Hetta er ein avgerandi tíð, har tað er týdningarmikið at halda saman um grundleggjandi rættindi.
Verkafólk og heilsuhjálparar eru partur av sama samfelagsbólki, sum dagliga eru við til at bera samfelagið á herðunum við álvarsomum arbeiði og truplum treytum.
– Vit vilja gera púra greitt, at verkfallsrætturin er eitt ófrávíkiligt amboð hjá fakfeløgunum at tryggja virðiligar arbeiðsumstøður og rættvís lønarviðurskifti. Vit ásanna, at arbeiðsgevarasíðan á tí almenna og kommunala, nú leggur upp til, at fakfeløg skulu selja seg burtur frá hesum rættindum. Tað er ikki ein gongd, sum vit ella nakað fakfelag eigur at góðtaka.
Heilsuhjálparafelagið standa nú fast og verja rættindum, sum eru grundarsteinar undir øllum arbeiðarastríði. Tað er í slíkum løtum, at fakfelagssamhaldið má styrkjast.
Vit í Havnar Arbeiðarafelag eru við tykkum – verkafólk, heilsuhjálparar og allir arbeiðarar sum ein. Vit vísa felags styrki og vísa, at fakfelagsrørslan stendur saman, tá avgerðir skulu takast.
Við fakfelagskvøðu,
Heri Reynheim
Havnar Arbeiðarafelag