Hóskvøldið var grannastevna í Hvalba har ymisk mál, bygdini viðvíkjandi, vórðu avgjørd. Tað eru tey, sum eiga jørð í Hvalbiar Sókn, ið hava rætt at møta á grannastevnu.Sóknin er Hvalba, Sandvík og Lítlu [...] nýggja bygdanevnd. Teir tríggir, sum hava verið í bygdanevndini, Olaf Jacobsen, Manne Næs og Jákup Joensen, bóru seg allir undan afturvali. Teir, sum vórðu valdir í bygdanevndina ístaðin fyri teir, vóru [...] loyvt at hava gæs. Men mótstøðan ímóti gæsnum var so stór, at tað vóru bara hesir somu átta gyllininir, sum atkvøddu fyri uppskotinum. Sostatt varð tað felt við stórum meiriluta. Fyrr høvdu tey gæs í sóknini
Starvsfólkini í Løðuhandlinum hava øll fingið tilboð at koma við inn til handilin hjá Valdemar, og starvsfólkið har verða øll verðandi í handlinum, sum nú fer at broyta navn til PE. Stjóri í nýggja handlinum [...] Í nógv ár hava sørvingar havt tveir matvøruhandlar - hjá Valdemar og Løðuhandilin. Hesir liggja síðu um síðu, og kappingin hevur mangan verið hørð. Nú gevst Valdemar Simonsen og hansara familja við handlinum [...] Petur Eirik Djurhuus, sum eigur PE, vildi hava Sólvu við, var at hon hevði Samkeyp, og teir vildu hava Samkeyp inn til handilin hjá Valdemar. Broyta navn Vit hava yvirtikið báðar handlarnir og leigað hølini
stovnar og virki hava heimasíður. Ja, enntá privatpersónar hava eina. Men tá ein skrivar www.klaksvik.fo kemur bara ein fyribils síða fram, har tað stendur, at nýggj heimasíða er í gerð. Og soleiðis hevur [...] hevur tað sæð út í meira enn tvey ár. Kritikkurin millum fólk hevur verið nógvur, og tey eru mong, sum halda tað er stór skomm, at næststørsta kommunan í landinum ikki hevur eina heimasíðu. Hesum tekur [...] hon eisini røktast, tí eitt er at tveita eina heimasíðu út, og eitt annað er at halda hana við líka, sigur John Færø, býráðsskrivari í Klaksvíkar kommunu.
»Trygdin í vanda «, sigur landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum í leygardagssosialinum. At fiskimálaráharrin nú fer at tosa um trygd, tí eitt skip fyri 100 mill. kr. liggur í Noregi, tykist Maskinmeista [...] hevur í fleiri ár strongt á, at tey lógarkravdu førleikakrøvini á sjónum vórðu hildin av myndugleikunum, soleiðis at trygdin varð sett í hásæti, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Vit hava tíverri [...] sum hava umsitið Vaktar-og Bjargingartænastuna tey seinastu árini. Teir hava fleiri ferðir ?selt skinnið áðrenn bjørnin er skotin?. Fyrst seldu teir ÓLAV HALGA fyri spottprís uttan at hava annað skip
góðan mun, men vit hava í hesum førinum mett, at vit kunnu finna eina loysn í felagnum við teimum spælarunum, ið vit hava, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB, og leggur afturat; - Vit hava eisini eitt fíggjarligt [...] til HB, sigur Finnbogi Arge at enda. Mett verður, at millum annað Bartal Wardum(myndin) er millum teir ungu, sum skulu hava meiri ábyrgd í ár. Hann var ein av fleiri HB spælarum, ið vóru á listanum hjá [...] Høgni Madsen spælir ikki við HB í 2015. Partarnir vóru í samráðingum, men HB valdi ikki at gera sáttmála, tí teir ynskja heldur at satsa upp á teir ungur spælararnar í felagnum. Les eisini: Høgni Madsen
