størri enn burðaravlopið, tykist tann skeiva gongdin í fólkatalinum at halda fram. Tá hetta stendur við í fleiri ár, sum vit nú hava sæð, koma vit inn í eina ónda ringrás, har fráflytingin tekur so nógv burtur [...] munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu kommununum. Fólkatalið minkaði í 19 kommunum, vaks í 8 og var óbroytt í 3 kommunum. ? Størsti vøksturin var í Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunum. Hetta kemst av stórari [...] hjá einstøku kvinnunum í burðarførðum aldri er minkaður so nógv, tí hann er enn ein tann hægsti í Europa. Orsøkin er, at tað eru so nógv færri kvinnur í burðarførum aldri eftir í Føroyum, tær eru nú eru
høldar um nakrar vikur: ? Onkuntíð hava vit klokkað í tí, sjálvt um vit hava ligið væl fyri, men eg havi so stórt álit á venjaranum og spælarunum, sum vit hava í ár, at eg avgjørt rokni við, at teir fara [...] og steypakappingina í ár. Formaðurin í HB váttar, at í sáttmálunum við spælararnar er lagt upp til, at teir fáa eina samsýning, men hann vil ikki siga meiri og vísir til formannin í Havnar Fótbóltur, Poul [...] er á aldukambinum í løtuni ? bæði so og so. Sunnudagin var ein rúgva av havnarfólki í Gøtu, og tey fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir
aðrir trupulleikar í Føroyum kunnu loysast lættliga, bert vit ikki fáa Tórsvøll. Samstundis hava teir hvør í sínum lagi ein langan ynskilista við lokalum áhugamálum, teir vilja hava framd í verki fyri »allar [...] eru tað bert fáir av tingmonnunum, ið tykjast hava skilt hetta mál rætt, og felags fyri nógvar av hinum hevur verið, at teir hava vavt alt møguligt annað upp í Tórsvøll. Tey løgnastu lokalmálini eru saman [...] grasvøllum í Føroyum, skulu vit sleppa at vera vertir fyri altjóða kappingum. Sum er hava vit bert tann eina, og uttan ein aftrat sleppa vit ikki víðari. Nevnast kann í hesum sambandi, at í fótbólti kunnu
verið her í 21 ár nú, og hóast tað ongantíð hevur verið eitt tilvitað val, at eg skuldi verða verandi í Danmark í so nógv ár, er tað blivið til tað. Eg havi havt møguleika at liva av tónleiki her í Danmark [...] helmingin av sínum lívi búð í Danmark. Hon fór avstað fyri at gera sang og tónleik til meira enn eitt ítriv, og tað hevur eydnast henni. Nú hevur hon búð í 21 ár í Danmark, men tað hevur í grundini ikki verið [...] ímynda mær at gera nakað annað enn tónleik, og møguleikarnir fyri tí eru avmarkaðir í Føroyum. - Hóast eg havi búð øll hesi árini í Danmark, haldi eg ikki, at eg eri fult integrerað í tað danska samfelagið
var útlærdur fekk hann sær verkstað í kjallaranum í húsum sínum í Hornabø, og síðst í sekstiárunum fór hann at selja BMWbilar. Fyrst í 70'unum fekk hann eisini umboð fyri Skoda og Honda. Við bilasølu, [...] gullverdar. Í nógv ár hugti hann eisini til bátin á vestaru vág í Havn, men hann hevur selt partin í bátinum. Martin og Sanna eiga fýra synir: Birgir, Frits, Sólfríður og Jeann. Abbabørnini eru fýra í tali, [...] sum var av Heygum í Vestmann. Lilly var systir Petur Mohr Dam, løgmann. Frits var sonur Gøtu-Anton. Martin, sum er uppvaksin í Hornabø í Havn, fann sær konu úr heimbygdini hjá mammuni, í Skopun. Hann er
verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004. Skipasmiðjan [...] eru smálutir í einstakum orðingum í tekstum, sáttmálum og lógfrøðiligum skjølum. Samráðst í tveir mánaðir Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan og Vinnumálastýrið hava samráðst nú í einar tveir mánaðir [...] skipasmiðjur, men í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna, eru tað tríggjar, sum kunnu koma upp á tal og tað eru skipasmiðjurnar í Sevilla, San Fernando og tann í Porto Real og tær eru allar í Suðurspania. Enn
skyldur. Tey hava meir ella minni ligið í dvala. Hendinga lesarabrøv ella meiningar hava verið í fjølmiðlunum, men ikki hevur tað skapt tað stóra kjakið. Útsagnirnar hjá Katrini H. Petersen eru til meira [...] vit unglingar í okkara bás? Við at ákæra ungdómin fyri líkasælu, tí tey hava eina aðra áskoðan, er at sýna teimum óvirðing. Haraftrat haldi eg ikki, at ungmannafeløgini kring landið hava røkt sínar skyldur [...] røkka sær hægri vitan, er vegurin fram. Ein tann minsti flokkurin í føroyskum politikki, Miðflokkurin, eigur rós uppiborið fyri í heyst at hava skipað fyri politiskum skúla, har bæði fólkafloks-, sambands-
virðislønirnar í ár. Norðurlandahúsið í Havn Fríggjakvøldið 18/3 kl. 19.00 Heðin Kambsdal í Focus Í dag letur upp framsýning við listarmanninum Heðin Kambsdal. Framsýningin er í Galerie Focus í Havn og er [...] Klaksvíkskappingin í fótbólti hildin. Fýra feløg eru við í kappingini, sum gevur ábendingar um, hvussu feløgini eru fyri, nú nýtt fótbóltsár er fyri framman. Tey, sum taka lut í kappingini í ár, eru HB, EB/Streymur [...] Hvonn í Havn/Rás2 Leygarkvøldið 19/3 kl. 20.00 Hátíðarhald og konsert Fríggjakvøldið verður hátíðarhald og konsert í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at tónaskaldið Sunleif Rasmussen fyllir 50 ár og at
Fyrr í ár setti samtykti løgtingið nevniliga eitt annað uppskot hjá javnaðarflokkinum um at seta eina millión av til at stuðla teimum sum búðu í útoyggj, so at tey vórðu meiri javntsett við tey í Meginøkinum [...] javnaðarflokkinum varð tó ongantíð sett í verk, m.a. tí at løgtingsval kom upp í millum og loypti ólag á alt. Flyta pengarnar Nú vil Javnaðarflokkurin so hava uppskotið sett í verk og tí hevur flokkurin lagt uppskot [...] eina varandi loysn, nú fíggjarlógin fyri komandi ár er til viðgerðar. Fyrra part í vikuni Henrik Old sigur, at javnaðarflokkurin hevur ikki læst seg fastan í, nær teir báðir eykatúrarnir hjá Smyrli ímillum
longur er í felagnum - fyribils í hvussu so er - sum tað seinastu mongu árini hevur verið sjálvsagt at taka á við. Átta ára samstarv við Toda Jónsson kann ikki annað enn hava sannført leiðsluna í byens hold [...] spælarar kemst av, at fleiri spælarar sigast at hava kós úr FCK. Miðvallarin Magne Hoseth skuldi í gjár samráðast við Vålerenge í Oslo. Hann hevur verið eitt ár í FCK. Tað hevur ikki treytaleyst verið dansur [...] sum fyri tveimum árum síðani var í landsliðshitanum, hevur ikki verið í FCK hitanum síðani Hans Backe gjørdist venjari. Í vár hevur Thomas Røll spælt við barndómsfelagnum í Silkeborg. Hann hevur verið útleigaður