betra um ferðslutrygdina kring Skúlatrøð. Ein onnur nýggj avseting komandi ár er at betra um umstøðurnar í bátahylinum í Borðoyarvík. Orsøkin er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri [...] gongd. Talan er um m.a. hesar verkætlanir: hornaskýlið, vegur og parkeringsøkið við Stangavegin, víðkan av Norðhavnini og vatnleiðing til tunnilin Norður um Fjall. Harumframt er talan um ymiskar bindingar [...] var nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 80 mió. kr. oman fyri skuldarmarkið. Í 2023 vóru reglurnar um uppgerð av nettoskuld broyttar soleiðis, at skuldarmarkið hækkaði á leið 60 mió. kr. Saman við øktum
fellur Bjartur Fríggjadagur sama vikuskiftið, so hetta verður av sonnum eitt bjart vikuskifti í Fuglafirði. Á vetri eru dagarnir ofta so stuttir og myrkir, at tað ræður um at varpa ljós á tað, sum er ljóst [...] torginum við Mentanarhúsið, har Silvi eisini vitjar, og kaféin er opin. Fuglafjarðar Hornorkestur fjálgar um løtuna, Birna Abrahamsen heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum.
nevnd heterozygotar, um avritini eru ymisk, og homozygotar, um avritini eru eins. SNP-heterozygositetur (H) er samlaða talið av heterozygotum, býtt við samlaða talinum av øllum SNP-um í arvastreinginum. [...] fyrstu vísindaligu greinina um allan arvastreingin hjá føroyingum í viðurkenda tíðarritinum BMC Genomics hjá forlagnum Springer Nature, skrivar setur.fo. Í vísindaligu greinini um allan vísindaliga arvastreingin [...] eru um uppruna (ancestry) og MDS-bólking (Multidimensional Scaling), samanborið við altjóða 1000 Genom-verkætlanina, har heil genom frá mongum ymiskum fólkasløgum vóru kannað. Føroysku úrslitini um uppruna
eigara í Danmark, sum tá læt gávuna dulnevnt. Talan er um sama eigaran, sum nú gevur enn eina stóra gávu av verkum eftir Mikines. Vit eru fegin um at kunna fortelja, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen [...] list í Føroyum. Gávan fer at verða sýnd á savninum einaferð á sumri 2024. Listasavnið hevur ætlanir um at hava almennar rundvísingar í listagoymsluni í nærmastu framtíð, har gávan verður víst fram til tey
undantøkini, helt Sjúkrahúsverkið fram við sama leisti, og hava alla tíðina kunnað felagið um hvørji undantøk vóru galdandi. Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakað mál, sum hevur verið kært til serligu [...] Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið semju um nýggjan sáttmála týskvøldið hin 14. november. – Ilt er at meta um, hvørji langtíðarárin verkfallið fær á Sjúkrahúsverkið, men tað er [...] metir um hetta. – Harumframt metir Sjúkrahúsverkið, at umleið 3.000 viðtalur eru útsettar, fluttar ella avlýstar í verkfallsraktu ambulatoriunum í Sjúkrahúsverkinum, undir verkfallinum. Talan um eina minking
Olsen, um hann vildi syngja eina jóladuett við mær og hann segði heldigvís ja. Eg spurdi áðrenn lagið var skrivað, so eg fór beint í gongd aftaná. Soleiðis fortelur Herborg Torkilsdóttir. Seinni sama dag
boðskap fram við áhugaverdum søgum um gamlar føroyingar - sum var hon omma okkara. Hon hevur okkum øll í sínum lógva, og aftaná 4-5 løg, skilur man at tað er líkamikið, um løgini eru kend ella minni kend [...] kendist trygt. Tað er helst tí, at Annika hevur staðfest seg sum fólksins rødd í sjey ymiskum áratíggjum. Um tað so hevur verið í Ólavsøkukabarettini, á barnafløgum ella í sangbókini. RØDDIN LJÓÐAR SUM Á PLÁTUNI [...] hon fortelur eina søgu, so fylgja áskoðararnir við í hvørjum orði. Hon brýtur frá álvarsamum søgum um kvinnukúgan, átrúna og tjóðskap, við at fáa okkum øll at flenna, tí hon er, stutt sagt, ræðuliga stuttlig
út aftur í samfelagið, tá dómurin er endaliga sitin. Kriminalforsorgin skal altíð meta ítøkiliga um, um tann dømdi egnar seg til at sita dómin við fótfjøtri ella part av dóminum sum útvist. [...] gera tað lættari hjá tí dømda at varðveita tilknýtið til familjuna, meðan dómurin verður sitin. Á sama hátt verður tað lættari at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og møguligar útbúgvingarskipanir
Kvik og skjóttonkt, smílandi og blíðlynt. Ja, tá ið eg um fjúrtan ára aldur fann fram á sjómansrímuna hjá Hans Andriasi, sum byrjar við hesum ørindi: “Katrin býr á strondini, og Katrin hon er fitt [...] tað seg, at vit hittust av tilvild, og fyri einum tveimum árum síðani hittust vit i miðbýnum í Havn, og vit buðu henni og tveimum systrum hennara á BRELL dagin eftir. Har fingu vit eitt stuttligt [...] í Klaksvík. Síðan varð farið við bussi niðan um býlingin á Uppsølum. Har varð steðgað, og Andras Sólstein greiddi frá grevstrinum niðri á Toftum við Borðoyavík og vísti okkum á allar nýggju út
eykaútreiðslur eru lagdar afturat. Hvørja ferð hevur Løgtingið fingið eitt lyfti um, at hetta verður seinastu ferð, at biðið verður um eykajáttan, uttan so, at okkurt óvæntað hendir. Við hesari flótandi planlegging [...] prosjekteringstilgongd, sum eisini gerst óvanliga kostnaðarmikil. Sama ger seg galdandi við byggieftirlitinum, sum er farið langt út um vanliga byggitíð. Upplýsast kann, at tað vanliga eru nøkur lyklatøl