fyri fyrstu ferð á Vágseiði, har FC Suðuroy hevur vitjan av HB. At dysturin er í dag og ikki varð spældur í gjár kemst av, at HB hóskvøldið spældi Confernece League dyst í Brøndby. Sammett við teir fyrstu [...] ellivu, sum vóru á vøllinum í Brøndby hevur HB venjarin André Olsen skift meiri enn helvtina av liðnum út. Bara fimm av teimum fyrstu ellivu í Brøndby eru millum teir fyrstu ellivu í dag. Teir eru Heðin Hansen [...] er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti B36 í 2-2 dystinum undan summarsteðginum. Hinir, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í Brøndby, og sum ikki eru tað í dag, eru Noah Mnenéy, Bartal Wardum, Emil G
byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum FC Suðuroy og HB vesturi á Eiðinum í Vági. Tá liðini hittust á ovara vølli í Gundadali í Havn 30. mars vann HB stórsigur 4-0. FC Suðuroy hevur ikki vunnið [...] vunnið á HB í bestu deildini síðani 12. september í 2010. FC Suðuroy er næstaftast í deildini við níggju stigum. HB er triðfremst við 35 stigum. HB hevur eisini eina greiða favorittstøðu hjá altjóða vedd [...] veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 9,00 og 11,20. Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 6,55. Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum
aftur er í Vágum, óheppin, tá ið hann í roynd at blokera stýrdi bóltin í sítt egna mál. Støðutalvan sigur, at 07 Vestur er aftast, og at hóttanin av niðurflyting er stór. Í kvøld vístu heimamenninir í løtum [...] ikki seinni í heyst fer at eydnast at vinna steypafinaluna ímóti KÍ. Ragnar Skála legði Víking á odda, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Sera eyðsýndi Ari Olsen var við í uppspælinum í høgru, áðrenn [...] Miðskeiðis í fyrra hálvleiki svaraði 07 Vestur aftur. 1-1 málskjútti var argentinski álopsspælarin Tobias Fabian Giusti, sum av álvara hevur gjørt mun, síðani hann fyrr í summar flutti úr KÍ og vestur í Vágar
7% vøkstur í mun til somu tíð í fjør, og serliga juni lá 10% omanfyri juni í fjør. Økingin í mun til í fjør er partvís orsakað av verkfallinum í fjør, og harumframt kom minni av fiski á land í fyrru helvt [...] Higartil í ár hevur sólorkuframleiðslan spart okkum fyri 73 tons av olju", sigur Heri Mortensen. 100% í 41 samdøgur í Suðuroy Meginøkið hevði 100% burðardygga elframleiðslu í 7,4 samdøgur, og yvir 80% í tilsamans [...] GWt, í mun til 58,5 GWt sama tíðarskeið í fjør. Hetta er partvíst orsakað av, at verkini á Strond og í Botni hava verið úr rakstri í fyrru hálvu vegna umvælingar. Hesi verkini framleiða annars í miðal
B36. Í fyrsta dystinum í 17. umfari legði heimaliðið í Gundadali frammanfyri heilt stórari áskoðarafjøld í góðveðrinum ólavsøkuaftan rygg til eyðmýkjandi 2-0 tap ímóti TB, sum undan ferðin norður í høvuðsstaðin [...] vóru teir noyddir at sleppa í verjupartinum og leggja meiri fyri í tí framrættaða. Tað bar átta minuttir undan leikloki 2ø0 TB málið við sær. Mohamed Samba vann bóltin í høgru og sneiddi framvið trimum [...] væl skipaðir í verjuspælinum, og vit fegnast um, at tað eydnaðist ímóti B36 og við nógvum TB áskoðarum kring vøllin, sum stuðlaðu okkum so sera væl. Tað segði TB liðformaðurin Ragnar Joensen í samrøðu við
292 atkvøður í Suðuroyar valdømi. Jóannes Eidesgaard var fyrstvaldur hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy við 403 atkvøðum. Men Henrik Old kom kortini á ting fyri Jóannes Eidesgaard, sum varð valdur [...] Prestar, sum eru farnir úr embæti ganga eisini í skrúðgonguni, men teir ganga aftan fyri teir, sum eru í embæti. Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum kann lesast her
Nógv húski í Føroyum eru knýtt at seyði og landbúnaði, og í eldri tíðum var kúgv í nógvum kjallarum. Kúgvin kom við mjólkini og seyðurin við kjøtinum. Í dag er eingin kúgv í nøkrum kjallara. Hetta er søga [...] brúk við mjólkneytum í stórum og nýggjum fjósum. Hvørki í Suðuroy, Vágum ella Norðstreymoy er nøkur mjólk, og í Norðoyggjum er bara stóra og lutfalsliga nýggja felagsfjósið á Viðareiði. Í Føroyum hava vit [...] stóran handil í Vágsbotni í Havn. Knýtir ættarliðini Navnið Torkilsheygsgarður er eitt navn, sum Leivur og familja hansara sjálvi hava givið garðinum, tó at garðurin hevur verið í familjuni í nógv ættarlið
genturnar til vinardyst í Reykjaneshøllini. Týsdagin var í høvðusheitum fokus á venjing og venjingardystir, sum eisini vóru spældir í Reykjaneshøllini. FC Suðuroy hópurin er sera væl móttøkin í Sandgerði og Keflavík [...] túrin at eydnast. FC Suðuroy ferðalagið verður í Íslandi í eina viku og kemur heimaftur á ólavsøku. Næstu dagarnar luttaka ungu FC Suðuroyleikararnir til altjóða fótbóltskappingina ReyCup í Reykjavík. Úr Íslandi [...] fótbóltsfelag teirra Reynir. Tá ið lent var í Íslandi vóru øll boðin til hugnaligan døgurða í mastovuni Retturin, har eigari og kokkurin greiddu frá um hansara leið í fótbólti, sum leikari, síðani dómari og
eru tvífaldaðir seinastu 10 árini í Havnini, smærri bygdunum og í Suðuroy/Sandoy, meðan teir eru trífaldaðir í størri bygdunum. Tað, sum ásetur prísin á bústøðum í langa høpinum, er útboðið av bústøðum [...] talið av nýbyggingum í hesum tíðarskeiðum ikki hevur fylgt við gongdini í sethúsprísum býtt við byggikostnað. Tað kann millum annað vera avmarkaður byggikapasitetur. Byggivinnan hevur í fleiri ár á rað gjørt [...] hevur sett verkætlanir í verk samstundis sum tað privata. Dýrkað byggitilfar kann vera ein onnur orsøk. Í 2021 byrjaði byggitilfar at dýrka orsakað av veitingartrotinum, sum kom í sambandi við Covid-19
ongantíð givin, men hevur havt støðg av og á í longri og styttri tíðarskeið. Í 1997 var Hvarv við á savnsútgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Og í 2000 var Hvarv við á útgávuni Vælskapt [...] bólkur, ið er settur saman av tónleikarum, ið hava uppruna í ymsum bólkum, men sum tó hava samstarvað í mong, mong ár. Helt síðani miðskeiðis í nítiárunum, hava hesir bólkalimirnir samstarvað, summir meir [...] manningin í bólkinum í 2025 er henda. Hjalmar Magnussen: Guitar og sang. Dagfinn Olsen: bass, kór. Neil Joensen: guitar, kór. Dánjal Jákup Wiberg Holm: trummur. “Leitar tú elskandi?” er upptikin í Bakkastudio