rødd í sangin "Jesus, hitt ein-asta". Síðani gekk gudstænastan fyri seg við konfirmatiónini, har prestur gav teimum góð orð við á vegnum, eina Bíbliu við einum skriftarorði í, eins og hann handaði teimum eina [...] sum eri miðdepilin í dag? Ella er alt hitt rundan um, meir týdningarmikið? Øll stúran og stákan? Í Lukasar evangeliinum lesa vit um eina mammu og ein pápa sum gloyma konfirmantin hjá sær! Jesus er tólv [...] vit biðja eina bøn fyri tær, hetta er ein bøn fyri ævinleikanum. Her verður biðið um, at tú mást blíva varðveitt og varðveittur inni hjá Jesusi, soleiðis at tú ein dag vilt fáa lut í tí himmlska ríkinum
europeisku fótbóltstjóðunum. Her verður hugsað um Spania, Týskland og Frakland. Spania hevur ongantíð verið heilt uppi á altjóða landsliðstindinum, men talan var um stórar stjørnur úr eitt nú Real Madrid og [...] og Barcelona. Týskland, sum Føroyar vóru um reppið at fáa stig ímóti bæði á útivølli og heimavølli, var varðaheimsmeistari, eins og Frakland var tað, tá Føroyar seinast spældu móti teimum. Nú er avbjóðingin [...] fáa at vita, at tað ikki er pláss fyri teimum. Verjan Eingin ivi er um, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið. Tað er heldur eingin ivi um, at Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen fara at manna miðverjuna.
krónur til barnafilmar. Við teimum útreiðslum sum vera, ber biografurin seg sostatt um 15.000 atgongumerki verða seld um árið. Hetta ljóðar av nógvum. Men tað merkir, at tað skulu verða 27 fólk í miðal til [...] Tvøroyrar Klubbi hevur altíð verið so nógv meiri enn bara ein ølklubbi. Hann hevur næstan øll árini, líka síðani hann varð stovnaður í 1895, verið ein miðdepil á Tvøroyri. Hann var leingi einasta størra høli [...] filmarnar til hinar biografarnar og koma so suður á Tvøroyri. Roknast skal tí ikki við, at ein filmur er eldri enn ein-tveir mánaðir gamal, tá ið suðuroyingar fáa høvi at síggja hann. Leggja hart út Tað kann
spurdi um tað ikki var okkurt, sum hann kundi gera fyri hana. Luffa segði, at hon var so kedd um, at ikki eitt av børnunum var uppkallað eftir pápanum. Tað vóru ráð fyri tí, helt prestur, og spurdi um hennara [...] Teir áttu tveir bátar, ein lítlan árabát og ein stóran maskinbát. Mangt annað sluppu teir eisini við pápa sínum. Eg veit, at eg hugsaði meira enn eina ferð um, hvussu tað hevði verið um Sámal Petur, pápi teirra [...] hart raktar. Vit kunnu enda við at siga, at okkara frásøgnir um Immanuel er eins væl skrivaðar til minnis um allar teir, sum eru farnir og um tey, sum sótu eftir.
ikki kom aftur, var tað onkur, ið eggjaði til at manna ein annan bát og fara at leita eftir teimum; men tá segði ein maður, ið mist hevði son á tí seinna bátinum nei. ”Tí,” segði hann, at ”um ein bátur fór [...] mans á sjónum, og hetta gav íblásturin til Johan Niclassen at fáa ein svimjihyl í Hesti, so menn í hvussu er skuldu duga at svimja, um illa vildi til. Men hetta er eisini enn ein søga um, at fólkið kláraði [...] komin, var eingin í iva um, at ein vanlukka var hend. Fóru at leita, komu heldur ikki aftur Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru
Kristensu. Hann hevði altíð ein sera greiðan boðskap. Sámal Petur hevði skaldagávur, og yrkti hann sang um heimbygdina Skopun. Ein strofa er “Ja, tað var sum eg stóð har og droymdi um tann vakrasta heimstað [...] drúgt at koma inn á her. Seinni keypti Kurt sær ein jepp, og var hann til gleði fyri nógv, tí tað vóru ikki fáar læknaferðir, hann gjørdi heim um øksluna um veturin, tá kavin lá, og menn gravaðu framman [...] vitnisburðin frá ungum av, serliga ein tá Jógvan hjá Mouritsi vitnaði um tá Bleiston sakk á Kappanum og “Coralia” tók fólki í ódnarveðri. Jógvan var kokkur á “Coraliu”, ein sera róligur maður. Mortan í Hvannasundi
teimum 100 árunum. Ikki hissini at náa so høgum aldri. Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvið at vera við til at hátíðardagin føðingardagin saman við tygum, tygara [...] í Runavík. Vit báðar kennast ikki persónliga, men úr tí, sum mær er sagt um føðingardagsbarnið, so er nógv gott at siga frá. Ein sermerkt kvinna, har áræði, vilji og styrki hava mynda tygum á lívsleiðini [...] og hermenn, sum kundu verða ræðandi. Hóast hetta gingu tygum, tá ein fríløta var, leiðina heim til Syðrugøtu, og tá leiðin gekk aftur til Norðragøtu, plagdi Poula systir at fylgja tygum á leið. Næsta
Føroya søgu. Eg veit ikki um tað var ein flís ella ein bjálki sum hann sá í eyganum á hesum manni, tað skal eg ikki taka dagar ímillum. Árið eftir slapp Atli ikki at velja, um hann vildi fara við í løg [...] nakar ivi skuldi vera um hennara trúvirði. Slíkur persónur er trúverdigur og hevur sjálvsvirðing. Ólavsøkugudstænastan. Mær rennur nú í huga eina ólavsøku, tá ein ávísur prestur skuldi halda ólavsøkuprædikuna [...] Kirkju, og er ongantíð sloppin uppí hatta fylgið síðani. Hetta var bara ein viðmerking til ein lítlan part av tí sum Atli skrivaði um, men eg ætli at koma við eini aðrari viðmerking til tann politiska partin
last, slapst heim aftur. Foreldrini, vóru Karsten Hoydal og Marie Louise Falk Rønne. Egil eitur Egil Jørgen Hoydal. Jørgen navnið er eftir langabbanum, Jørgen Falk Rønne, sum var prestur á Sandi seinast [...] einari “klondyke” bygd. Vaksin skjótt, og krígsárini, so hørð tey vóru, høvdu ein heilt nýggjan búskap við sær. Hetta var ikki ein vanlig føroysk bygd, og har vóru bæði sosialir og politiskir spenningar. Stutt [...] bátum, og onkuntíð endaði onkur á sjónum, men har var altíð fólk sum fylgdu við, og fekk tey upp aftur. Klaksvíkin var seinast í 1940’unum var sum sagt ikki ímyndin av eini hugnaligari bygd, og Egil hevði
eftir øld, sjálvt um tað »brýtur í bæði borð«. Kirkjan skal verða ein tílíkur fastur, álítandi klettur inn í eina og hvørja tíð. Hon skal boða tann gamla lívgevandi bíbilska boðskapin, um synd og náði, lóg [...] lóg og evangelium. (Hon skal verja um hjúnalagið, børnini og stríðast fyri, at Guðs góði vilji verður fylgdur). Hon skal ikki verða ein »tongul í brimi« sum slongist higar og hagar, alt eftir hvussu fleirtalið [...] so mugu vit biðja um veking. Vit mugu eisini biðja fyri bispi, prestum, trúboðarum og øllum okkum, sum boða Guðs orðið; at vit mugu boða Guðs fulla ráð, samstundis sum vit biðja um mátt og vísdóm til