hann hevur sæð Føroyar spæla á sínum »Tjóðarvølli«. Hetta var í 1991, tá føroyska A-landsliðið tapti 0-5 ímóti Norður-Írlandi í Landskrona. Stephan leggur dent á, at tá á døgum varð Landskrona veruliga [...] Leygardagin varð hann á Svangaskarði, og har sá hann dystin millum B68 og KÍ, sum B68 vann 1-0. Brosandi og entusiastiskt fortelur Stephan um allan vindin, sum varð á Svangaskarði, og um hvussu spælarnir máttu [...] FIFA-landið, sum er á skránni hjá Stephani, er pinkulýðveldið Andorra. Tað stuttliga við teimum átta liðunum í bestu fótbóltsdeildini í Andorra er, at tey spæla øll sínar ligadystir á sama øki. Haraftrat
yvirlæknin á sjúkrahúsinum í Slagelse í Danmark, Rolf Petersen, sum eisini hevur skrivað vísundaliga grein um evnið, er ovfarin av, at asbest kann gerast deyðiligt eftir so stuttari ávirkan á likamið. Sambært [...] vera bjálvaðir við asbesti. Ungu handverkararnir vita ikki, hvussu vandamikið tað er, tí teir vóru børn ella óføddir, tá trupulleikin var nógv frammi í sjeyti-og áttatiárunum. Hann vísir til eina arbeiðsætlan [...] alt asbest skal verða kortlagt og beint burtur fyri ár 2032. Gransking á Aalborg Universitetssjúkrahúsi hevur víst, at eisini fólk í familjuni og sambúgvar hjá asbest-raktum sjúklingum kunnu gerast álvarsliga
hvíld. Men á pallinum er hann tónleikari; ikki filosoffur. Eg royndi at grunda á tónleikin, fyri ikki at missa hann. Tað er so skjótt, at tónleikurin hvørvur, um tú hugsar ov nógv um tað á eini konsert [...] damunum, men hon sýndi eisini aðrar dygdir á konsertini hóskvøldið. Mær dámar betur tann partin av Van Morrison, sum leitar í dýpdirnar og ikki loypir á fólk, eitt nú sangir sum Hymns to the Silence, The [...] einastandandi góður. Aftur á konsert Eg fór á konsert í Falconér Høllini herfyri, uttan at rokna við nøkrum, tí eg hevði skilt, at tú aldri veitst, hvat tú fært, tá tú fert á Van Morrison konsert. Tað kann
átti. Hon hevði samstundis gingið á handilsskúla í Føroyum. Tað var tí hon fór á handilsskúla niðri, men hon hugsaði ongantíð um at gerast seymikona, fyrr enn hon fór á tekniska skúla, har hon lærdi at [...] Bernina í Føroyum Marjun Heimá fór beint eftir kríggið undir at seyma fyri fólk í Havn, og hon lat eina seymistovu upp. Har fekst hon nógv við seymimaskinur, tí tað var ein partur av hennara arbeiði. Seymistovan [...] Jens Pauli í Dali úr Havn og mamman var Poulina av Tvøroyri. Pápin var lærari á navigatiónsskúlanum, og tey búðu eisini eina tíð á skúlanum. Annars búði Marjun mest undir Pisuvarða við síðuna av Hans Andriasar
tað so, at stórur munur kann vera á, hvat ið sannleikin er, og hvat ið fólk halda sannleikan vera. Fólk kunnu vera í góðari trúgv uttan at kenna sannleikan. Er munur á sannleika og trúleika? Ein danskur [...] allar endar, og hann setur ljós á hvørt skýmaskot, sum nógv fólk í Føroyum helst vilja gloyma burtur. Gullasjtíðin í føroyskum vinnulívi Tað ber nokk ikki til at seta árstal á, nær ið tann skeiva gongdin av [...] rótin til nógv ilt. Eg meti ikki, at bókin er skrivað, tí hann følir seg illa viðfarnan, bæði av Landsstýrum og donsku stjórnini, sum tann leysa (og tannleysa) umtalan í føroyskum bløðum hevur bent á. Heldur
