hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu. At enda spyr hon, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan [...] útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum, vísir hon á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hon leggur afturat [...] Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Løgtingskvinnan spyr
enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana. Bókin er 100 síður, og málbólkurin er børn 7-12 ár. Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon hevur áður útgivið yrkingar [...] til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nøkur løg, og høvi verður at keypa bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka. Um bókina [...] Bókadeildin skrivar, at bókin verður løgd fram 27. august klokkan 19 í Reinsarínum í Havn. Beinir Bergsson fer at práta við høvundin og myndprýðaran um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða
landnyrðingspartinum av Spitsbergen í juli, tá hon royndi at bróta inn í eina smáttu. Í báðum førum vórðu vitni og teir, sum skutu, avhoyrd. - Niðurstøðan hjá okkum er, at hetta í báðum førum var í sjálvverju, [...] málum, har hvítabjarnir vórðu skotnar fyrr í ár. Kanningar og avhoyringar hava víst, at báðar hvítabjarnirnar, sum talan er um, vórðu skotnar í sjálvverju. Hin fyrra bjørnin varð skotin í Agardhbukta á Svalbard
eitt felag at siga, sum fylgir skipaferðsluni á leiðini. Oman-leiðin er siglingarleiðin, sum USA og ST stuðla, men ikki leiðin, sum Iran krevur, at skipini skulu sigla í Hormussundinum. - Við at sløkkja sendarar [...] Greinarar siga í dag, at Iran partvís hevur mist eftirlitið við Hormussundinum. Meira enn 80 prosent av skipaferðsluni seinastu tvær vikurnar hevur valt at sigla um Oman-leiðina, sum hon verður rópt. Hetta [...] verju av amerikansku marinuni, hevur eydnast skipum at sleppa undan iranskun álopum við norðurstrondina. Hetta veit CNN at siga í dag. Lagt verður aftrat, at fyri bara einum mánaði síðan var næstan eingin
landsstýrið gjørt av, at ábyrgdin fyri byggiverkætlanum skal flytast frá Landsverki til einstøku aðalráðini. Jacob Vestergaard vísir á, at nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi, og at Landsgrannskoðanin [...] byggiharri. – Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl, stendur í svarinum. Ætlanin er tí, at hvørt aðalráð sjálvt skal standa fyri bygging og viðlíkahaldi innan sítt [...] Vestergaard væntar, at hetta fer at gera ábyrgdarbýtið greiðari og verkætlanarleiðsluna betri, so tíðarætlanir og játtanir í størri mun verða hildnar. Vita ikki, hvat nýggja skipanin fer at kosta Landsstýrismaðurin
týdning at fáa ein steðg frá undirvísingini og sjálv sleppa at velja, hvussu tey fáa orkuna aftur. Ein næmingur í 4. flokki sigur, at ein steðgur ella rørsla fær »heilan í gongd aftur«. Granskingin er alm [...] r antropologur á Aalborg Universitet, við Videnskab.dk. Granskararnir sóu eisini, at møði ikki altíð vísir seg við, at børn gerast friðarlig. Eldru næmingarnir lógu eitt nú yvir borðunum, ballaðu seg inn [...] inn og út. – Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi, sigur Camilla Brændstrup Laursen. »Tey hava ikki orku til at tiga« Tvær gentur í 7.
ævisøgur . Vónbjørt Vang er rithøvundur og hevur í mong ár verið virkin í føroyskum bókmentum. Hon hevur bæði givið út egnar bøkur og verið við í bókmentaligum og listarligum samstarvi. Hon vann eisini bókme [...] Vónbjørt Vang er nú komin í hópin av fólkum, sum hava fingið pláss í traditionsríku Kraks Blå Bog . Gads Forlag gevur í dag út Kraks Blå Bog 2026-2027 , og Vónbjørt Vang er eitt av teimum 76 nýggju nøvnunum [...] bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins seinast. At verða tikin upp í Kraks Bláu Bók er ikki nakað, ein sjálvur søkir um. Ritstjórnin velur, hvør verður tikin við í verkið. Seinastu árini hava eisini fleiri aðrir
teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur [...] heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing. Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari at skilja [...] natúrligar steðgir, har høvi er at seta spurningar og kjakast um faklig hugtøk. Viktoria Holsey Foss heldur, at arbeiðshátturin hevur fleiri fyrimunir: næmingarnir fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga
brúkari mettur at vera undir 18 ár, ella upplýsir brúkarin sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT. Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki [...] skúlanum heldur enn bara at geva teimum liðug svar. Ann O’Leary, varastjóri fyri altjóða politikk hjá OpenAI, sigur í samrøðu við bretska blaðið The Guardian, at endamálið er at viðgera tannáringar sum [...] – Vit skulu tryggja, at vit møta teimum á rætta menningarstigi, so vit hvørki tosa niður til teirra ella viðgera tey sum børn, sigur hon. Nýggja útgávan skal eisini tryggja, at ung ikki verða útsett fyri
hetta fólkavøksturin á 643 fólk. Stóra broytingin er nettoflytingin. Í undanfarna tólv mánaða skeiðinum var hon bert 82 fólk, men seinasta árið er hon vaksin upp í 466. Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: [...] Ein orsøk er, at 16 fleiri børn vórðu fødd samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið var lutfalsliga lágt. Nýggjasta rákið bendir kortini á, at burðaravlopið aftur kann fara at minka. Føðitalið [...] fallandi síðan heystið 2025, meðan talið á deyðum er vaksið eitt sindur seinastu mánaðirnar. Býtið í fólkavøkstrinum er broytt Samansetingin av fólkavøkstrinum er eisini broytt. Frá 2024 og fram til mars í ár