Sjálvur var hann væl nøgdur við úrslitið. Sjálvt um teir trýstu B71 og megnaðu ikki meir enn hitt eina málið, var tað nóg mikið. Trý stig vóru tað, teir vóru eftir, ikki fimm mál. Teir spældu ein góðan [...] góðan dyst og høvdu nógvar møguleikar, teir kundu havt skora uppá, men tað bleiv sum tað bleiv. B71 veittu eisini eina virðiliga mótstøðu. Nú er dysturin við HB um silvurið av álvara í gongd.