serligan dent á vælferðarøkið. Hetta sæst aftur í fíggjarlógini fyri 2007, har peningur er til at seta nógv fleiri starvsfólk á sambýlum, á røktarheimum, í heimahjálpini, í stuðulsskipanum og á sjúkrahúsum [...] at greiða gøtur burtur úr fátækradømi og armóð at vera ein hátt at skapa frið á jørð. Grameen banki byggir alt sítt virksemi á smálán, har hann lænir fátækum fólki nakrar fáar hundrað ella túsund krónur [...] fátækur, og fleiri hundrað milliónir menniskju liva á ytsta fátækramarki – fyri eina fimmkrónu um dagin ella minni. Hetta er gott prógv um, at tíðin á ongan hátt er farin frá samhaldsfestinum. Fríu mar
hevur hetta sett ferð á hugin hjá føroyingum at seta pening í láns- og partabrøv. Í hvussu so er tykjast peningastovnarnir rokna við, at so er, tí nú er eisini Føroya Banki komin á marknaðin í so máta. [...] sigur bankastjórin. Hetta tí felagið á tann hátt kann bjóða viðskiftafólkunum eina breiða viftu av tænastum, har kundin so sjálvur er við til at gera av, hvussu samansetingin skal verða. Sostatt kann [...] vinningi, men samstundis við størri tapsvanda. Júst støddin á peninganøgdini heldur Janus Petersen annars vera stóra styrkin hjá BankInvest, og vísir hann á, at hetta er eitt av teimum íløgufeløgum í Danmark,
teirri nógv dálkaðu luftini. Fyri fólk her síggja katalysatorar, stillan av motorum og bileftirlit, út til at vera ein býur í Føroyum. Handskarnir og keppurin verja hana ímóti sólini. Líka so nógv sum vit [...] hermaður rann upp á altanuna á fjórðu hædd og veittraði við Viet Cong flagginum. Seinni sama dag vóru hesar myndir vístar í sjónvarpi um allan heimin. Forsetabústður Tann fyrsti bygningurin á hesum staðið varð [...] Hesin vísir hvussu vietnamesiska fólkið hevur livað í 1.500 ár. Málningurin hongur fyri endan á hølinum, sum nýtt varð til uppihaldsrúm, áðrenn farið varð inn í altjóða- ella tjóðarmóttøkuhølini. Á næstovastu
Tað stóð nógv á hjá báðum pørtum, tá grannauppgerðin millum HB og B36 var á skránni sunnudagin. HB hevur alt kappingarárið borið heitið sum oddafiskur, men eftir tapið í Klaksvík fyri viku síðani vóru [...] staðar, men tað var tó ógvuliga avmarkað, hvat liðini bæði skaptu á vøllinum. B36 var helst oman á stóran part av tíðini. Ikki minst á miðvøllinum høvdu teir í Klæmint Matras og Julian Johnsson eina n [...] fekk hol á, men HB verjan noyðist at átaka sær stóran part av skuldini fyri málið. Fyrst nølaðu teir somikið nógv í vandaleysari støðu, at Bárður Mortansson vann bóltin og hornaspark. Og tá Jákup á Borg so
argumentera fyri okkara arbeiðsumstøðum og fakiligheit gleppa okkum av hondum. Sama hvussu hørð mótstøðan er, so koma vit á mál, um vit royna nóg ofta og nóg leingi. Og tá lítið er at vinna, er neyðugt at [...] tænastum, sum er vorðin ráðandi politikkurin í øllum Evropa, hevur eisini fingið fastatøkur á Norðurlondini og á okkara samfelag. Vit hava higartil staðið í móti hesi individaliseraðu og sjálvsøknu niðurpíning [...] oytingunum í Almannaverkinum, har tey sum eru harðast rakt, eru starvsfólkini á gólvinum, og borgararnir, sum hava tørv á hjálp og stuðli. Kommunurnar standa sanniliga heldur ikki aftanfyri, tá tað við