m hendingum. Tó er til skjals ein útvarpssamrøða, sum táverandi útvarpsmaðurin Árni Absalonsen hevði við hann 1971. Tá var Ziska 71 ára gamal, og søgan um, hvussu hetta eydnaðist, er henda: Árni var [...] tann 26. mars, at teir fara á land. Tað serliga við hesi frásøgn er sjálvsagt, at her fáa vit hana frá sjálvum høvuðspersóninum, og hetta er sjálvsagt eisini kensluborið. Útvarpið endursendi annars hesar [...] eisini? Ja, pengar eisini. Beskeðin hetja Her endar samrøðan,. Tað er týðiligt, at Ziska ikki hevur hug at tosa um tann heiður, sum er vístur honum. Hetta beskedni ger hann tó ikki til eina minni hetju
Seinni er kirkja komin. Húsini bygd úr greinum Konso er eitt rættuliga stórt øki við nógvum bygdum, sum liggja spjaddar á høvdum í landslagnum. Økið liggur í 15-2000 metra hædd. Millum høvdirnar er so flatlendi [...] mesta av jørðini er kørg. Bert á nøkrum av slættunum er jørðin fruktbar. Her verður so eisini dyrkað. Vanligasti reiðskapurin er slíkur, sum verður brúktur við handamegi. Har tað er meira flatt, nýttu [...] brúkast til nógv, eisini til brennievni. Hetta er veikt tilfar og tí er tað, at smátturnar javnan mugu umvælast. Takið á smáttunum gongur upp í ein spíss. Tað er dekkað strái av korni. Ovast í spíssinum verður
friði, sum heimurin ikki kann geva, og tað er stórur áhugi fyri evangeliinum. Dópur í Søldafirði Nú skrivar Daniel J. Danielsen ikki meira. Hann er sera sjúkur og er farin til Danmarkar at fáa sjúkraviðgerð [...] Størsti skurkurin er Leopold kongur í Belgia og hansara handlangarar. Hetjurnar eru teir, sum stríddust ímóti honum. Her er talan um nokk so nógvar. Men í hesum tíðarskeiðnum er tað fyrst og fremst Roger [...] bøta um hetta. Møguleiki er fyri at geva tilfarið út í bók, og tað er eisini áhugi fyri tilfarinum á enskarum. Tað vil í hvussu er varðveita minnið um Daniel. Hetta hevur hann uppiborðið, uttan mun til hvat
hækkað. Ikki bara tí har er ein vaksandi tørvur. Men eisini tí útreiðslan til tey bústaðartilboðini, sum eru, er vorðin nógv hægri. Hvat er so svarið frameftir? Ja, tað er millum annað at byggja fleiri [...] øgiliga beinrakt. Ein teirra er Jakob. Hann er timburmaður. Og undan kappingunum segði hann: ‘Lumma- roknarin hjá mær er mín besti vinur.’ Ein dugnaligur yrkislærdur er eitt menniskja, har høvd og hendur [...] av Møn. Røðarapallurin er boltaður og festur við tøppum. Har er hvørki brúkt seymar ella skrúvur. Og snikkarin hevur brýnt alt hetta við egnari handamegi. Røðarapallurin her er meira enn bara ein vakur
Vit hava so ikki enn hoyrt um nakran líka gamlan bilførara. Bert hetta sigur, at her er talan er um ein knassa. Tað er stuttligt at práta við Diin. Hann minnist ikki bert tað gamla. Hann minnist eisini tað [...] virksemi í sínum langa lívi. Diurin er sera birgur. Eyguni eru nakað farin, men hann klárar enn at lesa nakað. Hann lesur millum annað við áhuga Miðvikuna í Sosialinum. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at [...] við City of Norwich, har Gunnar Danielsen, ættaður úr Søldafirði, var skipari. Spurningurin er um nakar annar er á lívi, sum hevur upplivað hetta illveður. Fingu ikki oyra fyri heilan túr Í 1936 var Diurin
