Sjúkrahúsverkið skrivar, at samanlagt hava níggju sjúklingar úr Suðuroy verið til telefonviðtalu hesa tíðina verkætlanin hevur verið royndarkoyrd.
Undir royndarverkætlanini hevur læknin í hvørjum einstøkum føri mett um, hvat slag av viðtalu tann einstaki sjúklingurin í gastro ambulatoriinum skal hava. Læknin metir um tað er neyðugt, at sjúklingurin møtir á Landssjúkrahúsinum ella um televiðtala er møgulig.
Við møguleikanum fyri telefonviðtalum sleppa teir sjúklingar, sum ikki hava tørv á tí, undan at ferðast á Landssjúkrahúsið til viðtalur, og sparir tað teimum fyri bæði tíð og orku.
Á Medisinska deplinum eru tey fegin um tað eyka uppmerksemi, sum er komið á televiðtalur til medisinskar sjúklingar og væntast kann, at hesin møguleiki eisini fer at blíva meira brúktur á øðrum serøkjum, eitt nú hjarta- og lunga økini, umframt til persónar við diabetes.












