londini, sum annars eru samd um tað mesta: Tey vilja øll hava frían marknað; arbeiðsmegin skal kunna flyta frítt um landamørk; fleiri hava longu tikið við einum felags gjaldoyra; og tað verður tutlað í krókunum [...] sítt samband uppeftir, og kjakast verður uttan íhald. Í Føroyum munnu tey fægstu ivast í, at Várharra skal nevnast í einari møguligari grundlóg, hvat enn hon endar sum ein samveldissáttmáli, ella um hon [...] avgerandi. ? Antin mugu vit gera sum danir, ella mugu vit gera okkurt heilt annað. ? Men tað skal sum so ikki vera evnið í hesum lítla stubba ... Kortini átti komandi grundlógin hjá Evropa Samveldinum at havt okkara
vit í landskassan í ár, í skattum og avgjøldum. Synd, ha? 300.000 av teimum krónunum fara til fólk, sum vit meta tað vera meira synd í enn okkum. Føroyar lata 300.000 krónur í menningarhjálp. Tað er okkara [...] okkum bara siga í jólamánaðinum - so høvdu vit latið 13 milliónir krónur. Men tað gera vit heldur ikki. Heldur ikki til jóla hava vit ráð at geva tað, sum kristindómurin nevnir sum ein passandi part av [...] Heldur tú kanska, at tað bara er tú, sum skal hava eitt gott lív? Hvussu hevði tú havt tað, um onkur vildi hava teg til træl, kanska?" Djúpt forargaður. "Tú er akkurát sum tey í bókini um bláa knøttin
og sannlíkt er, at tað heldur ikki verður seinastu ferð, at menn í fyllskapi gera sær fyri skommum, hvørki í almennum høpi ella privat. ? So tað lati eg fara framvið ... Nei, tað ið fangaði mín áhuga [...] marknaðartreytum, so verður lægst møguligi felagsnevnarin rættiliga ofta lyklaorðið, tí so nógv sum gjørligt skulu jú keypa blaðið, ikki bara í dag, men helst eisini í morgin. Og tí verður lopið frá gølu til [...] "trupulleikar" blivu nevnd. ? Tað var so tað, tað var! Innslagið var í mínari verð hvørki serliga skelkandi ella áhugavert, eftir sjálvari "gøluni" at døma, tí hetta var hvørki fyrstu ella einastu ferð,
teljast, tað verða mánaðir tilsamans, okkurt árið var tað ein til tveir tímar um dagin! Børn míni hava fingið tað inn við móðurmjólkini, bókstaviliga.... Hetta er hjartað í Miðbýnum. Her er tað, tú hittir [...] onki "morgunstað" í øllum býnum, ja, uttan cafeteria í Svimjihylinum.... Alternativið verður at útseta alt til um døgurðatíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør [...] tú hoyrt? Kondittaríið skal lukka! - NEI! Tað kennist sum eitt neyðarróp. Tað ber heilt einfalt ikki til. Man kann ikki lukka Konditaríið! Er onki Kondittarí í Miðbýnum, ja, so er stutt sagt ongin Miðbýur
fjálgu busskýlini, sum sjálvandi høvdu verið á hvørjum horni, ella til at hjálpa gomlum og barnakonum upp í bussin? Ja, utopi er tað í privatbilismunnar paradísi, men heldur tú veruliga, at tað ljóðar so keðiligt [...] nógv onnur lív í hondunum/róðrinum. Størsta próvgrundin fyri, at øll skulu hava privatbil, er, at tað er tíðarsparandi. Men er tað nakar sum hevur roknað út, hvussu nógva tíð tú sparir, í mun til hvussu [...] sleppa fram! At kavin so liggur sum smáar fjallaketur uppi á gongubreytunum, tað gerst ikki við. At tað eisini er týdningarmiklari at salta vegirnar enn gongubreytirnar, tað skilur ein og hvør, og at skúlabørn
