hjartans inniliga tøkk fyri, at hon hevur havt dirvi til at átaka sær alt hetta sjálvbodna arbeiðið. Vit hava øll stuðlað henni í hesum allan vegin - eisini nú. Tøkkin verður eisini beind til tey, ið litu [...] við øllum tí, sum tað inniber - kundi gerast veruleiki. Enn einaferð: Stóra takk, øll, fyri at tit vildu og tordu!
propagandaini í Føroyum er Ísland antin a) eitt paradis fyri liberalistar, har fólk sleppa undan at gjalda skatt til allar nassararnar, og tískil eru heldur ongir nassarar ella b) eitt grátiligt stað at búgva [...] væl fara og vera nøgd við, at Almannastovan gjaldar íbúð, mat og klæði forever. Jújú, í Føroyum seta vit eisini andingargrímuna á. Og líma hana fasta. Mín spurningur er: hvussu kann Almannastovan lata hetta [...] standa í blaðnum, errin av børnunum og errin av, at hon fann røttu kósina. Tað er jú soleiðis, at eru vit komin út úr einum stórum myrkum skógi, so skal meira til enn nakrir tornarunnar at steðga okkum aftur
skattin til frama fyri brúkaragjøld, gjalda vit øll fyri tað vit brúka. Hví skulu vit, sum ikki eru gomul, gjalda fyri ellisheim? Hví skulu tey, sum ikki hava børn, gjalda fyri barnaansing og skúlar? Hví skulu [...] vanliga arbeiðaranum. Eg skilji ikki hesar tankarnar. Um vit skerja skattin mugu vit eisini skerja almennu veitingarnar samsvarandi. So hvussu fíggja vit skattalættan - hvat siga tit, sum ynskja hann? Eg havi [...] sjómansskattin, ella kanska heldur um manglandi sjómansskattin, um tey 7,5 % av skatti, sum vit vanligu fólk gjalda meiri enn sjómenn. Eg haldi, at okkurt undrunarvert kom fram í kjakinum. Serliga vóru tað
at glíða út á vegin, tað má so bara vera ein vandi, vit mugu liva við í einum privatbilistsamfelagi. Vit taka øll helst koyrikort, so títt og knapt vit fylla 18, men at kanska minst helvtin av okkum ikki [...] hava kúnna. Og føroyingar hava ... bilin. Tann heilaga privatbilin. Vit eiga fleiri persónbilar pr. íbúgva enn flest onnur lond, og vit hava helst færri kilometrar pr. íbúgva at koyra teir á, enn flest onnur [...] Hugsið okkum, at privatbilisman var avtikin! (orsaka, orsaka, eg veit tað er blasfemi, men vit spæla bara!) og vit í staðin høvdu eitt vælvirkandi net av almennari ferðslu, - bussar fimtahvønn minutt allastaðni
tamb at spyrja, um fólk vildu tekna seg fyri at keypa seinastu barnabókina hjá Mariannu Debes Dahl. Tá vit komu til eitt ávíst hús, hugdu vit væl niður á skógvarnar, áðrenn vit fóru inn í gongina at banka [...] banka uppá - at vita um teir vóru skitnir. Tí vit vistu, at við fyrsta knúgva á hurðina fór konan at koma rennandi. Áðrenn hon hevði fingið innhurðina upp, rópti hon "ikki traðka á gáttina! Eg havi akkurát [...] Haldi ikki hon keypti so nógvar bøkur frá okkum. Kann eisini koma í tankar um aðrar konur, sum ikki vildu at børn spældu í kjallaranum - har annars hvørki gátt ella gólvteppi var - tí babba hevði akkurát
eingilsmenn vildu ikki risikera nakra hernaðarliga innrás úr neðra, sigur søgnin. ? Men sum støðan er í Evropu í dag, so verður tann óttin helst ongantíð til annað enn eitt akademiskt kjak. Vit hava nú fingið [...] fingið okkara fyrsta undirsjóvartunnil í Føroyum. Men um vit beinleiðis hava kjakast akademiskt um vágaholið, skal eg ikki gera meg klókan uppá, hóast rokið var øgiligt, tá ið príslegan varð kunngjørd. [...] harðast sum oftast verður hoyrdur. Tað eydnaðist í hvussu er hjá vágafólki. Spurningurin er so, um vit flyta perspektivið nakað út í framtíðina, hvør man megna at rópa harðast. ? Norðoyingar ella skála
hesi skipan, til at hon kann halda á, sum er. Vit kunnu ikki blása og hava mjøl í munninum í senn. So vit eru noydd at finna eina meira eintýdda loysn, enn ta vit hava í løtuni. At klára seg sjálvan er ikki [...] sambandi. Loysa frá hvørjum? Sleppa øllum á fjall ella hvat? Sum um vit vóru leys av øllum og mistu alt sambandið við umheimin, um vit valdu loysingina framum sambandið!? Vorðið sum ørvitistos. Eg fái meg [...] at finna seg í at missa meira og meira vald, jú fleiri mál føroyingar yvirtaka, og samstundis enn gjalda hundraðtals milliónir til føroyingar um árið, uttan eisini at krevja rætt til at taka avgerðir f
settir, og vit blivu nærmast tvungin til at hugsa um, hvar vit vóru stødd, og hvagar vit vildu at rákið skuldi bera okkum. Vit blivu eisini forførd til at halda, at okkurt heilt nýtt var í væntu tá vit fóru [...] 2002? Tað sum eg býti merki í, er, at vit í dag liva í einum risikosamfelagi uttan sín søguliga líka, skapt av tí ógvusligu tøknifrøðini vit í dag umsita. Í dag hava vit so skjót tok, bussar og ferjur, at [...] krevur, at vit lata nakað av okkara ríkidømi til tann partin av heiminum sum er við sviðusoð. Vit mugu javna munin út og soleiðis drepa tað eitrandi hatrið sum eyðmýking og fátækradømi skapar. Vit vilja helst
Rupert Hine, fríar teymar at framleiða tónleikin, uttan at teir blanda seg uppí, og í dag halda vit, at vit hava megnað uppgávuna sera væl, sigur Teitur. Tá sáttmálin varð undirskrivaður í fjør, hoyrdist [...] vegin og trúð uppá tað. Vit hava so bjóðað mítt tilfar fram, sigur Teitur, og greiðir víðari frá: ? Eg eri farin beinleiðis til nøkur heilt fá útvald fólk í plátufeløgum, har vit mettu um teir høvdu teir [...] teir eginleikar, ið samsvaraðu við tað, sum vit vildu gera. Hetta eru míni løg og mítt tilfar, eg fari at spæla tað soleiðis, hetta eru fólkini, eg arbeiði saman við. Vilja tit vera við til at útgeva hendan
okkum, sum eisini ferðast tann vegin verður ongantíð tað sama aftur. Og vit fara at leingjast eftir løtunum umborð á Ternuni, eins og vit longdust eftir Sam ella Bragd, tá teir sigldu rutuna Vestmanna/Oyrargjógv [...] brúgvarnar standa, eru lovorðini mong, hóast fólk ilskast - eisini har inn á okurprísirnar, ein skal gjalda fyri at koyra á hesum brúgvum. Men at tær ERU har, hevur eingin nakað ímóti longur. Áðrenn vóru tær [...] hugnaløtuni umborð á Ternuni ella við ferjuleguna í Vestmanna fyri tey, sum skulu til ella frá arbeiði... Vit hava í heila tikið alt, alt ov fá matstøð við landsvegirnar í Føroyum! Og í teimum sera fáu sum eru