Mannaleivdir í ruski skakaðu fólkið í Ilulissat

Hendingin í Ilulissat fyri sløkum ári síðan skakaði býin. Nú er málið latið løgfrøðingum hjá ákæruvaldinum.

Minni enn eitt ár eftir ótýdligu hendingina, tá leivdir av líki vórðu funnar við ruskbrenningina í Ilulissat í Grønlandi, er løgreglan nú liðug við kanningararbeiðið í málinum.

 

Málið er tískil latið løgfrøðingunum hjá ákæruvaldinum. 

 

Sermitsiaq veit at siga, at tilsamans bíða seks onnur drápsmál í Grønlandi eftir ákæru og rættargongd.

 

Óhugnaliga hendingin við ruskbrenningina hevur røtur aftur til hin 3. oktober í fjør, tá løgreglan fyrstu ferð kunnaði almenningin um, at okkurt "illgrunasamt" var funnið við ruskbrenningina í býnum.

 

Seinni sama dag kom nýggj kunning, sum segði, at kanningar vístu, at talan var um likamslutir av einum menniskja.

 

- Vit kunnu upplýsa, at talan er um partar av einum líki, og tí kunnu vit ikki útiloka, at ein brotsgerð kann vera farin fram. Tí verður málið kannað sum dráp, segði Grønlands Politi fyri sløkum ári síðan.

 

##med2##

 

Seinni vórðu fleiri partar av einum líki funnir, og nakrar dagar seinni upplýsti løgreglan aftur, at ein maður og ein kvinna vórðu handtikin og skuldsett fyri dráp.

 

Maðurin varð tá varðhaldsfongslaður hin 9. oktober í fjør, meðan kvinnan varð leyslatin.

 

Hendingin í Ilulissat skakaði býin.

 

Av tilsamans sjey drápsmálum í Grønlandi eftir lutfalsliga stuttari tíð, er nú dagfesting sett á, nær trý av hesum málum fara at fáa rættarviðgerð.

 

Sambært Sermitsiaq arbeiðir løgreglan framvegis við trimum drápsmálum aftrat, sum framvegis verða kannað.