deilig og gevur mær gleði í gerandisdegnum. Hon verður bert órógvað tær ferðirnar, tá eg veruliga veit nakað um tað sum skrivað verður. Tá skal blaðið upp til próvtøku. Passar tað sum skrivað stendur ikki tá [...] Eg livi í einari lítlari, men tó fjølbroyttari dreymaverð. Tá eg taki eitt dagblað í hondina, vænti eg, at tað, sum eg lesi, er satt, sjálvandi innan fyri tað rammu sum eitur politiskur litur. Henda dreymaverð [...] styrkt enn meira í danska samfelagnum. Sum blaðfólk hevur tú eina ábyrgd, fólk trúgva tær fyri tað mesta, tey liva sum eg í einari dreymaverð, og tá tú misrøkir títt starv so kann tað fáa tær fylgir, at
8-10). Men tað er vanliga heldur ikki henda mun, ið talað verður um. Tað er um tað, at tað verður lært ymiskt, og so verður sagt, at vit skulu vera eitt, men ikki eins. Hvar stendur tó tað í Hini heilagu [...] heilagu Skrift? Tað stendur sjálvandi ongar staðir. Tann einleiki, sum talað verður um í høvuðsprestabøn Jesu, hevur fyrimynd sína í einleikanum millum Faðirin og Sonin, og er tað ein einleiki í sannleika og [...] so er tað í síðsta enda bara Guð, ið veit, hvør ið hoyrir til hesa kirkjuna. Í síðsta enda er tað bara hann, sum kann gjøgnumskoða allar falslótir og alt hykl. Og hvar tað eru menniskju, er tað eisini
seg næstan hálvt í hel fyri at rinda aftur allar skuldabindingarnar, tey hava álagt sær sjálvum, alt meðan lívið verður sett á 'on hold'. Sum John Lennon sang á sinni: Lívið er tað, sum hendir tær, meðan [...] vaksin og tú sást tað ikki henda? Ikki rættiliga. Nógv eru tí, sum fegin vilja skerja alt vasið og dyrka tey einføldu, veruligu virðini í lívinum. "Simple living" kalla tey tað. Tað er ein heil rørsla [...] Gamlar dygdir, so sum at duga at binda, seyma, bøta og væla um, verða í hesum døgum uppafturtiknar. So ert tú ein rættliligur 'handyman' ella dugir at gera-tað-sjálv(ur), so ert tú í roynd og veru rættiliga
síggjararnir skulu liva seg inn í upplivingarnar hjá luttakarunum í sendingini. Hetta verður gjørt við at fortelja spennandi søgur, har síggjarin er við ?har tað hendir?, meðan tað hendir - er til staðar, meðan [...] reality-tv sendingin, sum TV3 fer at senda í nýggja árinum er sendingin ?Fear Factor?, sum hevur havt sera nógvar síggjarar í øðrum londum. Hetta er ein sending, har fólk verða blakað út í víðgongdar ræðsluvekjandi [...] Hvat er tað, sum er so áhugavert við tí? Kanska er tað so, at vit ikki longur meta okkara lívsgóðsku í mun til, hvussu støðugt og friðsamt vit liva. Vit vilja hava avbjóðingar ? helst so nógvar sum gjørligt
uttan skuld í, at hann situr í tí støðuni, hann situr í. Danska fólkið avger, um tað vil hava eitt kongadømi ella ikki ? og harvið tað, ið fylgir við av privilegium til tey kongaligu - so tað kunnu tey ikki [...] so tað ? sum aftur og aftur er at hoyra ? at hann aldrin hevur lært seg at tosa danskt sum ein dani! Men hetta sigur meir um hesar danir og teirra intoleransu, enn tað sigur um Heindrikk prins. Tað er [...] hoffreportaran í B.T. Bodil Cath og Heindrikk prins hevur vakt øtuligan ans ? ikki bara í danska almenninginum, men nú rungar víðari í útlondum eisini. Danska monarkiið sigst vera í vanda og gitt verður um, drotningin