almenningin um, at okkurt "illgrunasamt" var funnið við ruskbrenningina í býnum. Seinni sama dag kom nýggj kunning, sum segði, at kanningar vístu, at talan var um likamslutir av einum menniskja. - Vit kunnu [...] líki, og tí kunnu vit ikki útiloka, at ein brotsgerð kann vera farin fram. Tí verður málið kannað sum dráp, segði Grønlands Politi fyri sløkum ári síðan. ##med2## Seinni vórðu fleiri partar av einum líki [...] at fáa rættarviðgerð. Sambært Sermitsiaq arbeiðir løgreglan framvegis við trimum drápsmálum aftrat, sum framvegis verða kannað.
Føroyum Sum nú er, kunnu føroyskar kvinnur bara fáa fosturtøku í heilt serligum førum í Føroyum orsakað av strongu lóggávuni á økinum, sum er frá 1956. Av tí sama eru nógvar kvinnur gjøgnum ár og dag farnar [...] Tí føroyskar kvinnur hava sum útgangsstøði ikki sama rætt til fosturtøku í danska heilsuverkinum, tí tað krevur danskt CPR-nummar og bústað. Tí skulu føroyskar kvinnur, sum ynskja sær abort, sjálvar gjalda [...] r, men einki sigur um føroyingar, sum jú heldur ikki hava rættin til fría abort. Vit eru hóast alt partur av ríkisfelagsskapinum, sigur Margret Nicksdóttir Strøm, sum saman við einari vinkonu fór at samla
Vit meta brúnna at hava siðsøguligt virði fyri kommununa sum bygningsverk og sum minnisvarði um grótlaðarahandverkið, sum ikki er vanligt í dag. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at seta brúnna aftur í [...] Fond í 1852, og tá vórðu tilsamans 6 brýr roknaðar sum landsbrýr – harav brúgvin um Sandá var tann eina. ##med2## Gomlu landsvegirnir og brúgvarnar, sum hoyrdu til, vóru nóg góðar til alla vanliga ferðslu [...] partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi. - Eg skal gera vart við, at girðingarnar á brúnni eru sambært krøvum og standardum, sum vóru galdandi í 1925. Girðingarnar eru
Í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur ímóti eini matvøru, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum. Hesaferð er talan um Øko Änglemark Tortilla Wrap Wheat. Nettovektin er 240 gramm og talan [...] pakkarnar, sum eru best fyri 31-10-2022 og 13-12-2022. Orsøkin til ávaringina er, at royndir hava víst, at tað er vandi fyri, at tað er hýggjuskotið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av tí sama er tað [...] tað ikki fólkamatur. Fólk, sum liggja inni við hesum, skulu koyra tað í skrell, ella lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.
fyri ta støðu, sum alt ov nógvar barnafamiljur og onnur standa í løtuni. At tað er ringt at fáa endarnar at røkka saman. At oljurokningin og húsaleigan fer við tí fíggjarliga rásarúmið, sum annars var. At [...] tungar avgerðir. Men støðan er í grundini eisini talandi fyri ta leið, sum vælferðarstaturin er farin seinastu áratíggjuni. At tey, sum longu høvdu nógv, hava fingið meira. At tað er vorðið dýrari at vera [...] er vorðið longri millum liðini í samfelagnum. At límið, sum einaferð bant samfelagsklassarnar saman, nú er stadnað og upployst. Støðan tann sama í øðrum Norðanlondum At tað er vorðið dýrari at eiga lítið
reiðaríum og teimum manningum, sum fiska í Barentshavinum í dag, um avtalan verður uppsøgd. Vit mugu fáa at vita, um onnur vestanlond síggja eina nýggja avtalu sum brot á tey tiltøk, sum eru sett í verk móti Russlandi [...] kategoriskt verið, at Føroyar einki skulu gera, sum kostar okkum nakað. Tosið um at standa saman við Vesturheiminum hevur verið innantómt. Tí er tað sum útgangsstøði gott, at løgmaður nú kallar allar flokkar [...] mugu eisini fáa at vita, hvussu er við eftirlitinum við teimum russisku skipum, sum fiska við Føroyar. Er tað rætt, sum bæði Vørn og fiskimenn siga, at tað als ikki er nøktandi? Vit mugu fáa at vita hvussu
er á skránni í dag. Sambært skránni var 19. umfar ásett at vera í morgin. Men vánaliga veðurforsøgnin er orsøk til, at tað fyrr í vikuni varð avrátt, at teir fýra dystirnir vera í dag. Støðan undan dagsins [...] 40 23 B36 18 6 4 8 41 29 22 TB/FCS/Royn 18 0 0 18 3 177 0 Sum tað sæst, so er KÍ á fremsta plássi átta stig undan NSÍ, ið er einasta felagið, sum framvegis hevur møguleika at bjóða KÍ av í kappingini um [...] Dávid Waag Sjóstein kl. 14.00 – her er okkurt mistak í yvirlitinum hjá FSF, tí tað ber ikki til hjá sama dómara at døma kl. 14 bæði á Skála og í Gundadali
felags loysn. Vit skulu vísa ábyrgd, tí tað er júst ábyrgd, sum er latin okkum upp í hendi sum løgtings- og landsstýrisfólk. Tað er tað einasta, sum hjálpir teimum, ið av neyð mugu venda sær til miðlarnar [...] varpað ljós á átøk, sum kunnu gera mun. · Skattaminking til láglønt · Lyfta lønina hjá fakbólkum, sum søguliga hava verið fyri lønarmismuni · At seta á stovn almannagagnlig bústaðafeløg, sum kunnu tryggja bíligari [...] politiska skipanin stendur saman. Vit mugu gera átøk beinanvegin, sum tryggja, at øll hava ráð at liva. Tað sigur alt um bæði støðuna í dag, men eisini støðuna áðrenn prísvøksturin, at foreldur mugu velja
##med2## Fyri tveimum vikum síðani hendi nakað tað sama, tá 470 grindahvalir høvdu gjørt landgongd nærindis Macquarie Harbour. Yvir 300 hval doyðu, hóast nógv sjálvboðin fólk royndu at hjálpa teimum til [...] oynni King Island, sum liggur norðan fyri tasmansku strondina. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at hvalirnir gera landgongd. Og tað hevur Ritzau tíndastovan spurt Morten Tange Olsen, sum starvast við Globe
Tracker er kosin Ársins Íverkseti 2022. Hetta hendi á Ársins Íverksetaradegi, sum seinnapartin varð hildin í Klingruni hjá Føroya Tele. Tað er Íverksetarahúsið, sum er fyriskipari, og fitt av fólk var komið [...] supply chain visibility (sjónligheit), serliga innan "cold chain" økið, sum er køli- og frystibingjur. Globe Tracker hevur í dag væl omanfyri 100.000 loysnir installeraðar á bingjum um allan heim, og hetta [...] filmsverkætlanini, sum er ávegis, Peter Pan. Eldhugaði filmsframleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl, hugleiddi um, hvørt føroyskur filmur fær nakran ágóða av øllum áhuganum og altjóða verkætlanunum, sum vit hava sæð