1872 er árið, tá ið okkara skipsfiskiskapur byrjar av álvara. Tá keypa Trappubrøðurnir í Havn sluppina Fox. Longu í 1878 er skipatalið komið uppá 12. Í 1882 er tað komið uppá 22. Men tá fer at minka aftur [...] aftur, og í 1890 er skipatalið komið niður á 14. Men nú fer aftur at ganga rætta vegin. Í 1892 er skipatalið komið uppá 37, og um aldamótið er tað komið uppá 80. Hetta merkir so eisini, at meira enn 1 [...] Søren E. Müller undir. Hetta er so vítt vit vita fyrsti lønarsáttmáli, sum er gjørdur í Føroyum millum feløg. Tann mest umfatandi broytingin var í reglunum fyri frábýti. Hetta er reglan sum gevur fiskimonnum
Dánjal av Hvítanesi, sum er ein góð lýsing av einum av teimum, sum løgdu grundina undir okkara samfelagi. Nena eigur stóra tøkk fyri, at hon hevur tryggjað, at henda frásøgn er og verður varðveitt. __ [...] so tjúkt í mjørka, at hann laðaði ein varða, sum varð kallaður Sloans varði. Hesin varðin er burturi nú og er horvin í onkrari vegagerð. Einastu hús á Hvítanesi við tilknýti til brøðrasamkomuna var okkara [...] í 1948 við Naenu, dóttir Perlinu og Poul Amaliel Mikkelsen úr Syðrugøtu. Naena er av góðum bergi brotin. Í faðiættini er hon av Barbustovufólkinum. Abbin, Petur Pauli, var tiltikin fyri sína styrki
ikki siglandi. Vit vóru inni á siglingini, tað vil siga innan fyri skerini. Men har er langt strekki, har tað nærmast er opið hav. So har var eingin lívd at fáa. Mitt í tí heila brendi tangin tómur. Báturin [...] navnið Nordafar er júst sett saman við forbókstøvunum í hesum londum. Seinni fóru fyrst danir og síðan norðmenn burturúr felagnum, so føroyingar komu at standa einsamallir eftir, men tað er ein onnur og longri [...] 2. partur Ferð til Grønlands við forðingum Í 1951 er pápi mín sjúkur, og eg fari við Marité, sum liggur og manglar fólk. Eg havi bátin Boga við. Hetta summarið var ikki farið í Ravnsoynna at rógva út frá
1. partur Fremsta keldan til hesa frásøgn er verdóttir hansara Nena Danielsen, gift við Sigurd. Hon er ættað úr Syðrugøtu og hevur í síni tíð skrivað um sína ætt í Gøtu í FF-blaðnum. Seinasta heyst hevði [...] greiðir hon frá søguni hjá verforeldrunum, og lýsir henda søgan eina heilt aðra tíð enn okkara. Hetta er eisini ein partur av søguni hjá Hvítanesi Eg haldi, at tað var einaferð í sjeytiárinum, at Niels Juel [...] deyðan í eyguni. Hann hevur tískil livað í samljóð við náttúruna og teir møguleikar, ið tíðin beyð. Tað er ikki so nógv, Dánjal fortelur um uppvøksturin á Hvítanesi, men hann sigur frá tveimum grindum hann
vit merkja øll hesa skeivu búskaparligu gongdina. Men búskapurin er væl fyri. Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni og hjá tí almenna er brúk fyri góðum og dugnaligum fólki. Lat meg siga tað heilt greitt [...] klárar at seta í verk, tá skúlaárið byrjar í 2009. Arbeiðið at endurskoða yrkisútbúgvingar nar er farið í gongd. Málið er, at tær verða góðkendar á sama stigi sum samsvarandi útbúgvingar í granna londunum. Vit [...] virkisførum aldri. Hetta er ikki nøkur eldrabyrða. Tað orðið havi eg hoyrt, men tað er ikki til í mínum høvdi. Tvørturímóti fáa vit eitt ríkari samfelag fyri øll ættarlið. Avbjóðingin er at tryggja, at nóg mikið