Norðoyggjum. Men ongin kvinna er í hesum bólkunum, og tí spyrji eg bara, um tað ikki er nøkur kvinna í Norðoyggjum, sum er egnað til at sita í einum tílíkum bólki ella hvat? Tað bleiv klappað fyri hennara [...] i. Ætlanin er so, at ein samskipari verður settur til at taka sær av arbeiðinum við at lýsa økini og koma við tilmælum um, hvat kann verða gjørt fyri at menna hesi øki. ? Norðoyatunnilin er nú veruleiki [...] kom eisini stutt inn á fyrireikingarnar, sum Klaksvíkar býur nú er farin undir í samband við komandi Norðoyatunnilin. Stýrisbólkurin, sum er settur at fyrireika Norðoyggjar til fasta sambandið, hevur sett
sum vera man, so er hetta nakað, sum skal haldast. Ein partur av hátíðarhaldinum verður eitt slag av eini avdúking, har bestu fótbóltsleikararnir hesi 50 árini skulu kjósast. Hetta er gjørt á tann hátt [...] mín frá FSF fríggjadagin, men eg má siga sum er, at eg ikki rættiliga havi trúð hesum. Ikki fyrr enn nú tit ringja, fái eg meg rættiliga at trúgva tí. Tað er næstan sum á sama hátt, tá tú vinnur 10 milliónir [...] førum sjálvur, at mann langt síðani var gloymdur í so máta. Havi enntá onkra tíð spurt meg sjálvan, hvat eg fekk burturúr øllum hesum árunum við fótbóltinum. Eina rúgvu av upplivingum sjálvandi, men í aðrar
nýggju bowlinghøllini er danin, Martin Højager. Hann er fyrrverandi danskur meistari, og hevur har umframt eisini roynt seg á danska landsliðnum, so talan er um ein mann, sum veit, hvat hann tosar um. Seinnu [...] Handilsligi parturin við einum felag, er tó ikki tann stóri, og tí er bowlingin í dag broytt til eitt umtikið frítíðarítriv. Tað er jú munur á, hvussu stórur umsetningurin er, um tað bert verða seldar nakrar [...] henda avgjørt er millum tær bestu. - Vanliga siga vit, at ein høll við tíggju breytum ella færri er ein lítil høll. Hetta er sætta lítla høllin, sum eg havi verið til at opna, og hendan er avgjørt millum
hvørja fer hann ikki kemur á mál - og tað ger hann ongantíð - so er tað Hergeir Nielsen, sum hevur skyldina. Tað er hann sum svíkur. Hetta er ein einfaldur boðskapur, sum øll skilja, mo. Rógvi Thomsen í [...] Oljuvinnuráð, tann 10. nov. 1999. Mynd av skrivinum er prentað í Sosialinum, og sjálvandi við so smáum stavum, at tað ikki kann lesast, og skal eg tí greiða frá, hvat har stendur. Har verður fyrst takka fyri ein [...] tjóðveldisfloksins. Hesi tíðindi er Rógvi Thomsen tíanverri lagstur á. Í staðin fyri síggja vit skrivligt innanhýsis skjal í bløðunum, sum ? enn eina ferð - hóast tað er rættað tvær ferðir, kortini skal
sunnudagur er, áðrenn hann fer avstað aftur. Ráðaleysur − Er tað ikki sárt? − Ja, tað kanst tú ætla. Eg veit ikki míni livandi ráð, hvat eg skal gera, tí eg eri góður við sonin, og hann er góður við meg [...] um heimalívið hjá soninum. Hann er greiður yvir, at sonurin er sum lús millum tvær negl, og so ungur sum hann er, torir hann ikki at krevja sín rætt frá mammuni. - Tað er nú eina ferð so, at børn fyri alt [...] so nógvar forðingar í vegin fyri, at hann kann sleppa at vera saman við soni sínum. Hvat vinnur hon við tí? − Tað er mín vón, at sonurin einaferð fer at siga okkurt við mammuna. Pápin leggur stóran dent
