Kári Jacobsen, Søldarfjørður, Johannes Pauli Viðbjørg Jacobsen, Klaksvík, Viggo Fríálvur Johannesen, Sandavágur, Steffan Kunoy, Klaksvík, Poul Andrias Lamhauge, Steymnes, Johan Larsen, Hoyvík, Jógvan Magnussen [...] nakrar virðislønir lætnar. Bogi Bech Jensen, maskinistur, fekk ein kikara frá Føroya Sparikassa og Jón í Gong, maskinistur, fekk eitt barometur v/klokku frá Tryggingarsambandinum. Viggo F. Johannesen, mas [...] Debes, Vágur, Eyðun Djurhuus, Vágur, Arvid Engskær, Tórshavn, Jens Olivur Erlingssen, Tórshavn, Jón í Gong, Klaksvík, Ellindur Grástein, Fámjin, Tommy Henriksen, Argir, Høgni Houmann, Oyndarfjørður, Dávur
sólpan og í kassan, og í fyrra hálvleiki var Sámal Joensen óheppin, at hann ikki fekk mál, men skotið tók í stólpan og fór ikki í málið. Sámal Joensen var eisini tvær ferðir púra leysur og á veg móti málinum [...] sendi í 1. hálvleiki flatt millum vinir og fíggindar, og bólturin endaði á stólpanum og fór ikki í málið. Onkuntíð sendu teir góðar tvørbóltar í brotsteigin, uttan at nakar var har at stýra teimum í kassan [...] framaftur at stýra verjuni í nøkur umfør, og tað gjørdi hann væl. Hann ger tað kanska ikki so elegant og hann luttekur ikki so nógv í tøttum samanspæli, sum Samson Nesá (burtur í lestrarørindum), men veteranurin
øldina hevði á sær. Átjandu aldar Johann Gottfried Herder er tí í dag ein á mangan hátt meira viðkomandi hugmyndafrøðingur enn 19. aldar Karl Marx. Tað gongur sjón fyri søgn: í hesum lítla og spjadda útjaðara [...] høvdu leitað av bygd til høvuðsstaðin, sótu einsamøll í eini íbúð og kanska onga verndarhond høvdu hjá tykkum. Hvussu er og ikki, nú standa tit her í kvøld og, sum hin tiltikni leðursmiðurin úr Tarsos tók [...] leivdunum av einum útdeyðum viðadinotopia ? spretta á teimum grønu berunum. Í roynd og veru er hetta eitt bílæti av tí seinasta kapitlinum í søguni hjá okkara lítla fólki. Higar kom eitt harðveður, sum skrykti
spældir, og málið ruraði HB í svøvn. Havnarliðið slepti kortini ikki yvirvágini, men ÍF kom við í dystin eftir hørðu byrjanina. Fuglfirðingar vóru offensivir í útgangsstøðuni og lupu á í staðin fyri at liggja [...] á niðara vølli í Gundadali leygardagin. Nýtt graslíki verður í løtuni lagt á ovara vøll, og tí varð dysturin spældur á niðara vøllinum ? allarhelst fyrstu ferð, at landskappingardystur í 1. deild hjá monnum [...] m. Johannes Joensen stóð knappliga púra leysur eftir eitt sindur av ping-pong spæli, sum byrjaði við hornasparki frá Jens Eriki Rasmussen í høgru síðu, og hann skeyt sítt annað landskappingarmál í ár.
