ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning [...] týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd [...] við øðrum. Allir hesir eginleikar hava virði, og samfelagið hevur brúk fyri øllum. Harafturat hevur tað eisini stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey duga og hava nakað at
sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur í grasið í Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - So tað, sum vit nú arbeiða við, er fyrra byggistig [...] tikin til, hvør hitaskipanin í nýggju kømrunum verður, men tað verður so ikki olja. - Eg vænti, at tað verður antin jarðhiti ella hitapumpa, og tað verður gólvhiti í øllum bygninginum, leggur hann aftrat [...] Verandi kømur vera nógv útleigað, og tað eru serliga útlendsk ferðafólk, sum bíleggja. Longu nú hava vit fingið fleiri bíleggingar fyri 2027. Martin Karl vísir á, at tað eru serliga tey, ið leiga kømur, sum
hava vit verið í. Í 1990, 1991, 1992 var tað so nógv lús, at tað var reint út sagt forferdeligt. Og har firðir faktiskt góvu upp, tí tað var so nógv lús.” Og tað var eisini um hetta mundið, at fiskurin [...] staði, ár eftir ár – eisini gjøgnum veturin. Tað merkir eisini, at ungur villur fiskur kann møta einum smittutrýsti, áðrenn hann er førur fyri at tola tað. Trupulleikarnir skalerast: meiri aling gevur [...] irus salmonis ). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu parasittunum í havinum. Men tað finst ein onnur lús
Lech Poznan vann 5-0, og harvið er tað greitt, at pólska liðið heldur fram í UEFA Europa League. KÍ hevur ein møguleika eftir at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tað verður í UEFA Conference League. Fyrri [...] A. Klettskarð royndi seg við stútara, og tað varð bjargað á málstrikuni. Fýra minuttir eftir steðgin varð 2-0. Harvið var samantalda støðan 3-0, og so snúði tað seg um, hvussu stórur sigurin fór at verða [...] verða. KÍ hevði ikki marginalirnar á sínari síðu í sambandi við deyðbóltar, og tað eydnaðist ikki, tá ið fleiri av KÍ spælarunum vóru í góðum støðum. Og so varð talan at enda um stórsigur. 3-0 málið var eftir
bygningar, sum á Føroyakort eru skrásettir sum býli. Við 17 fastbúgvandi svarar tað til 2,2 býli fyri hvønn íbúgva. Tað merkir tó ikki, at 21 hús ella fleiri standa tóm. Fleiri hús kunnu verða nýtt sum [...] uppteljing hjá in.fo á almenna kortinum hjá Føroyakort, at 38 bygningar í bygdini eru skrásettir sum býli. Tað svarar til meira enn tvey býli fyri hvønn fastbúgvandi í Hesti. Kortini kann Tórshavnar kommuna nú [...] frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september klokkan 12. Fólkatalið nógv minkað Tað sermerkta við ætlanini er, at Hestur longu hevur nógv hús í mun til fólkatalið. Uppteljingin hjá in
evni frá Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og [...] endamál, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Heilsu- og orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu á listan. Orsøkin verður [...] donsku umvegunum Í dag krevur lóggávan á økinum millum annað kongligar fyriskipanir og kunngerðir, og tað leggur eyka lið afturat tilgongdini. Tá málsøkið er yvirtikið, kunnu føroyskir myndugleikar sjálvir
Social saman við einum teksti. Tað er gjørt við vitlíki og vísir tað, sum líkist einum oljureinsiverki og einum skipi, ið verða sprongd í luftina. Álopið sæst úr erva, sum varð tað tikið upp úr einum flogfari [...] hann mánanáttina almannakunngjørdi eitt sjónband av einum íspunnum bumbuálopi á iransku oynna Kharg. Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sambært tíðindastovuni Reuters. – Forsetanum dámar væl [...] oynna kann tí fáa álvarsligar avleiðingar fyri iranska oljuútflutningin og harvið iranska búskapin. Tað hevði tó ikki verið fyrstu ferð, at USA leyp á oynna. Í mars framdi amerikanski herurin eitt umfatandi
Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga [...] Fólkavøksturin er tó ójavnt býttur kring landið. Í 17 kommunum vaks fólkatalið, í sjey minkaði tað, og í fimm var tað óbroytt. Størsti parturin av vøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum [...] . Hin parturin av fólkavøkstrinum stavar frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð. Tað var 206 fólk seinasta árið. 41 fleiri børn vórðu fødd enn undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið
Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara, sum yvirhálaði á einum stað, har tað ikki er loyvt. Annars hevur tað ikki verið tað stór at gjørt hjá løgregluni, sum tó hevur koyrt onkran fullan mann til hús
fór at koma undir amerikanskt tamarhald, áðrenn Trump fór úr embætinum. – Tað kanst tú vedda upp á. Um tú hevur veddað upp á tað, fert tú at vinna, svaraði Trump. Hann legði aftrat, at Grønland hevur stóran [...] at Grønland verður undir amerikonskum tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. Tað sigur hann í einari samrøðu við sendingina Real America Voice . Verturin, Steve Gruber, segði í samrøðuni