kostar alt ov nógv at brúka fartelefon og internet í Grønlandi, og tað skulu vit gera nakað við, samstundis sum vit eisini skulu hava pláss fyri at gera íløgur, sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tele-Post [...] Tá Kristian Reinert Davidsen, sum hevði stjórnað Føroya Tele í níggju ár, í fjør varð “head-huntaður” av Tele-Post í Grønlandi, mundi liggja í kortunum, at stóra fyritøkan hevði brúk fyri umleggingum og [...] broytingum. Tað vísir seg eisini, tí nú boðar Tele-Post í tíðindaskrivi frá, at 11 fólk í umsitingini hava fingið ætlanarskriv, tí tey skulu sigast úr starvi, og 50 onnur starvsfólk verða flutt til aðrar deildir
teimum vil vera nevndur á navni. Tískil hava vit givið teimum dulnevndini Anton, Bergur og Carl. Anton er 20 ára gamal, Bergur 17 og Carl 18. Teir siga seg hava dyrkað hacking ímillum hálva annað og trý [...] féini Orbits í Havn og gamla Atlantic Radio. Og Carl greiðir gleðiliga frá teirri ferðini, tá hann skal hava brotið inn í telduskipanina hjá einum eitt gassverki í Danmark. -Eg slapp inn á stýrisskipanina [...] royni at hjálpa teimum. Eg haldi at eg man hava ruddað Trojanir úr teldunum hjá eini hundrað internetbrúkarum. -Fólk verða vanliga glað fyri hjálpina. Tí vit vísa teimum á holini, so at tey kunnu verja
nevniliga, at 25 % av morðum í Svøríki verða framd av sinnislíðandi menniskjum. Tað kennist sum hava vit mist nakað øðiliga vigtigt fyri framtíðina, segði fyrrverandi statsministarin Ingvar Carlson. Sum [...] ringja til ein vin, og sjálvt um hon var lítil og spinkul, so var hennara persónur so livandi, at tá hon kom inn í eitt rúm merktist hennara nærvera. Og hóast hon hevði nógv um at vera, so gav hon sær [...] Hon vildi liva eitt so frítt og vanligt lív, sum gjørligt. Fyrstu ferð eg legði merki til hana var, tá hon fanst at USA fyri at bróta menniskjarættindini í sambandi við teirra viðferð av fangunum á Guantanamo
flogfarinum er eitt, men hesir síðstu mánaðirnir hava sanniliga sett heimabundnu húgvuna á eina roynd. 20-25 kuldastig hava ikki verið óvanlig, og enn eru vit ikki komin upp um gylta markið millum kulda- og [...] leysasøgur hava gingið um at fleiri tilburðir eru staðfestir í Chinatown í Boston og í New York, og hetta ávirkar handilslívið. Hesi økini, har kinesarar og onnur fólk úr landssynningsásiu búleikast, hava eitt [...] bógvin. Apotekini hava úr at gera við at selja maskur og ymiskar vørur at styrkja immunverjuna, men flest aðrir handlar í økinum liggja tómir. Fólk, ið búgva í økinum halda seg við hús, og tey, ið búgva
seinastu 30 árini, fari eg skriva eitt sindur um, hvat tey hava valt at brúka oljuinntøkurnar til. Tá vit fyri skjótt tveimum árum síðani fingu tilboð um at flyta til Dubai, visti eg ikki, hvat Dubai var fyri [...] vera liðugt til ár 2010, bæði flogfør, vegir, toksamband og øll hotellini. Eisini vænta tey tá at hava selt 3000 hús og íbúðir. Hetta er nokk ikki nakað føroyingar fara í gongd við um nú oljuinntøkurnar vísa [...] fleiri tosað um, at føroyingar tá blíva eitt tað ríkasta fólkið í heiminum. Eftirsum eg búgvi í Dubai, sum er næst størsti býur í Sameindu Arabisku Emiratunum, har tey hava livað av oljuvinnu tey seinastu