minkað um aktivitetin. Fiskasølusamtakið eigur fimm fyritøkur uttanlands. Tvær í Danmark, tvær í Frankaríki og eina í Bretlandi. Í 1997 varð Faroe Seafood Danmark umskipað til eina deild hjá Føroya Fiskasølu [...] ikki longur í fyritøkuni, og samstundis er starvsfólkatalið á fyritøkuni í Boulogne minkað úr 11 niður í 5. Men tað hevur kostað Fiskasøluni ein heilan hóp, at sleppa av við starvsfólkini. Í roknskapinum [...] 1997 eru ikki færri enn 7,8 mió. krónur í óvanligum útreiðslum, og tær fevna sambært viðmerkingunum um løn til starvsfólk søgd úr í starvi í árinum, umframt kostnað í samand við nýggjar verkætlanir. Góð
sindur fyrr í ár, enn hann gjørdi í fjør, tá ið fiskað varð frá august til november. Men meiningin við at byrja longu í juli í ár, er nettupp fyri at vita um tunfiskur fæst longri tíð á árinum enn í fjør. Tí [...] inna í Føroyum. Men tað er neyðugt at arið verður fram við størsta varsemi. Føroya Fiskasøla er ein fyritøka, sum hevur sæð møguleikarnar í fiskiskapinum eftir tunfiski undir Føroyum. Johannes Jensen [...] Fyribils úrslitið av samstarvinum var, at í fjør vóru trý japansk tunfiskaskip undir Føroyum. Royndirnar í fjør góvu so mikið gott úrslit, at roynt verður aftur í ár við trimum skipum. Og tað fyrsta av teimum
búskapin, fóru at floyma inn í landið longu í fyrru helvt í áttatiárunum. Javnaðarflokkurin ávaraði ímóti teimum undan valinum í 1984, men landsstýrið, sum varð skipað fyrst í 1985, steðgaði tíverri ikki [...] STJÓRIN í Føroya Banka, Jørn Astrup-Hansen, leggur ikki fingrarnar í millum í eini samrøðu, sum Berlingske Tidende endurgevur sunnudagin í eini reportasju uppundir at bankakanningin verður kunngjørd f [...] sum ráðgeva í peninga málum. Lóg um landsbankan varð samtykt í 1978, men bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin settu føtur í spenni at stovna landsbankan. OG teimum á baki kom bergmálið í Føroya Banka:
við í danskari pressu. Meðan tað fyri bert stuttari tíð síðani var altavgerandi at fáa danska fíggjarmálaráðharran fyri ein ríkisrætt og annars at fáa donsku javnaðarstjórnina at játta sína skuld í bankamálinum [...] aftur og aftur hevur júkað um. Nevniliga, at danir skulu taka alla skuldina í sambandi við bankabjargingina á seg. VIT síggja Johannes Martin Olsen veitra við einum bíløgdum skrivi frá sama Uffe, sum sukursøtum [...] longu hava drigið í land og umrøða bankamálið sum farin tíð - sum søga. Og tá vinstamenn nú vilja leggja lok á málið er tað tí, a teir vilja ikki hava kannaðan teirra egna leiklut í Føroyamálinum, tá teir
kamarkonsert í Listaskálanum. Í kamar-ensemblenum eru Tórur R. Jacobsen, cello, Nikola Mach, floytu, Anette Nielsen, violin, Kári Bæk, obo og Martin R. Jacobsen, klaver. Tey spæla verk eftir Johan Sebastian [...] Madrigal Sonata fyri klaver, floytu og violin eftir tjekkiska tónaskaldið BohuslavMartinu, sum vrð føddur í 1890 og livdi til 1959. Konsertin er ókeypis.
úsið í Havn Møti sunnukvøldið kl. 18 v/ Petur Jákup Sigvardssen, fyrrv. deildarleiðara. Innsavnan til heimamissiónina. KFUK og KFUM, Tórshavn Mánakvøldið kl. 19?20 í KFUM: »Teen-klub« fyri ung í aldrinum [...] Mikudagin kl. 20: Bíbliutími v/ Hans Hansen. Meinigheitshúsið á Skála Einki ungdómsmøti í kvøld vegna konsert í Runavík í sambandi við sangskeiðið. Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19.00 møti v/ Regini [...] húsið. Hjartaliga vælkomin. Viðareiði Ungdómsmøti verður í missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.30. Daniella og Jóhanna greiða frá teirra ári í Ísrael, har tær arbeiddu á einum barnaheimi fyri brekað børn