kappingarbyrjan vóru TB og ÍF mett sum evni at stríðast um fremstu plássini. Hjá báðum gekk hampuliga væl í steypakappingini, og hjá báðum hevur gingið av skriðuni í landskappingini. Á Sevmýri var tað sera [...] skorað, og heimaáskoðararnir kundu endiliga gleðast um, at TB tykist vera um at koma fyri seg. Norski venjarin, Håkan Vinther, sum tríggjar dagar undan fyrsta umfarinum kom úr Tromsø, er um at fáa skil á liðnum [...] sera sjáldsamt mál. Lars Müller, sum í skipanini stendur at vera næstformaður í Royn, verjir málið hjá TB, og tað gjørdi hann væl leygardagin. Men tað sá heilt kostiligt út, tá hann skuldi tveita bóltin
mál. Aftur hesa ferð metir heimasíðan hjá Ekstra-Blaðnum, at Todi var klárt besti maður á vøllinum. Bara fimm minuttir eftir útjavnandi málið, valdi FCK venjarin, Roy Hodgson, at taka ? í hvussu so er [...] undankappingina til europeisku meistarakappingina. Meiri spennandi fær tað ikki verið hjá føroyska fótbóltsferðalagnum og hjá øllum útisetunum, sum ætla sær í Parkina, tá tey fara at halda norðoyarstevnu í Klaksvík [...] Superliga Spenningurin er tryggjaður hjá føroyska ferðalagnum, sum ætlar sær av landinum og í Parkina í Keypmannahavn at hyggja at, tá FCK og Brøndby annan sunnudag í næstsíðsta umfarinum bresta saman
skula hugsa um, at dysturin skuldi byrja hvørja løtu, er nakað av tí, sum NSÍ venjarin, Petur Mohr hevði at siga á heimasíðuni hjá NSÍ eftir dystin. Prátið man hava verið gott. NSÍ menninir høvdu frágera góðan [...] vøllinum. Men tað er ein veruleiki, at fimm av monnunum, sum plaga at vera ímillum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, sótu skaddir uttanfyri sunnudagin. Umframt Christian Høgna Jacobsen vóru skaddu menninir Gert
frameftir, soleiðis at mótálop kundu spyrjast burturúr. Seinna umfarið tóktist tað tó, sum um venjarin hjá vágbingunum hevði givið monnum sínum ein ordans vals. Teir royndu nú í nógv størri mun at trýsta [...] liðavriki vann á útivølli, soleiðis at teir framvegis eru klárt á odda í bestu mansdeildini. Fortreytirnar hjá GÍ fyri at leggja størsta dentin á eina væl skipaða verju vóru eisini stak góðar, tí longu eftir góðum [...] teimum at leggja seg á odda. Eitt langt útspark frá Halli Hansen í málinum ferðast yvir flestu høvdini hjá vágbingum, og tá Óli Hansen so eisini fekk longt útsparkið, stóð Helgi L. Petersen brádliga púra leysur
maðurin beskeðin: ? Eg haldi, at tað eru aðrir álopsspælarar, sum hava fleiri royndir enn eg. Men um venjarin heldur, at eg skal spæla við, so vóni eg, at tað fer at bera til at liva upp til álitið. Allir átjan [...] staðið seg væl í Danmark, og eg haldi, at tað er sera spennandi at fylgja við í, hvussu tað gongst hjá Súna Olsen í Hollandi. Hugsar tú um møguleikan fyri at koma til útlendskt felag, tá tú spælir á landsliðnum [...] og sum sigur, at hann í fyrstu atløgu er nøgdur við at vera í hópinum, men at hann er klárur, um venjarin heldur, at hann skal á vøllin.
Johan B. Hansen hevur ikki verið á superligu liðnum hjá OB í ár, men hann er kortini væl fyri. Í mai mánað hevur hann spælt tólv dystir á talentliðnum hjá OB. [...] og Sámal verða helst báðir á liðnum hesa ferð. Ivaleyst má Kurt víkja, og so er spurningurin, um venjarin fer at geva Johan B. Hansen, sum varð settur uttanfyri í Moskva, tá Pól Thorsteinsson var tøkur
báðir dystirnir ímóti Sveis og Jugoslavia eru teir síðstu hjá Jákupi Mikkelsen á landsliðnum: ? Royndirnar hava nógv at siga í fótbólti. Ikki minst hjá málverjum hava tær alstóran týdning. Jákup er ein góður [...] um hann fer at spæla í útlandinum, ella um hann fer at spæla í Føroyum. Hvussu metir tú vánirnar hjá honum at halda fram uttanlands? ? Um ein málverji verður seldur og keyptur er ikki altíð ein spurningur [...] fer at halda fram í Herfølge. Jákup verður í Danmark mettur at vera ein góður málverji, og dygdirnar hjá fótbóltsspælarum í Danmark eru eisini kendar aðra staðni í Europa. Nógvar kappingar eru loknar, og
verið venjari hjá TB. Fyri stuttum hevur hann longt samstarvsavtaluna við Hvidovre inntil komandi summar. Hvidovre skal spæla á Tórsvølli ólavsøkuaftan. Og sambært Óla Johannesen, so er venjarin framvegis [...] sum er málverji hjá Hvidovre, úttikin til danska U?21 landsliðið. Tá Óli Johannesen frammanundan var úttikin til føroyska landsliðið, bóðu teir í Hvidovre um, at landskappigardysturin hjá teimum 2. hvítusunnudag [...] var tað bara málverjin, sum ikki kundi vera við 2. hvítusunnudag, og harvið verður tað ikki neyðugt hjá mær at spæla bæði mikudagin og hósdagin, greiðir Óli Johannesen frá.
, og hann var ágrýtin og avgjørdur. Miðvallararnir stríddust sum hestar. Fróði Benjaminsen, sum venjarin hevði tikið framum Sámal Joensen, hevði rættan hugburð og styrkti um sína støðu, John Petersen treivst [...] Julian Johnsson stútaði frísparksinnlegg úr høgru tvørturum aftur. Nýtt ættarlið Altjóða royndirnar hjá føroysku spælarunum eru nógvar. Tað sást aftur í, at teir vóru væl skipaðir og skilagóðir í verjupartinum
Skála GÍ 1-1 (1-0) 2. deild At tilveran er torfør hjá einum uppflytara, er so ikki nakað, sum tey á Skála tykjast vera serliga samd í. Liðið hevur nú seks umfør á baki í næstbestu deildini, og enn hevur [...] helmingin av dystinum leiktu við tíggju monnum móti 11. Seint í fyrra hálvleiki noyddist rumenski venjarin og málverjin nevnliga at fara av vøllinum, eftir at hann uttan fyri brotsteigin hevði nýtt hendurnar [...] eftir var av dystinum. Við einum manni fleiri eydnaðist teimum eisini flyta spælið væl oman á hálvuna hjá mótstøðumonnunum, men hóast onkrar vandamiklar støður íkomu, so gjørdist sjáldan talan um veruligar