mentan og eitthvørt fólk hevur. Og tá eg sigi at tað er "funky" so merkir tað, at tað er livandi, tað er romantisk, tað er sterkt, tað er produktivt, ja tað er re-produktivt. So tá tú leitar og granskar eftir [...] ein trumma og ein floyta í einhvørjari mentan. Tað er nattúrligt. Tað er ein máti at fagna lívinum uppá, tað er ein máti at skriva søgu uppá og tað er ein máti at deila sín kærleika uppá. So tankin um ein [...] altíð blíður óansæð hvussu støðan var. Óansæð hvat hendi, so megnaði hann at takla tað uppá ein positivan máta. Tað er nakað eg enn royni at arbeiða uppá. Tað er ikki altíð lætt. Men tað at hava nógv at gera
nýggju SUV á marknaðinum er Ford Edge, ið er ein bilur sum sær út av nøkrum og tekur seg væl út í ferðsluni. Tað sum eyðkennir bilin er pláss, luksus og komfort. Hesin nýggi Ford Edge er bygdur yvir sama plattform [...] skipanin er soleiðis innrættað at hon automatisk deilir trekkið á øllum fýra hjólunum og tryggjar maksimalt vegfesti undir øllum koyriumstøðum. Ford Edge er ein framkomin luksus SUV, sum er ein fragd [...] Bilurin fæst í fýra ymiskum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Trend, Titanium, Sport og Vignale. Umframt alla standard útgerðina fæst Ford Edge við aðrari eykaútgerð. Edge er útgjørdur við All-Wheel-Drive-teknologi
Tann 24. mai (2. Hvitusunnudag) er konsert í Havnar Kirkju kl. 16:00. Tann 25. mai er konsert í Miðvágs Kirkju. Tann 27. mai er konsert í Christianskirkjuni. Tann 29. mai er konsert í Løkshøll klokkan 16:00 [...] Sondum Dalsgarð er tenorur á Det Danske Kgl. Teater. Hann verður solistur í nýggjum verki, Nede på jorden, eftir Søren Bruun, ið fekk tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Teksturin er eftir William [...] William Heinesen. Hin solisturin er Rune Tonsgaard. Hann er konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkester. Fleiri konsertir eru á skránni á Føroyaferðini. Tann 22. mai kemur orkestrið til Føroya og konsert verður
øki, sum arbeiðast skal við. Spurningurin er tó eisini, hvat er fíggjarliga ráðiligt, tí talið av dystum – og har við áskoðarinntøkum – er jú avmarkað. Kanningar vísa tó, at áskoðaratalið væl kann økjast [...] Ikki minst, um talan er um dystir móti stórum fótbóltstjóðum. Annað eru umstøðurnar hjá áskoðarum í aðrar mátar, og her er Rúni sannførdur um, at stór tøk eru neyðug í Føroyum. - Tað er einki at ivast í, [...] stóran mun er tengt at teimum umstøðum, sum eru til áskoðararnar. - Hjá okkum eru at kalla bara setur, meðan lítið og einki hevur verið gjørt við umstøðurnar í aðrar mátar. Tí er upplagt, at hetta er eitt øki
at fáa sambond úteftir. Fyritøkan metir, at ilt er at siga hvat slík sølustevna gevur her og nú, men neyðugt er at vera við og at vísa, at fyritøkan er til, og hugsar ein longur fram, so gevur hetta kanska [...] 9001 góðkenning og hetta at hava greiðar reglur at ganga eftir er ein fyrimun-ur. Kemilux er við í eini innkeypsketu hjá oljufeløg-um og har er ISO góðkenn-ing ein treyt, so góðkenningarnar av slíkum slag [...] fyritøkuna er ivaleyst, men heimamarknaðurin er avmarkaður ásannar Kemilux. Tí verður støðugt arbeitt við at finna marknaðir og kundar úti í heimi. Kemilux hevur verið á Fish Fair áður og er við fyri at