, eru útlit til, at næsta ár fer skuldin hjá kommunini at vera 40 milliónir og fíggjarliga er tað ikki ráðiligt.
Hinvegin vísir ráðið á, at Vágs Býráð hevur lagt stóran dent á at betala skuldina niður og heldur tann gongdin fram, er skuldin komin niður á 35 milliónir í 2012.
Fíggjarmálaráðið sigur, at undir røttu fortreytunum, kann tað koma upp á tal, kann loyvi gevast til avdráttarskáa í 2012.
Tá ið tosað verður um rættar fortreytir, verður hugsað um, at skattainntøkan ikki lækkar, rentan ikki hækkar og at kommunan annars ikki kemur undir eina lógarkravda kloakskipan ella aðrar fíggjarligar bindingar.
Men Fíggjarmálaráðið ger eisini var við, at hugsað verður um teir fíggjarligu fyrimunir, ið standast av eini kommunusamanlegging
Men undir hesum umstøðunum kann peningur frígevast, so at barnagarðurin kann byggjast í 2013 og í 2014.
Undir hesum umstøðunum er Fíggjarmálaráðið sinnað at viðgera spurningin av nýggjum-serliga um kommunur verða lagdar saman, tí tað hevði broytt fíggjarligu fortreytirnar munandi, staðfestir ráðið.
Kanna
aðrar
loysnir
Kirstin, Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, ásannar, at tað er eitt bakkast fyri kommununa, at Fíggjarmálaráðið nú hevur noktað kommununi at taka lán til ætlaða barnagarðin.
Men Býráðið ásannar, at hetta slagið er tapt. Av tí sama samtykti býráðið mikukvøldið at avtaka barnagarðsnevndina.
Hinvegin hevur býráðið álagt mentanarnevndini at kanna, hvussu tað so ber til at bøta um umstøðurnar til barnaansing og tað arbeiðið fer nevndin undir beinanvegin.
Vágs Býráð hevur sett 3,2 milliónir av til barnagarðin og ætlaði at sleppa at læna sjey milliónir, men sum tað sæst á hinari greinini, segði Fíggjarmálaráðið nei.
Býráðið ásannar, at tilboðið um barnaansing er ikki nóg gott og tí leggja tey stóran dent á at bøta um umstøðurnar og nú fer mentanarnevndin so undir at kanna tað kann lata seg gera.
110
børn
Barnagarðurin, sum Vágs Býráð ætlaði at byggja, var ein av teimum stóru.
Tilsamans skuldi pláss vera fyri 110 børnum í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.
Barnagarðurin kostar einar 13 milliónir at byggja og hann skuldi verða ein
íløga í trivnaðin hjá ungum húskum í Vági.
Men talan er eisini um ein beinleiðis sparing.
Men er Fíggjarmálaráðið ikki á rættarið leið, tá ið skuldin er so stór?
- Skuldi hevði verðið stór, men avgjørt yvirkomulig. Støðan er eisini tann, at tað hevði borið til at spart pengar við at byggja barnagarð.
- Harafturat er lánið til ellis- og røktarheimið rentufrítt.
Borgarstjórin sigur, at sum støðan er nú, húsast barnaansingin í Vági tríggjar ymiskar staðir við vøggustovu, barnagarði í einum, umframt eina dagrøkt og frítíðarskúla og tað hevði verið bíligari hjá okkum at sloppið at bygt ein barnagarð, tí tað hevði spart stórar rakstrarútreiðslur.
- Ein samanbering við Sunda Kommunu vísir, at sleppa vit at byggja banragarð, høvdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi minkað 800.000 krónur um árið.
- Hevði kommunan so eisini sloppið at yvirtikið lánið hjá ítróttarráðnum, sum er ein sjálvsognarstovnur, hevði kommunan harafturat spart einar 200.000 um árið.
Kroystast
at leggja
saman
Í brævinum, har Fíggjarmálaráðið noktar Vágs Kommunu at taka lán til barnagarðin, vísir fíggjarmálaráðið tvær ferðir til fyrimunirnar við kommunusamanlegging.
Ráðið sigur, at tað er til reiðar at viðgerða umsóknina av nýggjum, serliga um umstøðurnar broytast eitt nú við at kommunur leggja saman, tí tað hevði broytt fíggjarligu fortreytirnar munandi.
Hetta fall fleiri býráðslimum í Vági fyri bróstið á fundinum mikukvøldið, tí teir uppfataðu hetta sum eitt fjalt lyfti um, at vil Vágs Kommuna samanlegging, verður umsóknin um lán til barnagarðurin játtað.
Ella øvugt varð hetta uppfatað, sum ein fjald hóttan um, at verður ongin samanlegging, verður heldur ongin barnagarður.
- Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri ásannar, at soleiðis kann tað uppfatast.
Men hon heldur kortini, at slíkar orðingar kunnu nettupp geva baksláttur og at tað tí ikki er vist, at Fíggjarmálaráðið, við slíkum vendingum, hevur gjørt teimum, sum vilja samanlegging, eina tænastu.
Býráðslimir í Vági siga, at verða kommunurnar lagdar saman, er tað heldur ongin, sum veit, hvar ein barnagarður í Vági verður raðfestur.