Raksturin er effektivur. Tað sæst millum annað aftur í, at manningarútreiðslurnar eru óbroyttar, hóast 40 prosent fleiri ferðafólk hava valt Smyril Line seinasta árið. Vit hava nógv at takka starvsfólkunum fyri [...] UTTANLANDSSIGLING Seinasta árið hava starvsfólk og leiðsla í Smyril Line vent gongdini í reiðarínum. Avlop er á roknskapinum fyri 2006, og úrslitið er betrað heilar 53 mió.kr. Úrslitið er eitt avlop á [...] frameftir, sigur Thomas Magnussen, stjóri í Smyril Line. Vøksturin í 2006 hevur verið stórur orsakað av avgerðum og broytingum fyri einum ári síðani. Starvsfólkini hava lagt nógv fyri, og úrslitið er positivt
Ein 38 ára gamal føroyingur var í dag dømdur í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina gentu undir 12 ár. Hann er dømdur fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Revsingin er tvey ára f [...] móti gentuni. Hann er millum annað dømdur fyri at hava nortið við kynslutir hennara og at hava gníggjað lim sín móti hennara kynslutum. Maðurin játtaði seg lutvíst sekan í ákæruni. Hann noktaði, at hann [...] slíkum brotsverkum varð herd í 2008, meðan sjálv revsingin varð herd í 2009. Hann vísti tó á, at meginreglan í lógini er, at ein verður revsaður sambært tí lóg, sum varð í gildi, tá brotsverkið varð framt.
fingið eitt samstarv í lag við brennistøðina hjá IRF í Leirvík. Ætlanin er at senda pappírið og oljuna til brennistøðina á Hagaleiti. Hinvegin verður jarn og metal pressað saman í Havn. Brennistøðin á [...] til pappír í eina tíð, og hetta pappírið verður sent niður til Danmarkar at endurnýtast. ? Ovnarnir á brennistøðini hava verið ovbyrjaðir, og neyðugt var at minkað um trýstið á teir. Tí hava vit valt at [...] borgarstjóri í Havn. Á henda hátt verður alt burturkastið ikki koyrt í ovnarnar, og tí tyngir tað ikki ovnarnar eins nógv og áður, tá størsti parturin av burturkastinum varð koyrdur beint í siloina. ? Nøgdin
vita at siga, at okkurt annað herverk hevur verið gjørt fyrr um náttina. Politiið í Vágum sigur, at tað í fleiri ár hevur verið heilt ókent í Miðavági við slíkum, men í seinastuni hava eisin verið nøkur innbrot [...] Hans Jørgensen, deknur í Miðvágs kikju møtti sunnumorgunin í kirkjuni at fyrireika gudstænastuna, var hann illa við. Sjey stórir steinar vóru tveittir inn gjøgnum rútar, og ein stólur í kirkjuni var eisini [...] er, at tað eru frustreraðir ungdómar, sum hava verið upp á spæl. Hugsast kann, at antin hevur summarfrítíðin verið teimum ov long, ella tey tímdu ikki aftur í skúla. Vit kunnu bara gita, sigur Michael
røkkur rullið við hvítum posum vanliga í eitt ár. Broyttar posarutur Í sambandi við nýggju skipanina, verða posaruturnar broyttar. Tað merkir, at ruskbilarnir í nógvum bygdum fara at koma at heinta posarnar [...] Bilarnir hava tvey lastarrúm og kunnu tí taka hvíta posa og gráa posa samstundis. Seinastu 10 árini hevur IRF heintað posa til pappír frá húsarhaldum í limakommununum. Hetta hevur verið gjørt við at hava ein [...] annan dag, enn teir hava gjørt. Lýst verður um hetta í bløðunum og á heimasíðuni hjá IRF. Reglulig heinting við nýggju bilunum byrjar 23. apríl 2012. Skipanin verður ikki broytt í Suðuroy á hesum sinni