túrar saman. Tað sum eg tó fari at minnast Gudmund best fyri, er at hann var eitt gott menniskja og ein góður vinur. Hann gav sær tíð at tosa við teg, lurtaði og spurdi hvussu ein hevði tað, familju o.a [...] Mánadagin fór hann til sítt seinasta hvíldarstað tætt við Sandá. Orsøkin til at eg nevni at arkitekturin er farin, er tann at Gudmund hevur havt sera stóran týdning fyri ríðifelagið á tí økinum. Hann hevur [...] Ríðingarfelag takka Gudmundi fyri alt og sýna samkenslu til tykkum ið vara av. Serliga Svanhild og børnini Hans Albert og Gunrid, men sjálvsagt eisini til øll hini í stóru familjuni. Friður verið við minnið
kanningini. Tað fyllir ikki nógv í skúladegnum at læra næmingar at brúka talgild amboð á ein ábyrgdarfullan hátt. Nógv teir flestu lærararnir brúka als ikki tíð ella minni enn hálvan tíma vikuna til tað. 90 av [...] 484 lærarar ella gott og væl helmingurin av lærarunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum, hava svarað 16 spurningum frá Undirvísingarstýrinum um talgilda undirvísing og aðrar spurningar í tí sambandi. Hesa vikuna [...] settur á talgildisbúgving á læraradegi í Norðurlandahúsinum. Allir lærarar fólkaskúlans hava verið til fyrilestrar og á verkstovum um vitlíki, talgilda undirvísing, tøkniførleikar og sum heild fyrimunir
var í Føroyum, endaði tað við 3-0 heimasigri. Magne Hoseth hevur sett KÍ liðið, og tað sær út, sum tað frammanundan varð roknað við, at tað fór at gera. Eitt sindur óvæntað er tað tó, at Deni Pavlovic ikki [...] at spæla fótbólt í Ljubljana í kvøld. Tað eru trý hitastig, og so regnar tað. Grasvøllurin sær út til at vera heilt góður. Olimpija Ljubljana – KÍ kl. 20.00 Dómarakvartett úr Malta: Philip Farrugia, Alan [...] fyri tað mesta hevur verið skiftisspælari í Europa, og René Shaki Joensen, sum mest sum hvørja ferð hevur verið millum teir fyrstu ellivu, eru ikki við í Slovenia, tí teir eru skaddir. Veðrið er gott at
dylur ikki fyri, at byggifyritøkan á Signabø hevur havt eitt gott samstarv við Bústaðir. - Vit bygdu eisini barnagarðin í Kollafirði, og tað arbeiðið byrjaði nakað fyri, at byggingin á Óðinshædd varð liðug [...] í Líðini í Kollafirði. - Her hava vit leingi ætlað okkum at bygt 24 íbúðir, men eru ikki komin til tað enn. Spurnigurin er, um vit fara at seta hol á hesa verkætlan næsta ár – ella, um vit kanska fara [...] hesum seinastu 16 íbúðunum farin í gongd. Sambært ætlanini skulu hesar seinastu verða lidnar einaferð til várs. - Vit byggja eisini javnan nøkur byggisett, sum eru sethús, ið vit seta upp á staðnum, og síðan
eldri málningar hjá Finleifi, sum eru til sølu. Eisini skitsur og annað kann síggjast á atelierinum hesar báðar dagarnar og fólk, sum koma á gátt, fáa okkurt gott til góman. [...] dagin eru øll vælkomin at vitja í tímunum millum klokkan 13 og 17. - Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, at listafólk lata dyrnar upp til eina øðrvísi framsýning - í atelierinum, har listin verður skapt. Soleiðis
væl av og menninir, sum tyrlan flutti á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir skipsbrotið, eru heima við hús aftur og hava tað eftir umstøðunum gott. - Soleiðis, sum eg havi skilt, og vit hava sæð á filmsbrotum [...] at onnur viðurskifti við bilinum ikki eru í lagi. Vaktleiðarin á løgreglustøðini segði í morgun, at tað annars hevur verið stak friðarligt, og at einki hevur verið á vási í nátt, sum hevur almennan áhuga
á leið. Tað hjálpir onki, at Mette Frederiksen tosar um ”jævnbyrdighed og ligestillede parter i fællesskabet” og ”modernisering af Rigsfællesskabet”, men tá tað kemur til veruleika, ja so er tað meira blá [...] vita, at tað altíð er praktiskur politikkur, sum skal til fyri at loysa stórmál - og ikki juristarí. Besta dømið um hetta er, tá Poul Schlüter og Atli Dam avtalaðu yvirtøku av undirgrundini. Tað er ikki [...] at hon áhaldandi skal verða brúkt sum ein forðing fyri framgongd og broytingum, sum mugu fremjast til frama fyri Føroyar og Grønland. Um ríkisfelagsskapurin skal verða javnbjóðis og m.a. geva Føroyum og
Landssjúkrahúsið við teimum til kanningar. Lagt verður aftrat, at báðir menninir høvdu tað eftir umstøðunum gott. Løgreglan dugir ikki at siga, hví báturin fór at leka, men tað verður kannað. Sambært løgregluni [...] vestanfyri, har báturin var staddur, og tað gekk bæði skjótt og væl at bjarga monnunum úr bátinum. - Tað tók bert eina løtu frá tí, at tyrlan var komin á leiðina, til hon hevði tikið menninar upp og var á
Í kvøld bjóðar Miðnám á Kambsdali til kvøldsetu. Soleiðis er tað um hesa tíðina á hvørjum ári, og undirtøkan plagar at vera góð. Tað eru næmingarnir, sum eiga innihaldið í hesum almenna tiltakinum. Familja [...] á skúlanum, og kvøldið er eisini gott høvi hjá starvsfólkum og næmingum at uppliva okkurt øðrvísi enn vanligu skúlatímarnar. Kvøldsetan verður í kvøld frá klokkan 19 til 21. Á skránni eru tónleikaframførslur [...] sum tey siga og annað spennandi, sum gongur fyri seg á skúlanum. Ein flokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og køku í steðginum.
fegnist um møguleikan at koma aftur til Føroya – bæði til eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss. Tað eri eg sera takksamur fyri, og tað er við stórum áhuga, at eg fari til verka aftur fyri Føroya Tele at [...] við tøknifrøðiligu menningina og krøvini til trygd. Nakrar av fremstu raðfestingunum hjá samtaksstjóranum verða at tryggja, at verkætlanir sum 5G og “Fipur til Heimið” í mest møguligan mun gagna brúkarunum [...] verið stjóri í almenna grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass, og hann vendir í næstum aftur til Føroya Tele. - Kristian R. Davidsen kennir fjarskiftisøkið sera væl. Harumframt hevur hann serliga