at liva av. ? Vit royna at gera alt vit kunnu, fyri at taka lívið av hasi mytuni. Tí Margarinfabrikkin er nógv broytt. Her arbeiða nógv fólk nú, og vit eru ógvuliga tilvitað um, hvat vit ætla okkum. Hetta [...] gott. Ofta hava tey ungu torført við at tosa við tey vaksnu, sum í teirra verð ikki skilja nakað. Men tá tey ungu hava verið saman við foreldrunum og lurtað eftir einum tílíkum fyrilestri, tá er tað kanska [...] sigur, at tað allarhelst fer at verða til ein um mánaðin. ? Vit hava valt nøkur evni út, sum vit merkja hevur áhuga ímillum tey ungu. Og vit tosa eisini við tey, og spyrja tey hvat tey halda um ymisku
umstøðum. ? Tað, sum kann henda, er, at um SEV ikki heldur ta avtalaðu lønina, hava vit møguleikan at taka okkara menn til hús, tí so er sáttmálaloysi, sigur Jógvan Nybo. Hann dugir tó ikki at siga, um hetta [...] at støðan er avklárað, tí partarnir hava ein sáttmála. Trupulleikin er tó, at SEV ikki hevur ætlanir um at halda hendan sáttmálan. Hetta kann tykjast heldur løgið, tá Fíggjarmálastýrið vil ikki góðkenna [...] at tað ikki ætlar at gjalda lønir eftir honum, so leingin Karsten Hansen ikki vil góðkenna hann. ? Tá tú undirskrivar ein nýggjan sáttmála, so er tann gamli ikki til longur. Tí kanst tú ikki fara aftur
Hendan dagin vit vóru á vitjan hildu teir, at 300 næmingar vóru á skúlanum. Men samlaða næmingatalið fyri árið er munandi hægri. Lærlingar eru bert ein part av lærutíðini á skúlanum, og tá teir verandi [...] hvussu týðandi tað er, at skúlin hevur góðar umstøður. Vit ynskja skúlanum tillukku við hesum merkisdegi við ynski um góða eydnu framyvir. Skúlastjórar hava verið: Johannes Simonsen Zacharias Sørense Steingrim [...] er nærum1.000 stig. Teir hava 336 slíkar pottar. Hetta kann sigast at vera eitt einastandandi virki. Her arbeiða ikki færri enn 480 fólk á sjálvum virkinum umframt um 200 hava arbeiði, sum er avleitt av
við eini skuld eftir at hava roynt seg við tekningini burturav í fýra ár. Hann misti mótið og gavst tí at tekna í fleiri ár. Hetta venda vit aftur til seinni, men fyrst fara vit at tríva í byrjanina til [...] tað, sum goymir seg undir vatnskorpuni. Vit føroyingar hava havið rundan um okkum allatíðina, og tað kann onkursvegna síggja øgiliga oyðið út frá landi. Men tá mann so kemur undir vatnskorpuna, er tað [...] huldisligt. - Vit eru heppin at hava søgur um trøll Í Føroyum er tað siðvenja at fortelja søgur um trøll, og nettupp hesum er Janus á Húsagarði serliga hugtikin av - tí teknar hann trøllini. - Vit eru heppin
keramikk. –Tey plagdu at siga, tá eg var smádrongur: ”Gev Ovild pappír og blýant, so situr hann so pinnastillur, sjálvt meðan allir javnaldrarnir kríggjast” tekur Olvild til, tá vit vitjaðu hann í heiminum í [...] Smiðjuni í Lítluvik, frá fríggjadegnum 17. august kl. 16. og leygardagin og sunnudagin. Hvør man ikki hava sæð henda fryntliga og dámliga havnarmannin við pappírsblokki og blýanti í hond! –Eg havi teknað síðani [...] fram. Sjálvur kallar teknimeistarin tær fyri frítíðartekningar. Føðingardagin í næstu viku er "opið hús" í Losjuni við Tinghúsvegin, frá kl. 17.00, har familja, vinir og kenningar eru vælkomin.