Sev skrivar, at økingin í mun til í fjør er partvís orsakað av verkfallinum í fjør, og harumframt kom minni av fiski á land í fyrru helvt í fjør enn vanligt. Framleiðslan fyrru hálvu var 249 GWt, og teir [...] GWt, í mun til 58,5 GWt sama tíðarskeið í fjør. Hetta er partvíst orsakað av, at verkini á Strond og í Botni hava verið úr rakstri í fyrru hálvu vegna umvælingar. Hesi verkini framleiða annars í miðal [...] miðal 3 GWt í fyrri hálvu, sum svarar til umleið helvtina av minkingini, sum vit síggja í mun til í fjør. Vatnturbinan á verkinum á Strond í norðoyggjum verður í hesum døgum sett til aftur eftir umvæling, og
Klokkan 23 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein ávirkaður persónur lá og svav í grasinum við Eysturvøll í Havn. Hann var fingin á føtur aftur og til hús. Um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið [...] við persónin, sigur vaktleiðarin. Og ein fráboðan kom afturat í Havn klokkan 2 í nátt um ein ávirkaðan persón sum sat og svav á einum beinki í Steinatúni. Hann varð koyrdur til hús. [...] hevði eitt »fyrrverandi kennskap« har, sum vaktleiðarin málbar seg. Hann varð síðani burturvístur. Í Suðuroy gjørdi løgreglan kanningar á skeinkistøðum, men har var alt, sum tað skuldi vera. Eitt mál var um
hevur hann siglt í skjótt 13 ár. Hann er fimm vikur umborð og fimm vikur heima. Sjálv tók Marjun studentsprógv í 2009, og hon gjørdist heilsuhjálpari á Føroya Heilsuskúla í Suðuroy í 2011. Í 2015 tók hon hægri [...] fluttu til Skopunar í januar í 2016, har tey vóru í gongd við at byggja sær hús. Húsini fingu tey innilokaði, og síðan gjørdu tey restina sjálvi. Tey fluttu inn í nýggju húsini í mars í 2017. Sum persónur [...] hevur sitið í Skopunar bygdarráði í fleiri ár, gjørdi eisini eitt gott val á lista A. Hann fór úr 21 atkvøðum í 2020 upp í 37 atkvøður á valinum hesaferð, men hetta rakk kortini ikki til sess í bygdarráðnum
Løgreglan í Suðuroy tók í gjár ein bilførara fyri at koyra 118 um tíman. Tað gevur bæði bót og klipp í koyrikortið. Í Havn fekk ein persónur bót fyri brot á skilhaldsreglarar fyri at vera olátaður í býnum [...] Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
ferðin í ár, at FC Suðuroy vinnur fulla úrtøku, og hetta er onnur ferðin í ár, at FC Suðuroy vinnur fulla úrtøku ímóti 07 Vestur. Fyrra ferðin var í fimta umfari, tá ið suðuroyingarnir vunnu 2-1 á Dungasandi [...] Tað hevur gingið striltið við málskjótingini fyrr í ár, og FC Suðuroy hevur ongantíð fyrr í ár skorað fleiri enn tvey mál. Tað gjørdi FC Suðuroy eitt nú í heimadystinum ímóti B36, sum koppaði øllum á høvdið [...] Dungasandi í Sørvági. Triði sigurin síðani uppflytingina vann FC Suðuroy á heimavølli ímóti TB. Tá var úrslitið 1-0. Úrslitið í dag ber við sær, at FC Suðuroy hevur 9 stig, meðan 07 Vestur og TB hava 7 stig
á vegnum tók løgreglan ein bilførara fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi, og tað fekk hann eitt klipp í koyrikortið fyri. Tá løgreglan í Suðuroy í gjár gjørdi málrættað átak ímóti ferð, varð ein bilførari [...] Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at tvær motorsúkklur, sum koyrdu eftir Giljavegnum í Sandavági, sum er landsvegurin, koyrdu í so óforsvarliga, onnur enn tá bara á einum hjóli. Løgreglan fór á staðið [...] eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Í Havn var løgreglan um nátturðatíð í gjár boðsend eftir einum 'berúsara', sum løgreglan málber seg, sum lá avdottin í býnum. Hann varð tikin upp og koyrdu á eitt
Ein sera týðandi dystur í botnstríðnum í Betrideildini hjá monnum verður leiktur vesturi á Eiðinum í Vági klokkan 15. FC Suðuroy, ið er aftast í deildini við seks stigum tekur ímóti 07 Vestur, ið er triðaftast [...] triðaftast við sjey stigum. Tá liðini hittust á Dungasandi í Sørvági 13. apríl vann FC Suðuroy 2-1. Hóast FC Suðuroy er á heimavølli, og hóast FC Suðuroy vann seinasta liðini hittast, so er tað 07 Vestur, ið [...] favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 3,25 og 3,80. Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 3,90. Oddsini upp á útisigur
Í gjár var móttøka á Barnaverndartænastuni í Suðuroy, nú Oddvá Thomsen hevur arbeitt í tænastuni í 15 ár. - Starvsfelagar og familja vóru møtt til eina hugnaliga løtu við kaffi, køkum og góðum orðum. Leiðarin [...] tey í Tvøroyrar kommunu. - Oddvá er ein trygg og trúføst hond í barnaverndararbeiðnum, og hennara arbeiði hevur stóran týdning fyri børn og familjur í oynni, segði leiðarin. Barnaverndartænastan í Suðuroy [...] ráðgeving og vernd til børn og ung, ið eru í vanda fyri at veksa upp undir viðurskiftum, sum kunnu skaða teirra menning. - Arbeitt verður altíð út frá barninum – og í tøttum samstarvi við familjur, stovnar
trivnaðarætlan á dagstovnum. Kunnandi fundur um integratiónslógina hevur verið í Havn, og kunnandi fundir verða væntandi í Suðuroy og í Norðoyggjum eftir summarfrítíðina. Løgmálaráðið og integratiónsmyndugleikin [...] ar og kommunalir myndugleikar skulu arbeiða saman fyri at lyfta integratiónsøkið í felag. Løgtingslógin kemur í gildi í stigum, sum eru skipað soleiðis: 1. juli 2025: Kommunurnar skulu skipa fyri kunnandi [...] Tíðindaskriv, Løgmálaráðið: Løgtingslógin er galdandi fyri allar útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum. Bæði landi og kommunum verður álagt at veita integratiónsfremjandi tiltøk, samstundis sum ymisk
at samanlagt hava níggju sjúklingar úr Suðuroy verið til telefonviðtalu hesa tíðina verkætlanin hevur verið royndarkoyrd. Undir royndarverkætlanini hevur læknin í hvørjum einstøkum føri mett um, hvat slag [...] slag av viðtalu tann einstaki sjúklingurin í gastro ambulatoriinum skal hava. Læknin metir um tað er neyðugt, at sjúklingurin møtir á Landssjúkrahúsinum ella um televiðtala er møgulig. Við møguleikanum