gi frá Elektronikkskúlanum og Oddmar Dam standa fyri umvælingarverkstovuni. Teir taka ímóti leikum við mekaniskum og elektroniskum lutum, so sum leikum ið røra seg, lýsa ella geva ljóð frá sær. Tað vil [...] hava vit kanska ikki brúk fyri so nógvum afturat - tí hugflogið er nógv kulari og ótrúligari enn nakað, tú kanst keypa í einum handli. Hetta er boðskapurin á ársins barnafestivali Frítt Flog – Rimmarland. [...] hava eitt leika við í part og tey kunnu fylgja við í umvælingini, fyri at læra hvussu leikan er bygd. Kanska tað kann geva íblástur til sjálv at umvæla ting har heima, næstu ferð okkurt verður í ólagi. Frígg
Um 11 tíðina í gjár varð boðað frá nógvari olju á vegnum millum Skálabotn og Skipaneskrossin. Tað var onkur bilur, sum hevði mist olju á vegin. Tað tók einar tríggjar tímar at reinsa vegin aftur, og arbeiðið [...] steingja vegin, meðan vegurin varð reinsaður. Seinnapartin í gjár tók løgreglan í Havn ein bilførara, har tað vísti seg, at hann koyrdi uttan førararætt, sum plagar at merkja, at viðkomandi hevur mist koyrikortið [...] i í Havn. Um innbrotini, sum hava verið í privat hús seinastu dagarnar, sigur vaktleiðarin, at enn er eingin handtikin í málinum, men hann sigur, at tey hava góð spor at ganga eftir.
sum hann. Undan sigrinum á Danmark hevði Ronaldo 132 sigrar saman við portugisiska landsliðnum. Tað talið er nú 133 sigrar. Gamla metið átti spanska verjukempan, Sergio Ramos, fyrrverandi liðfelagin hjá [...] Cristiano Ronaldo ein serligan heiður undan dystinum. Cristiano Ronaldo fekk handað eitt heiðursskjal frá metbókini hjá Guinness, ið staðfestir, at eingin annar fótbóltsleikari hevur vunnið líka nógvar A-
Hetta er ein avgerandi tíð, har tað er týdningarmikið at halda saman um grundleggjandi rættindi. Verkafólk og heilsuhjálparar eru partur av sama samfelagsbólki, sum dagliga eru við til at bera samfelagið [...] íðan á tí almenna og kommunala, nú leggur upp til, at fakfeløg skulu selja seg burtur frá hesum rættindum. Tað er ikki ein gongd, sum vit ella nakað fakfelag eigur at góðtaka. Heilsuhjálparafelagið standa [...] standa nú fast og verja rættindum, sum eru grundarsteinar undir øllum arbeiðarastríði. Tað er í slíkum løtum, at fakfelagssamhaldið má styrkjast. Vit í Havnar Arbeiðarafelag eru við tykkum – verkafólk,
sendinevndina í Riyadh. Hetta upplýsir ein ónevnd kelda frá ukrainsku sendinevndini til sjónvarpsstøðina Suspilne, skrivar Reuters. Sambært Hvítu Húsunum er endamálið við fundunum at fáa vápnahvíld í Svartahavinum [...] Fundur millum USA og Russland í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, endaði seint í kvøld. Tað upplýsir ein dulnevndur russiskur embætismaður, skrivar russiska tíðindastovan Tass. Á fundinum umrøddu umboð [...] í Ukraina. Sambært russisku miðlunum vardi fundurin meira enn 12 tímar, men ein felags yvirlýsing frá samráðingunum kemur ikki fyrr enn í morgin. Meðan fundurin í Riyadh var, varð býurin Sumy í norður
sigur hon. Hóast tað er ikki altíð lætt at staðfesta, hvat tað er, sum hevur elvt til rot, so eru ávísir faktorar, sum kunnu seta ferð á rottilgongdina. Tað kann til dømis vera rótaskaði frá vegarbeiði ella [...] Kommunan er tí farin undir at taka vandamiklu trøini burtur. Vit kunnu tó ugga okkum við og fegnast um, at onnur og fleiri trø verða gróðursett í staðin. – Tórshavnar kommuna er farin undir at kanna og [...] Posthúsbrekkuni varð tikið niður sunnan fyri Snarskivuna. Tað kann uttan iva tykjast sum eitt stórt inntriv at taka eitt so stórt træ burtur úr býarmyndini. Tað var tó neyðugt, og vit kunnu ugga okkum við og fegnast
aftanfyri, at tað er eitt signal. Tað er eitt sjarmuálop at draga Grønland yvir til USA, sigur hann við miðilin og leggur afturat: - Tað hóvar ikki grønlendingum ella í Kongaríkinum, og tí er tað ikki góð timing [...] hjá varaforsetafrúuni frá, at Usha Vance saman við soninum og amerikanskari sendinevnd vitjar í Grønlandi frá hósdegnum til leygardagin í hesi vikuni. Sambært Hvítu Húsunum er ætlanin á ferðini at vitja [...] okkara framtíð, segði hann í dag, sambært Reuters. Fráboðanin kemur sama dag, sum Hvítu Húsini boðaðu frá, at amerikanski tjóðartrygdarráðgevin, Mike Waltz, og Chris Wright, orkumálaráðharri, fara at luttaka
Ein skandala hjá FIFA. Tað er tað ikki so fáir fótbóltsfjepparar kring heimin, ið halda, at eitt landslið hevur havt ein alt ov lættan veg til HM-endaspælið. Ný Sæland vann seg til HM-endapælið í Meksiko [...] Ný Sæland spæla Play Off dystir móti einum liði frá einum sterkari heimsparti fyri at vinna seg til HM-endaspælið. Men nú 48 lið sleppa til HM-endaspælið er Kyrrahavsøkið tryggjað at fáa eitt HM-endaspælspláss [...] 278.000) Vanuatu 8-1 (335.000) Samoa 8-0 (205.000) Fiji 7-0 (926.000) Nýkaledonia 3-0 (271.000) Hetta er triðu ferð í søguni, at Ný Sæland vinnur seg til HM-endaspælið. Fyrstu ferð var í 1982, og aðru ferð
Tað siga tíðindastovan Reuters og statsliga russiska tíðindastovan Tass. Sambært einum tíðindafólki hjá Tass, sum er til staðar í Riyadh, eru journalistar bidnir um at fara av hotel Ritz-Carlton, har [...] samráðingarnar eru. Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at endamálið er at fáa vápnahvíld í Svartahavinum og sum frá líður fulla vápnahvíld. /Ritzau/
Tað hava íbúgvar í grannalagnum fingið at vita frá teknisku umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Trupulleikin er, at samanfallingar hava verið í jarðhitaholi, sum er borað, og tí hevur kommunan sett fyribils [...] mekir, at tað verða ongar jarðhitaboringar loyvdar í økinum til bannið verður avlýst aftur. Tað hevur við sær, at eingin fær boriloyvi til eina jarðhitaskipan, meðan boribannið er í gildi. Bannið er galdandi [...] eitt ár, ella inntil greiða er komin á støðuna. Jarðfrøðiligar kanningar verða gjørdar fyri at fáa greiðu á vavinum av fylgjunum av at jarðhitaholini falla saman, hvønn týdning tað hevur fyri jarðfrøðina í