um, hvør hevur ábyrgdina fyri at gera arbeiðið liðugt. At sita við leiðsluni í Tórshavnar kommunu krevur samstarv. Krevur víðskygni. Tað er okkara ábyrgd sum valevni, at tæna borgarunum í Tórshavnar kommunu [...] hevur ljóðað, at tað er hættisligt at senda lesandi í sopparaktan bygning, men tað er tað eisini, um einki verður gjørt við bygningin. Sostatt skulu pengar setast av til umvæling, so at vit kunnu skapa [...] komandi borgarstjóran og komandi býráðssamgongu at samstarva við landsins myndugleikar. Sama hvør situr við valdið. Okkara vælferðartænastur eru tengdar at samstarvinum millum land og kommunu. Alt frá skúlum
var ikki ósamd. – Í Føroyum er neyðugt at skifta bátarnar út javnan, um tú ynskir at standa teg í kappingini við hinar, vísti hon á. Tey bæði løgdu eisini dent á, at kapprógvingin í føroysku bátunum í Danmark [...] enn at tey hava megnað at loyst tað sjálvi. – Til eina stevnu lak ein bátur sera illa, tí hann hevði staðið inni alt summarið. Hann bleiv fullur eftir nøkur tøk, men har smurdu vit smør á fyri at tetta [...] hvørjum øðrum, hyggja og heppa undir róðrunum, umframt at fleiri áskoðarar eisini koma, um ikki so nógv sum í Føroyum. – Í Føroyum er tað so seriøst, at róðrarfólkini fara beint heim eftir hvønn róður. Her
luttakaralistan og harvið møguleikan at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis, at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan [...] Vinnustevnan er eitt sera gott høvi hjá føroyskum og útlendskum fyritøkum og stovnum at knýta vinnulig sambond. Til ber at melda til Faroexpo beinleiðis á netinum. Talið av luttakarum er vaksið hvørt ár, og [...] væntandi eisini nakað hægri enn í fjør. Tí ynskja fyrireikararnir at hava yvirlit yvir allar luttakarar so tíðliga sum møguligt, fyri at fyrireika so viðkomandi fundir sum gjørligt. Partenariatið verður
bert ber til, um foreldur duga at síggja og lesa tørvin av og síðani møta tørvinum við at vera um barnið. Við tí samspælinum fær barnið stimbran og umsorgan. Tað vil siga, at tað er kvaliteturin av samveruni [...] umráðandi, at grundleggjandi tørvirnir verða møttir, men hóast barnið ikki hevur tørv á so nógvum øðrum umframt hesum, so er tað tó eisini umráðandi fyri sekundera umsorganarpersónin, at hann sleppur at menna [...] barnsburðafarloyvinum, so hevur hann møguleikan at menna eitt sterkt tilknýti til barnið og sleppa longur upp í hierarkii hjá barninum. Viðmerkjast skal tó, at pápar sagtans kunnu menna eitt gott tilknýti
Reint persónliga leggi eg ikki nógv í hetta, men eg haldi, at vit eiga at hugsa um tey, sum vit í hesum tíðum annars leggja so stóra orku í at verja. Her hugsi eg um tey við ymiskum sjúkum, tey veiku og [...] um heimin, og eisini vit í Føroyum royna at verja okkum - og verja hvønn annan - sum best, argar tað fólk, tá einstøk fólk, sum sambært reglum og tilmælum áttu at verið í sóttarhaldi, kortini rekast úti [...] mannalív upp á tykkara samvitsku - bara tí, tit ikki tímdu at verða inni! Á Facebook-síðuni leggur Kári Jóannesarson á Høvdanum, sum annars ikki plagar at veipa við ørmunum, aftrat: - Hetta er alvorligt! Virðið
Tórshavnar havn hevur í gjár gjørt avtalu við J&K Petersen um at umvæla Skansabryggjuna, eftir at tað í fjør heyst var staðfest, at fleiri akkersboltar, sum halda nýggju bryggjuni, vóru slitnaðir. Umv [...] ætlandi liðugt um hálvan november, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni Tað fer at kosta 60 milliónir krónur at umvæla skaddu akkerini, sum sita í bryggjusíðuni á 8,5 metra dýpi. Harumframt verða nýggj [...] eru slitnað. Nýggju akkerini verða løgd á 4,5 metra dýpi. Kanningar hava víst, at fleiri akkersboltar eru bendir so nógv, at teir hava ikki fulla styrki. Akkersboltar eru slitnaðir, tí teir eru bendir niður
skaðilig evni, NOx, úr roykinum og nógv er gjørt burturúr at dempa ljóðið frá motorunum. Eisini er nógv gjørt burturúr, at umstøðurnar til at reka og røkja verkið skulu vera góðar. Verkætlanin hevur vart [...] – Vit eru fegin um at vera komin hertil og at arbeiðið hevur gingið so væl. Arbeiðið er væl úr hondum greitt, til tíðina og væl og virðiliga innan fyri játtanarkarmin, sigur John Zachariassen, nevndarformaður [...] longu týðandi partur av framleiðslutólunum hjá SEV, og við økta máttinum er trygd fyri, at tøkur máttur altíð er til at veita streym í meginøkinum, eisini tær tíðir á árinum, tá ið lítið er av vindi og vatni
ógreitt. – Vit kunnu framleiða, so at vit hava vøru á goymslu. Tað eru vit vanir við at gera. Men vit mugu eisini ansa eftir, tí at vit mugu eisini tryggja okkum, at vit sleppa av aftur við vøruna seinni [...] øðir, og har er opið. Men tað eru tó avmarkingar á, so at ikki ov nógv fólk sleppa inn í handilin samstundis. Okkara kundar eru tí sera varnir at keypa, sigur Páll Gregersen. Bremsa Tey umleið 100 sta [...] mugu vit kanska bremsa eitt sindur, sigur Páll Gregersen. Rakar fiskimenninar At kundarnir í Spania og Italia aftra seg við at keypa saltfisk úr Føroyum, ávirkar ikki bara saltfiskavirkini í Føroyum, men
hælsinuni, at hann er ikki førur fyri at spæla. Tað kann væl vera, at hann ikki fer at spæla aftur við EB/Streymi. Hann er leigaður úr B36, sum hevur trupulleikar í miðverjuni, og tí fer Bjarni at flyta aftur [...] Tað er ikki so ofta, at tað fríggjakvøld er møguleiki at síggja fótbólti á hægsta støði í Gundadali. Soleiðis verður tað í kvøld, tá ið B36 fær vitjan av EB/Streymi. Tølini siga, at tað í miðal verða skorað [...] Tað er ongantíð endað málleyst, tá ið EB/Streymur hevur spælt ímóti B36 í Gundadali. Síðsta ferðin, at EB/Streymur vann fulla úrtøku á útivølli ímóti B36 var í 2012. Á veg ímóti FM heitinum vann EB/Streymur
mangan einasti møguleikin fyri at fáa nakað stig, sigur Jesper Mathisen, sum heldur at dómararnir mugu finna røttu javnvágina. - Uppgávan hjá dómarunum er at ansa eftir, at teir evnaríkastu spælararnir ikki [...] fótbólti. Hann vísur millum annað á, at tað er týdningarmikið at verja teknisku spælararnar, so teir ikki verða sparkaðir úr hvørjum dysti, og tað er týdningarmikið at finna røttu javnvágina í dømingini [...] monnum, at føroyskir dómarar lata hart spæl ganga. Í seinastuni hevur Petur Reinert verið miðpunktið við dømingini í dystinum millum ÍF og KÍ. Tað hevur havt fleiri øðrvísi hugleiðingar við sær, at tað nú