Leygardagin og sunnudagin komandi, 11. og 12. november, verður opið í atelierinum undir Torvbrekku 12b á Strondum.
Hetta er atelierið hjá listamanninum, Finleifi Mortensen, og henda dagin eru øll vælkomin at vitja í tímunum millum klokkan 13 og 17.
- Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, at listafólk lata dyrnar upp til eina øðrvísi framsýning - í atelierinum, har listin verður skapt.
Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
- Umframt at síggja nýggjar málningar, er møguligt eisini at síggja eldri málningar hjá Finleifi, sum eru til sølu.
Eisini skitsur og annað kann síggjast á atelierinum hesar báðar dagarnar og fólk, sum koma á gátt, fáa okkurt gott til góman.