rar í sandflogbólti kosnir á fyrsta sinnið í Føroyum. Tilsamans 6 FM stevnur hava verið hildnar kring landið. Hin fyrsta var 27. juni í Fuglafirði og síðani tá, hava stevnur verið í tvær ferðir í Sandavági [...] Sandavági, í Havn, á Sandi og so aftur í Fuglafirði. Á hvørjari av hesum stevnunum hava leikarar vunnið sær stig fyri á tann hátt at hava møguleikan fyri at vinna seg endaligu FM kappingina, sum verður í Fuglafirði [...] líknandi leistur, sum verður brúktur í grannalondum okkara. Hjá kvinnunum eru tað serliga trý lið, sum hava luttikið í flestu kappinunum og sum nú liggja væl fremst í samlaðu FM kappingini. Hesi eru Bylgja
Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar. Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel [...] Esbjerg. Harald Tangen legði Vendsyssel á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0. Hetta var annar [...] Arndal syrgdu málunum hjá Hillerød. Talan er um fyrsta sigurin hjá Hillerød í hesum kappingarárinum. Hillerød er nummar 10 í deildini við fýra stigum.
samanhang til kristindómin. Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir. - [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir [...] hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den
konsulátið frá í morgun, og tað sama ger vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Venjingar verða gjørdar við at evakuera fólk. Franskur konsul í Føroyum er Hanna Jensen í gøtu. Og í fráboðan á heimasíðuni [...] fráboðað, at í sambandi við eina venjing verður nógv virksemi á havnalagnum í Norðragøtu fyrrapartin í morgin, 11. august, tá ein fronsk fregatt venur at evakuera ein hóp av fólki. Franska konsulatið í Føroyum
Constitutionnel, hevur í dag ógildað bannið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 15 árum. Lógin varð endaliga samtykt í franska tjóðartinginum og senatinum 21. juli og skuldi koma í gildi 1. september. Men [...] framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini. Franski forsetin, Emmanuel Macron [...] líknandi aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, uttan tó at seta tal á aldurin. Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark
eru við, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum. Sum liður í hesum arbeiðinum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum [...] og Danmark. Hon hevur áður verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og arbeiðir í løtuni við heimildarfilminum Spiralsagen, sum hon framleiðir í samstarvi við eitt grønlendskt framleiðslufelag [...] øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði ítøkilig amboð og størri innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann
og café. Nógv verður gjørt burtur úr í Silvalandi, og í ár eru nýggjar og stórar hoppiborgir, sum ongantíð áður hava verið í Føroyum. Fyrikomandi Silvi vitjar eisini í Silvalandi hvønn dag, og høvi verður [...] Tíðindaskriv: Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum. Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin [...] verður hjá børnum at heilsa upp á hann. Á pallinum í Silvalandi verða fleiri konsertir og framførslur. Hósdagin undirheldur festligi Bubu. Fríggjadagin hava Operetturnar framførslu, og sangarin Bjarki, sum
Í juli vóru 31.102 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 505 fleiri enn í sama mánaði í fjør og svarar til ein vøkstur á 1,7 prosentum. Starvsfólkatalið veksur framvegis, men vøksturin er viknaður seinastu árini [...] fólk – ella 13 prosent – fleiri enn í juli í fjør. Hesin bólkurin telur nú knapt átta prosent av øllum starvsfólkum í Føroyum og eigur størra partin av samlaða vøkstrinum í starvsfólkatalinum. Størsti bólkurin [...] 15.000 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Talið av monnum vaks við knapt 400, meðan góðar 100 kvinnur løgdust afturat. Uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum Í juli vóru 2.343 starvsfólk
búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini [...] akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi fólkatalið hjá Hagstovuni, er Fugloy í einum flokki fyri seg [...] og Suðuroy við 0,79. Í Føroyum sum heild eru 0,78 akfør fyri hvønn íbúgva. Streymoy liggur eisini á 0,78, meðan Sandoy hevur 0,77 og Borðoy 0,72. ##med2## Færri akfør á útoyggjunum Í hinum endanum eru Stóra
Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark. – Vit gleða okkum [...] gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark, sigur hann. Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august. ##med2## ##med3## ##med4##