í so máta, fyri tað fyrsta sum eitt amboð at tryggja, at galdandi sáttmáli verður hildin, og fyri tað næsta sum ein fortreyt fyri, at tað yvirhøvur gevur meining hjá okkum at gera nýggjar avtalur um va [...] tað vil siga, meira enn hesin famøsi, ultimativi karmurin gevur rúm fyri. Vit vistu, at tað var nyttuleyst og tí bara fór at verða ein sjónleikur. - Vit vildu heldur brúka okkara orku upp á at fáa skipað [...] maskinmeistararnir, sum starvast hjá SEV og IRF, tóku av innbjóðingini frá Maskinmeistarafelagnum um at koma til kunnandi fundir um støðuna, nú semingsmaðurin er givin í sínum royndum at fáa semju í lag millum
í Fuglafirði. Tað eru úrslit, sum bera við sær, at FM heitið er nærri Víkingi. Víkingur hevur vunnið 19 dystir og tapt ein dyst. Tí er als einki forgjørt í tí at siga, at nú liggja FM gullkrónurnar og [...] omaná undan steðginum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen, sum var tryggur í NSÍ málinum. 20 minuttir eftir steðgin eydnaðist tað Víkingi at fáa hol á. Í dag var Géza [...] vitjan. Úrslitið var, at Víkingur vann 3-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 57 stig. Næst Víkingi er HB við 48 stigum, og í hølunum á HB er KÍ, sum hevur 45 stig og í
Reidar plagar at siga – eingin uppgáva ov stór, eingin hvølpur ov lítil. Tað hevur stóran týdning, at vælkendu røðirnar sum Paw Patrol eru á føroyskum, og tí fegnast vit um, at Labbaliðið nú verður á Vit-appini [...] hvølpunum, sum eru at síggja allastaðni - á ballónum á ólavsøku, á blusum og á leikum annars. Tað hevur verið sera spennandi og stuttligt at arbeiða við Labbaliðnum - ein avbjóðandi uppgáva, men sum Reidar [...] lagdir á Vit-appina. Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reidar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti
komin av útsynningi, og nú eru bátar farnir norður undir Enniberg at royna. Her plagar nátaveiðan at roynast. Bárður Poulsen í Nólsoy sigur, at tveir bátar úr Nólsoy fóru eftir nátungum í morgun, og hetta er [...] eru í byrjanini av nátatíðini, og í dag eru fleiri bátar úti og royna eydnuna. Menn, sum eru eystan fyri, siga, at tað var frískur vindur og óslætt í morgun. Hann var útnyrðingur í ættini og farandi var [...] úr Ennibergi, sigur hann. Bárður Poulsen sigur frá nátamonnunum, sum hann hevur skift orð við seinnapartin, at nógvur bátur hevur verið at sæð bæði eystan fyri og nú eisini norðanfyri. - Gongst alt væl,
hevur ein serligan vin, sum er ein bóghvítuhvalur, og at teir plaga at svimja saman. Hann plagar at leggja armin inn í kjaftin á bóghvítuhvalinum, sum ikki kundi funnið uppá at gjørt honum mein. Og tá [...] Havn fyri at taka bátin, sum løgreglan hevði lagt hald á. Tað endaði við at løgreglumaðurin Bergleif Brimvík ikki gjørdi matari enn at leypa niður í siglandi bátin fyri at handtaka menninar, sum bakbundnir [...] var í kópaskinsstilvum, sum vit ikki rættiliga fingu at passa til lívsstílin sum umhvørvisstríðsmaður. Sum vit sita og práta í kabússini, so fortelur Paul Watson, at hann er vanur at svimja millum hvalir
lond, um at hava 30 prosent av vardari náttúru fyri at hava javnvág í margfeldinum, heldur Tórshavnar kommuna fram at syndra náttúru, árið eftir, at londini í ES samtyktu at endurbøta náttúru, sum er farin [...] rnir tinglýstu lendið við Sandá sum almenna ogn at lata kommununi uttan endurgjald at halda viðlíka, og hóast næstu grannarnir á Múllerstrøð ikki eru partshoyrdir , sum teir óivað hava rætt til eftir [...] Innlendismálaráðnum, sum annars skal kanna eftir, um alt fer rætt fram... “Går den så går den”! Harafturat siga advokatar, at talan var um brot á eina privatrættarliga avtalu, at kommunan seldi fríøkið
rættin við blomkálum, sum kanska trekkir upplivilsið nakað niður. Man kann ikki siga, at stemningurin og umstøðurnar í matstovuni (barrini) trekkja nógv upp heldur. Men kanska fínt, at tað er meira »casual« [...] Menu«, sum er at deila. Fyrsti rætturin kemur øgiliga skjótt inn á borðið, super, og tænarin greiðir væl frá rættinum. Artiskok-dressingur við reyðrótum og heimabakaðum grikskum breyði. Her er einki at taka [...] Og vit hava hoyrt, at tey gera góðan vegetarmat, so tí eru vit spent. Matstovan liggur inni á Nørrebro, ja faktiskt beint við síðuna av vínhandlinum og barrini Rødder og Vin, sum føroyski Sólfinn eigur
servera eisini kjøt. Men tey hava eina vegetar-matskrá, sum vit hava hoyrt um, og sum vit vilja royna. At byrja við fáa vit ein forrætt í trimum pørtum at deila – mandlur, oliven í olju og italienskar rískúlur [...] lekkurt; heitt og crispy. Tað er ringt at steðga at eta, og hetta er ein øgiliga stór portión, mugu vit siga. Síðani kemur næsta servering, og tað eru fýra smáir rættir at deila, millum annað eitt ølandsbreyð [...] Ringt er at finna nakað at seta fingurin á… Stólarnir vóru kanska ikki so góðir at sita so leingi í. Men tað er so tað. Annars var service, matur og stemningur í topp. So jú, ein vegetar-matskrá sum hendan
d í kvøld. Tað merkir, at listin kanska verður liðugur í kvøld. Men tá tað stendur eitt sindur opið, um 3. og endaliga uppstillingarfundurin verður, so plagar tað at merkja, at 3. uppstillingarfundin ikki [...] avgreiddur, og at tey síðstu nøvnini kunnu fáast á pláss seinni. Elin Heðinsdóttir Joensen váttar fyri in.fo, at hon er spurd, um hon vil stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, og at hon hevur játtað [...] játtað. – Eg vil siga tað soleiðis, at vit bæði umhugsa støðuna, tí vit stilla ikki bæði upp, sigur hon – tá vit spyrja, um tað kann hugsast, at bæði hon og pápin, Heðin Mortensen, stilla upp. – Skal tað
havi eg ongantíð havt nakað ímóti at vera tann, sum leverar, tá á stendur. Orsøkin til, at eg taki hetta sum ein stóran heiður, er, at sjómannadagar er eitt átak, sum eg havi serstakliga stóra virðing [...] spurningurin, um Annika fer at byrja at pynta nú. Nú eri eg komin ígjøgnum tey trý viðurskiftini, sum eg ætlaði at koma inn á, men har er eitt afturat, sum eg má nevna. Tað er, at hetta átakið uttan iva hevur [...] egningarskúrarnar, sum eru eftir í landinum, so er eisini langt ímillum skúlanæmingarnar, sum standa har. Vit hoyra eisini javnan fólk tosa um, at tað er so torført at fáa fatur á fiski í Føroyum, at fólk ofta